Sun Yang aftur dopingdóm, stytri enn seinast men tó útistongdur frá OL í Tokyo í summar

Altjóða ítróttardómstólurin CAS hevur nú dømt umaftur í málinum millum WADA og Sun Yang og FINA, so at hann nú er útistongdur í 4 ár og 3 mánaðir (t.e. 51 vikur) frá 28. februar í 2020 at rokna. Hetta er væl minni enn bannið sum hann upprunaliga fekk, á 8 ár – men tó so mikið leingi at hann í øllum førum ikki fær luttikið á OL í Tokyo í summar, og kanska heldur ikki á OL í París í 2024.

Lesið t.d. her í The News & Observer

Úttøka til NMU 2021 í Klaipėda, Litava

Svimjisambandið hevur givið fylgjandi svimjarum tilboð um úttøku til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, sum verður í Klaipėda í Litava hin 10. og 11. juli 2021:

  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS)
  • Heini M. Askham (2006, Ægir)

Aftaná fund við foreldrini um møguligar avbjóðingar av korona og so framvegis, hava Lea og Jóhanna valt at takka ja, meðan Róa og Heini heldur fara til FM/JM og Føroyaleikir.

Ferðaleiðarar verða eitt foreldur hjá hvørjum svimjara, meðan venjarin verður nýggi landsliðsvenjarin, Kristian Martin Joensen.

Landsliðið fer úr Føroyum fríggjadagin hin 9. juli, og er aftur mánadagin hin 12. juli.

Við fyrivarni fyri støðuni við korona, sjálvsagt.

Image by drakonas from Pixabay

Úttøkuskipan til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu á stuttgeil, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum, frá 16. til 21. desember 2021. Sjálvsagt við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Image by Jörg Peter from Pixabay

Úttøka til EJM 2021 í Róm

Svimjisambandið hevur úttikið fylgjandi svimjarar til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í svimjing 2021, sum verður í Róm í Italia hin 6. til 11. juli 2021:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Havnar Svimjifelag
  • Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Havnar Svimjifelag

Ferðaleiðari verður Hjørdis Sólbjørg Mortensen, og venjari Panagiotis Christou.

Landsliðið fer eftir ætlan úr Føroyum sunnudagin hin 4. juli, og kemur heim aftur mánadagin hin 12. juli.

Við fyrivarni fyri at støðan við koronu loyvir tí.

Image by Mathewsky from Pixabay

Beinleiðis frá úttøkustevnuni til OL í svimjing í opnum vatni

Setubal í Portugal er aftur hesaferð vertur fyri avgerandi úttøkustevnuni til OL í svimjing í opnum vatni, sum tey vóru tað eisini til OL í 2012 og 2016. Nøkur pláss eru longu avgjørd, ella á annan hátt uppá pláss tí at t.d. OL-vertslandið Japan fær tvey pláss fyri at hýsa stevnuna; men eini 15 eru so at fáa avgjørd nú.

Kvinnurnar byrja kl 15:40 í dag, meðan mennirnir fara at royna seg í morgin. Teinurin er 10 km, sum í OL-høpi verður kallað fyri ‘marathon-teinurin’.

FINA

IOC ásett strangar koronareglur fyri luttøku á OL í Tokyo

Altjóða olympiska nevndin hevur ásett rættiliga strangar koronareglur fyri luttøku á Olympisku Leikum í summar, so sum at íðkararnir mugu halda seg til at vera í ‘olympisku bygdini’ tá ið tey ikki venja ella kappast, at tey verða trackaði við GPS, at tey skulu vera í masku so gott sum allatíð, og at tey skulu koronatestast hvønn dag. Um tey ikki gera sum umbiðið, so kunnu tey fáa eina ávaring ella útilokast frá OL, umframt at tey kunnu kolldømast og um neyðugt eisini fáa bót.

https://youtu.be/mEiKmvppKXo

Rok í avstralsku svimjingini vegna ákærur um eitrandi umhvørvi

Nú seks vikur áðrenn OL, og meðan tey kappast um úttøku til hesa somu stevnu, er rumbul í avstralsku svimjingini vegna ákærur um eitrandi umhvørvi.

https://youtu.be/_ygGy0bpjmk

Sovorðið sum at ein 11-ára gomul varð straffað við einum rennitúri á 10 kilometrar fyri at hava etið ein ís, og at ein drongur í tannárunum varð eyðmýktur við at verða kravdur at skula svimja í svimjidrakt, ‘tí at hann vandi sum ein genta’.

Fyrrverandi landsliðssvimjarin Madeline Groves hevur beinleiðis trekt seg frá OL-úttøkustevnuni, við hvøssum ákærum um konufólkahatur og annað.

Avstralska svimjisambandið svarar til ákærurnar, at tey ikki vistu um hetta sum Groves nú kemur við.

https://youtu.be/3boHBqE3SW8

Úrslit frá Atlantic Open 2021

Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 11. til 13. juni 2021, við góðari hjálp frá eisini restini av føroysku svimjifeløgunum.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se umframt her á SwimRankings

Atlantic Open 2021
Continue reading Úrslit frá Atlantic Open 2021