Rumenski David Popovici setti í dag nýtt juniorheimsmet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á evropeisku juniormeistarstevnuni í Róm svam hendan tein uppá 47.56 sekund, sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini hjá Rumenia í 4×100 frí.

Rumenski David Popovici setti í dag nýtt juniorheimsmet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á evropeisku juniormeistarstevnuni í Róm svam hendan tein uppá 47.56 sekund, sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini hjá Rumenia í 4×100 frí.
Evropeiska svimjisambandið LEN skrivar her um metstóra luttøku á Evropeisku Juniormeistarastevnuni í kappsvimjing 2021, nú tey eru eini 566 svimjarar úr 48 londum sum eru tilmeldaði, har samlaða talið av limalondum í LEN er 52. Úr Føroyum eru tey sum kunnugt Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard, bæði úr Havnar Svimjifelag, sum fara at luttaka hesar dagarnar í Róm í Italia.
Sum skilst ætlar LEN at stroyma frá øllum EJM, uttan at tað skal kosta okkum nakað, annaðhvørt á All Aquatics ella her á DailyMotion
Nú nærkast til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, har eisini tveir føroyskir svimjarar fara at luttaka. Fyriskipararnir í Litava hava júst sent okkum hetta leinki til luttakaralistarnar, sum benda á eina rættiliga sterka kapping, sum tær báðar Lea og Jóhanna fáa í Klaipeda.
Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Orkney-oyggjunum í 2025, kunngjørdu nú fyrrapartin her á Facebook, at leikirnir tá verða hin 12. til 18. juli.
Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í kappsvimjing á Langgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli 2021, nú sum partur av eisini Føroyaleikum 2021.
Evropeiska svimjisambandið LEN skipar nú hin 6. til 11. juli 2021 fyri Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021, í samstarvi við italska svimjisambandið FIN, í Róm í Italia. Fyri Føroyar luttaka Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard, bæði úr Havnar Svimjifelag.
Altjóða svimjisambandið hevur í dag kunngjørt eitt nýtt regluverk kallað “Rules on the Protection from Harassment and Abuse”, sum skal verja okkum øll ímóti ágangi og misnýtslu, ið fáast við svimjiítrótt. Hesar reglur eru í tráð við tilsvarandi útmelding frá altjóða olympisku nevndini IOC um “Harassment and Abuse in Sport”, og skulu innførast eisini í limalondunum hjá FINA, annaðhvørt við at nýta reglurnar hjá FINA sum tey eru, ella við at innføra tilsvarandi reglugerð.
Aldursflokkameistaramót Íslands er nú í vikuskiftinum í Akureyri, við beinleiðis sjónvarping á YouTube-rásini hjá Sundsambandi Íslands. Har er mær vitandi eingin føroysk luttøka – men fyri tað er tað stuttligt at fylgja við 🙂
Nýkosni FINA-forsetin undirskrivaði í dag avtalu um bygging av svimjihyli í Butan, og um samstarv til at fáa í lag ein menningardepil í Suðurafrika. Hetta sum liður í ætlanini hjá nýggja forsetanum, at styrkja um menningarpartin av virkseminum hjá FINA, og at stuðla serliga teimum sum hava tørv á tí.
FINA skrivar at svimjihylurin í Butan verður hin fyrsti nakrantíð í landinum, sum tá má vera soleiðis til rættiliga svimjing, við tað at finnast hyljar í hotellum og líknandi. Hann verður bygdur í høvuðsstaðnum Thimpu, sum liggur í 2400m hædd, á markinum til Himalaia. Har stendur einki um hvussu stórur hylurin er.
AP skrivar her, at italski Gregorio Paltrinieri hevur fingið staðfest mononukleosu, nú bara 1 mánaða áðrenn hann eftir ætlan skal verja sítt OL-meistaraheiti í 1500 metra frísvimjing. Tí luttekur hann heldur ikki á Sette Colli stevnuni í Rom nú í vikuskiftinum, í vón um at koma fyri seg til OL í Tokyo.
Mononukleosa er kanska betri kend sum ‘mussisjúka’ (kyssesyge á donskum, kissing disease á enskum), og er (so vítt eg veit) ikki nøkur serliga vandamikil sjúka, tó so at tann sjúki vera eymur og troyttur í vikur og kanska mánaðir.
Her er ein video við Paltrinieri frá í september 2020, nakað aftaná at hann hevði svomið heimsins næstskjótastu tíð yvirhøvur, í 1500 frí.