Luttakaralistar til Atlantic Open 2021

Her er listarnir yvir luttøkuna á Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Páls Høll í Vági nú í vikuskiftinum hin 11. til 13. juni. Hendan stevna er seinasta freist at klára kravtíð til EJM og NMU 2021, sum verða ávíkavist í Rom í Italia og í Klaipeda í Litava, alt sjálvsagt við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Luttakaralistarnir síggjast eisini her á livetiming.se, sum er skipanin har vit eisini fara at kunna síggja úrslitini beinleiðis meðan kappast verður, umframt at kunna sláa upp í aftaná. Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF.

Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2021

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya ætlar at skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli 2021.

Hendan stevnan verður sum kunnugt partur av eisini fyrstu Føroyaleikum, sum feløgini mugu minnast at melda til eisini, við hesari tilmeldingarskipanini.

Sjálvsagt við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Vegna starvsnevnd og svimjinevnd SSF

Rókur

Lovandi lyfti frá nýggja FINA forsetanum

Altjóða svimjisambandið FINA hevði nú leygardagin hin 5. juni sín árliga aðalfund, har skráin í ár beyð uppá serliga val av nýggjum FINA forseta við starvsnevnd, fyri næstu 4 árini. Nýggi forsetin lovar munandi broytingar innan FINA, við meira stuðul til limalond og íðkarar, meðan FINA sjálvt skal spara.

Continue reading Lovandi lyfti frá nýggja FINA forsetanum

Atlantic Open 2021 enn á skrá til 11. – 13. juni 2021

Góðu tit øll,

Vit hava spurgt okkum fyri hjá koronaráðgevingini, sum sigur at um støðan komandi dagarnar er líka so góð sum nú, so er ráðiligt at skipa fyri ítróttartiltaki komandi vikuskifti.

Tí fyrireika vit okkum enn uppá at skipa fyri Atlantic Open 2021 í Vági, nú komandi vikuskifti hin 11. til 13. juni 2021.

Tilsamans eru tey 58 tilmeldaðir svimjarar, sum øll eru heimabúgvandi í Føroyum, umframt neyðugu dómarar og hjálparfólk.

Vit ætla at stroyma frá øllum stevnupørtum, so at fólk kunnu fylgja við heiman í frá, heldur enn at skula í høllina at hyggja.

Øll sum ætla sær at møta til stevnuna, verða uppá tað harðasta mælt til at umhugsa sína støðu, í mun til sína heilsustøðu, og hvønn smittuvanda sum tey nú einaferð hava verið í.

Skuldi støðan verði verri, so verða vit sjálvsagt noydd at annaðhvørt útseta ella avlýsa.

Við svimjikvøðu

Rókur

Svimjisambandið sett landsliðsvenjara

Svimjisamband Føroya hevur í dag sett Kristian Martin Joensen úr Havn sum landsliðsvenjara fyri føroyska svimjilandsliðið, at byrja beinanvegin. Avtalan gongur fyribils fram til og við summarið 2022, sum við hesum tá vónandi verður eitt spennandi og mennandi ár fyri føroyskar landsliðssvimjarar.

Continue reading Svimjisambandið sett landsliðsvenjara

Hevur Borodin uppfunnið ein nýggjan máta at svimja crawl?

18 ára gamli Ilya Borodin úr Russlandi varð evropameistari við nýggjum juniorheimsmeti í 400 blandað, tá ið EM á langgeil var í Budapest nú í mai. Og heldur áhugavert, so tað var við einum rættiliga serligum svimjistíli í crawl-partinum av greinini, har hann blandar uppí eitt slag av firvaldaspark tá ið hann andar.

Sí videoina niðanfyri.

Tað minnir um spark sum vit onkuntíð síggjast hjá nýbyrjarum, til at kunna halda sær uppi og á kós, tá ið tekniskar feilir annars fáa svimjaran at vilja søkka ella sleingjast. Men, Borodin er uppá ongar mátar nakar nýbyrjari, hóast sín unga aldur, og svimur týðiligvís skjótt eisini hóast hatta sparkið.

Continue reading Hevur Borodin uppfunnið ein nýggjan máta at svimja crawl?

Korona nær at eisini okkum í svimjingini

Góðu tit øll

Havi júst nú frætt um koronasmittu nær eisini okkum í svimjingini, og velji tí at senda út hesi boð.

Í sambandi við svimjistevnuna í gjár og fyrradagin, var Suðuroyar Svimjifelag leygarkvøldið úti og át eitt stað har eisini ein róðrarmanning var, sum nú er staðfest at hava havt koronasmittu ímillum sín.

Tey í Suðuroyar Svimjifelag hava tí fingið boð frá myndugleikunum um øll at lata seg testa, og kontakta nú tey sum tey hava verið nær at eisini.

Sum eg skilji tað, so er eingin smitta enn staðfest millum okkum í svimjingini – men ansið eftir um tit føla nakað, fylgið tilmælunum, og takið eina test um tit ivast.

Vinarliga

Rókur

PS. Nú seinni frættist at eitt starvsfólk í svimjihøllini hevur fingið staðfest korona. Tey eru vanliga ikki í høllini tá ið stevna er; men tess meira orsøk at vera fyrivarin.

person putting a drop on test tube
Photo by Martin Lopez on Pexels.com