Trífaldaði Olympiski meistarin tosar her við amerikansku sjónvarpsrásina CBS, um hvussu týdningurin av at kunna svimja – ella at kunna læra at svimja – undir tryggum umstøðum, uppvigar tann sera lítla vandan fyri at kunna verða smittaður við korona í svimjihyli. Forrestin eitt áhugavert hagtal sum tey nevna har – at førleikin at kunna svimja, minkar um vandan fyri at drukna við 88 prosentum.
Author: rokur
Hatta var EM 2021
Evropeiska meistarastevnan 2021 er nú liðugt avgreidd í Budapest, og hóparnir fara so smátt at finna sær leiðina heimaftur. Vit hava ikki enn frætt um nakran trupulleika við korona, út yvir at fýra kvinnuligir svimjarar máttu verða verandi heima í Turkalandi, tí at tær stutt áðrenn fráferð høvdu fingið staðfest korona.

Okkara egna Signhild Joensen kláraði seg eftir umstøðunum væl, har í meldrinum við ymiskum avbjóðingum eisini uppundir stevnuna, so sum hatta við at venjarin noyddist at melda avboð. Serliga íslendingar hava her verið hjálpsamir, og er tað væl hugsandi at tann succés’in verður endurtikin aftur onkra aðru ferð 🙂
Photo courtesy of Giorgio Scala / Deepbluemedia / Insidefoto
Finski Ari-Pekka Liukkonen EM-gull í 50 frí
Ari-Pekka Liukkonen megnaði í dag at vinna EM-gull í 50 metra frísvimjing á langgeil, sum fyrsti finni síðani Jere Hard tók gullið í 50 firvald á EM í Berlin í 2002. Har vóru nógv onnur spennandi úrslit eisini í kvøld, men er hetta kanska eitt sindur serligt fyri okkum norðurlendingar, at ein norðurlendskur maður er ‘við’ aftur.
Lesið samandráttin hjá evropeiska svimjisambandinum her á len.eu

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Úrslit frá HS Open 22. og 23. mai 2021
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 22. og sunnudagin 23. mai 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net
Alt í alt vóru tey 81 svimjarar úr 5 feløgum sum luttóku tilsamans 552 ferðir í 36 kappingum á hesi stevnu. Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr HS átti besta avrik av øllum, tá ið hon í 100 rygg svam seg til 1:01.86 og 698 FINA stig í 100 rygg.

SSÍ samrøða við Signhild aftaná 200 rygg í Budapest
Ein samrøða við Signhild Joensen sum Hörður J. Oddfríðarson úr Sundsamband Íslands gjørdi, nú aftaná at hon hevði svomið sína triðju og síðstu grein á EM 2021 í Budapest, sum var 200 metra ryggsvimjing.
Benedetta Pilato 29.30 og nýtt heimsmet í 50 bringu
16 ára gamla Benedetta Pilato úr Italia setti í dag nýtt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í hálvfinaluni á EM 2021 í Budapest svam hesa grein uppá 29.30 sekund, har amerikanska Lilly King átti heimsmetið á 29.40 sekund. Úrslitið er neyðturviliga eisini bæði evropeiskt met, stevnumet og juniormet bæði fyri evropearar og fyri allan heim, sum hon so kann royna at betra um eisini í finaluni í morgin. Sí úrslitalistan her

Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Signhild 2:18.50 í 200 rygg á EM 2021 í Budapest
Signhild Joensen royndi seg nú fyri løtu síðani í 200 metra ryggsvimjing Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og varð har nummar 32 av 36 við tíðini 2:18.50. Hetta er besta tíð sum Signhild hevur svomið í hesi grein í ár, har hennara allarbesta tíð er føroyska metið á 2:14.01 frá Danish Open í 2017. Sí úrslitalistan her

Hörður J. Oddfríðarson eigur myndina
Hetta var triðja og síðsta grein hjá Signhild á hesum EM, undir heldur serligum umstøðum, vegna koronaavmarkingar og tað at hon eisini tí endaði við at verða einsamallur luttakari úr Føroyum. Nú kunnu tær báðar í Budapest njóta síðstu kappingar á hesi stevnum, áðrenn leiðin gongur norðureftir aftur mánadagin.
Startlisti til HS Open 22. – 23. mai 2021
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 22. og sunnudagin 23. mai 2021. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Kathleen Dawson vann (tíbetur) báðar EM-finalurnar í 100 rygg í kvøld
Evropeiska svimjisambandið LEN hevur nú lagt sín samandrátt út fyri dagin í dag, sum millum annað forklárar tað sum hendi í EM-finaluni fyri kvinnur í 100 metra ryggsvimjing. Trupulleikin var, at tekniskur trupulleikar vóru við starthátalararnar aftanfyri nakrar av skamlunum, sum gjørdu at í øllum førum svenska Louise Hansson ikki hoyrdi startin, og tí byrjaði væl seinni enn restin.

Sviar klagaðu um hetta, og valdu LEN tá at ógilda hesa tá longu svomnu finalu, fyri at tær síðani skuldu royna aftur eina góða løtu aftaná síðstu kappingar í hesum finaluparti. Tær sóu allar eitt sindur muttar út, tá ið tey traðkaðu inn til hesa endurtøku av finaluni; men tíbetur endaði tað við at somu dámur vunnu gull og bronsu, meðan niðurlendska Kira Toussaint trakk nittuna og misti sítt silvurmerki.
Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Gøla á EM 2021 – Finalan í 100 rygg fyri kvinnur má svimjast umaftur
Eg náddi ikki meira enn at rósa ungarum, so kiksaði tað ógvusliga hjá teimum ella LEN: Nú sita vit og bíða eftir at kvinnurnar skulu svimja finaluna í 100 metra ryggsvimjing umaftur, tí at har var okkurt í startinum sum órógvaði, so at sviar hava klagað og nú fingið viðhald.
Bretska Kathleen Dawson vann tá finaluna við nýggjum stevnumeti 58.18; men nú er tað líkamikið, tí nú skal finalan svimjast av nýggjum. Svimjarnarnir mugu neyðturviliga fáa eina steðg áðrenn teir eru klárir at svimja hesa finalu umaftur, og tí er steðgur nú til kl 19:45 føroyska tíð.
Lesið her á SwimmingWorld, og fylgið við her á LEN TV All
