Elisabeth Erlendsdóttir setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021 í Upplands Väsby í Svøríki svam teinin uppá 28.63 sekund.

Elisabeth Erlendsdóttir setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021 í Upplands Väsby í Svøríki svam teinin uppá 28.63 sekund.
So byrjaði Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2021 í Upplands Väsby, við innleiðandi riðlum nú fyrrapartin. Føroyingarnir høvdu ein heldur harðan ferðadag í gjár, men eru glaðir um síni avrik ´í morgun, har fleiri svumu bestu tíðir, og onnur vóru nær við.
Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at svimja seg víðari í finalu í 50 metra ryggsvimjing, og hartil verður liðsvimjingin hjá kvinnum 4×200 metra frísvimjing við í finalu eisini.
Í morgin ári fara 9 føroyskir svimjarar av landinum við Atlantic, til Danmarkar og síðani víðari til Upplands Väsby í Svøríki, at royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.
Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, tó so við onkrum møguleika fyri at koma upp í millum tey bestu.
Svimjisamband Føroya skipar hin 14. til 16. januar 2022 fyri dómaraskeiði í Havn, undir leiðslu av royndu yvirdómarunum Henriette og Jens Soelberg Jensen. Hetta sum liður í nýggjum samstarvi við Dansk Svømmeunion, har fyrstu 4 mótul í donsku skipanini nú verða bjóðað í Føroyum, við møguleika fyri seinni at taka útbúgving víðari til yvirdómara.
Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni SuSvim Open á langgeil í Páls Høll í Vági. Ein fullfíggjaður úrslitalisti sær her á LiveTiming.se, ið leingist so hvørt sum tey kappast. Sí eisini https://livetiming.se/results.php?cid=6261
Hvítarussiski Ilya Shymanovich setti í gjár nýtt heimsmet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á ISL-stevnu í Eindhoven nú fríggjadagin svam teinin uppá 55.28 sekund. Hetta er aðri ferð at hann setur heimsmet á hesum teini, nú í november, har hitt fyrra var 55.32 frá ISL-stevnu hin 19. november.
Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár dagfestingarnar fyri HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022, at verða hin 17. til 22. desember. Sjálvur býurin varð longu avgjørdur í 2017, at verða Kazan í Tatarstan í Russlandi.
Svimjisamband Føroya søkir eftir aðalskrivara at taka sær av dagliga virkseminum í sambandinum, sum parttíðarstarv í Havn ella Saltangará. Nakað av ferðing er væntandi, umframt uppgávur eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Starvsnevnd SSF hevur í kvøld samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2021, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki hin 3. til 5. desember 2021:
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í svimjing á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 12. til 14. november 2021, við góðari hjálp frá vertsfelagnum Havnar Svimjifelag og øðrum.
Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net, umframt her á nýggju stevnuskipanini hjá Svimjisambandi Føroya, tempus.fo