Hóast í so nógvir av okkara bestu svimjarum eru givnir, hetta góða árið sum korona hevur herjað, so var hesin fyrsti dagurin avgjørt bæði spennandi og lovandi, á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021. “HS Mix 1” trýsti føroyska metið eitt fitt petti niður í 4×100 frí fyri mix-lið, og teir yngru svimjararnir góvu í heilum teimum eldru skarpan gang, eisini í FM-finalunum.
Hetta hendi í gjár, tá ið tey avgreiddu finaluna í 100 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, ið sum kunnugt er í Róm í Italia í hesum døgum. Rumenski David Popovici svam longu týsdagin heimsins fjórskjótastu tíð í ár, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×100 frí setti nýtt juniorheimsmet við tíðini 47.56 sekund – fyri síðani í gjárkvøldið at svimja skjótastu tíð yvirhøvur í heiminum í ár, við tíðini 47.30 í EJM-finaluni í 100 frí fyri einstaklingar. Sí LEN
David POPOVICI ROU
swimming, nuoto
LEN European Junior Swimming Championships 2021
Rome 2176
Stadio Del Nuoto Foro Italico
Photo Giorgio Scala / Deepbluemedia / Insidefoto
Skjótasta liðsvimjingin hjá Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroysku Meistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021 svumu teinin uppá 3:56.41, har Ægir áttu metið frá Atlantic Open 2021 á 4:04.81. Tey sum svumu fyri “HS Mix 1”, vóru Ronja Ró í Dímun, Johan Nónskarð Dam, Villiam Marius Samuelsen og Vár Erlingsdóttir Eidesgard, sí úrslistalistan her
Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í 50 metra ryggsvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, og varð har nr 18 av teimum 34 luttakandi við tíðini 30.12 sekund. Sí úrslitalistan her
Hetta er besta tíð hjá Elisabeth nakrantíð, har hin besta til nú var 30.59 sekund frá FM á langgeil í fjør, og er Elisabeth nú ájavnt við Biritu Debes um næstbestu tíð hjá føroyskum kvinnum yvirhøvur í hesi grein.
Hetta 18. plássið rakk neyðturviliga eisini til heiðurin at verða 2. eykasvimjari til hálvfinalurnar í hesi grein, nú 16 sluppu víðari til hesar.
Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 200 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarstevnuni í kappsvimjing á langgeil, og varð har nr 44 av 48 luttakandi við tíðini 1:59.53, bara 3 hundraðpartar frá hansara bestu tíð nakrantíð á 1:59.50 frá Reykjavík International í januar 2020. Sí úrslitalistan her
Svimjisambandið stroymar aftur í ár frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, sum er í Páls Høll í Vági nú hin 9. til 11. juli 2021, og sum kunnugt er partur av eisini Føroyaleikum 2021.
Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 50 metra bringusvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2021, og svam tá hendan teinin uppá 30.49 sekund, har besta tíð hjá honum til nú var 30.68 sekund frá Føroysku Meistarstevnuni í fjør. Sí úrslitalistan her
Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2021 verður fyriskipað leygardag og sunnudag.
Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í sínari fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarstevnuni í Róm, í 100 metra ryggsvimjing. Tað gekk upp á stás – hon setti persónligt met við tíðini 1:04.67, har hennara besta tíð til nú var 1:05.60 frá OL-úttøkustevnuni SuSvim Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her
Elisabeth Erlendsdóttir
Elisabeth reyk upp eftir úrslitalistanum við hesi tíðini, til eitt 22. pláss av 51 luttakandi, har hennara upprunaliga styrkismeting var at verða nr 42 av 51 luttakandi. Sekstan sluppu víðari til hálvfinalurnar, so har manglaði lítið í.
Elisabeth í Róm, Panagiotis Christou eigur myndina
Elisabeth var longu áðrenn hetta hin næstskjótasta føroyska nakrantíð í hesari greinini, men hevur nú neyðturviliga minkað nógv um munin fram til Signhild Joensen á fyrstaplássi.
Bartal Erlingsson Eidesgaard svam í morgun sína fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarastevnuni í Róm, sum var 100 metra frísvimjing. Og tað gekk heilt væl – hann setti persónligt met við tíðini 53.07 sekund, har hansara besta tíð til nú var 54.02 sekund frá FM í Vági í fjør. Sí úrslitalistan her
Bartal Erlingsson Eidesgaard
Tíðin rakk til eitt 65. pláss millum teir 85 luttakandi, har hansara styrkismeting áðrenn kappingina var at verða nr 80 av 95. Altso nøkur pláss uppeftir, eisini hóast teir vóru færri sum luttóku enn upprunaliga tilmeldað.
Bartal í Róm, Panagiotis Christou eigur myndina
Bartal er nú hin næstskjótasti føroyski svimjarin nakrantíð í hesari greinini, aftanfyri bara Magnus Jákupsson. Áðrenn í morgun var hann hin 7. skjótasti, men fór hann nú upp um Óla Mortensen, Alva Hjelm, Heðin L. Olsen, Pál Joensen og Rók Trygvason.