Tað er rok í polsku svimjingini, nú svimjarar noyddust at ferðast heim aftur av leikunum, longu áðrenn teir eru byrjaðir, tí at har var galið við tilmeldingunum. Støðan er heldur fløkjaslig, men botnar í at hesi ov nógvu høvdu ‘bara’ B-kravtíðir at vísa á, sum ikki automatiskt merkir at tú sleppur at luttaka á leikunum.
Author: rokur
Bretskur venjari koyrdur av OL-landsliðnum vegna óskil í sínum svimjifelagi
The Guardian skrivar her um hvussu Alan Bircher er tikin av bretska OL-landsliðnum, sum fylgi av drúgvari kanning av óskili í svimjifelagnum har hann var høvuðsvenjari. Opinbart hava har verið so mikið stórir trupulleikar við happing um millum annað vekt og ólýdni mótvegis koronatilmælunum, at hann og ein annar hartil eru settir frá sum venjarar hjá felagnum, har Swim England so traðkar til við nýggjum leiðslubygnaða.

Brett Hawke prát við David Popovici aftaná 47.30 í 100 frí
Eitt áhugavert prát her sum Brett Hawke hevði við David Popovici í síðstu viku, aftaná at 16 ára gamli Popovici hevði vunnið EJM-gull í 100 frí við bestu tíð í heiminum í ár, 47.30 sekund.
Hawke er avstralskur OL-svimjari frá 2000 og 2004, sum síðani varð venjari hjá tiltiknu Auburn í USA.
Nú hevur hann m.a. eitt videopodcast kallað “Inside with Brett Hawke“, sum evnar at fáa nógv av teimum allarfrægastu upp á tal.
Teir báðir tosa um teknikk, venjing og um viðføddar eginleikar, har eitt sermerkt er, at Popovici hevur eitt veingjaspenni á 205 cm, hóast hann ‘bara’ er 191 cm høgur.
Popovici tosar væl enskt, so tað er lætt at fylgja við.
Photo courtesy of Deepbluemedia/G. Scala
Tveir russiskir svimjarar fyribils útihýstir frá OL vegna dopingmál
Altjóða svimjisambandið FINA skrivar her um hvussu russisku Alexandr Kudashev og Veronika Andrusenko (fødd Popova) eru fyribils útihýst frá Olympisku Leikum í Tokyo, hóast tey eru meldaði til luttøku har, tí at prógv eru í tilfari frá fyrrverandi antidopingar-rannsóknarstovuni í Moskva, um at tey onkunsvegna eru uppi í brotum á altjóða dopingreglugerðum.

FINA kolldømt úrslit frá svimjistevnu í Usbekistan
Hetta hendi fyri viku síðani – FINA skrivar her um, hvussu tey høvdu fingið prógv um at usbekiska svimjisambandið hevði manipulerað úrslit frá svimjistevnum í Usbekistan í 2020 og 2021, í eini roynd at fáa íðkarar kvaliiseraðar til OL í Tokyo, og at FINA tí hevði kolldømt hesi.
Tvíburðar tóku gull og silvur í 200 firvald á EJM 2021
Her er ein stuttlig søga, sum gleið afturum nú stevnurnar EJM og NMU og FM og JM og Føroyaleikir 2021 endaðu allar í senn, sunnudagin:
Á sætta og evsta degi av Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing, hendi tað heldur serliga, at tvíburðabrøðurnir Krzysztof og Michal Chmielewski úr Póllandi vunnu ávíkavist gull og silvur í 200 firvald.

LEN skrivar, at hetta er ongantíð hent fyrr, og er spurningurin so, um tey meina við bara EJM, ella við altjóða meistarastevnur yvirhøvur.
Tað er í øllum førum óvanligt.
Photo courtesy of Deepbluemedia/G. Scala
Nógvar betringar á FM/JM 2021
Nú síggjast úrslitini frá FM/JM/Føroyaleikum 2021 endiliga her á SwimRankings, sum ger tað lættari at síggja millum annað, hvussu tað gekst hjá hesum ymisku svimjarunum og feløgunum á Føroyameistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.

Góðar tíðir eisini 2. dag á NMU 2021 í Klaipeda
Tær báðar Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag hildu á við at svimja flottar tíðir, nú triði og síðsti stevnupartur varð avgreiddur í gjár. Sí úrslitalistarnar her

Jóhanna svam 4:54.24 í 400 frí, har besta tíð hjá henni var 4:55.14 frá SuSvim Open í apríl mánaða, og Lea svam 1:18.05 í 100 bringu, har besta tíð hjá henni var 1:18.44 frá Atlantic Open í juni mánaða.
Sum skilst hevur túrurin verið góður hjá teimum

Myndir frá Føroyaleikum ísv FM og JM í svimjing 2021
Myndafólk hjá Føroyaleikum var og tók myndir frá setanini av Føroyaleikum í Vági, umframt frá svimjistevnuni í Páls Høll. Eg meini at eg havi fingið allar við her, sum hava við Føroyameistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil at gera, í myndasavninum niðanfyri
Úrslit frá FM & JM á langgeil 2021
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2021, í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli, sum partur av eisini Føroyaleikum 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings
