Fakfelagið hjá 6000 læknum í Tokyo biður nú altjóða olympisku nevndina um at avlýsa Olympisku Leikir í Tokyo, tí at tey ‘hava hendurnar fullar og nærum einki pláss eftir at kunna geva’. Trupulleikin er fyrst og fremst korona, har staturin hevur verið noydd at leingja lýstu undantaksstøðu til hin 31. mai; men eisini at summarhitin fer at koma nú, sum altíð krevur sítt. Lesið t.d. Reuters
Author: rokur
Kliment Kolesnikov 23.93 og nýtt heimsmet í 50 rygg
So byrjaði kappsvimjingin á EM 2021 í Budapest, har vit í finalupartinum í kvøld sóu millum annað Katinku Hosszu vinna sítt 15. evropameistaraheiti, umframt at russiski Kliment Kolesnikov setti eitt søguligt heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, frá 24.00 sum hann svam á EM í Glasgow í 2018, til nú at vera hin fyrsti svimjari nakrantíð undir 24 sekund. Sí úrslitini her, umframt tíðindi her

Photos courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Ein heilsan til tykkum í fremstu røð
Her er ein mynd úr Duna Arena í Budapest, har Signhild og Rannvá eru komnar væl uppá pláss. Ungarsku fyriskipararnir hava gjørt ein vegg við heilsanum á hesum mongu ymisku málunum sum luttaka á EM, til tykkum øll sum stríðast í fremstu røð, hóast og vegna korona.

Í okkara føri fingu vit góða hjálp til týðingina frá Facebook-bólkinum “Føroysk rættstaving” – og ungarar fingu strang boð um at fáa stavirnar rættar, sum tey týðiligvís eisini kláraðu 🙂
Luttakaralistin klárur til EM í kappsvimjing 2021
Tekniski fundurin er avgreiddur, har síðstu frámeldingar kundu gerast, og luttakaralistin er tí almannakunngjørdur her á úrslitasíðuni hjá stevnuni, har vit millum annað síggja føroysku Signhild Joensen tilmeldaða í 50, 100 og 200 rygg.

Úrslitini fara at kunna síggjast har á úrslitasíðuni, umframt at LEN nú hevur almannakunngjørt eitt nýtt app til fartelefonir við Android ella iOS, so at lættari verður at fylgja við eisini haðani.
Continue reading Luttakaralistin klárur til EM í kappsvimjing 2021Paltrinieri nú eisini kongur av svimjing í opnum vatni
Hóast tey ikki enn eru komin til sjálva kappsvimjingini í svimjihyli, so er forsvarandi OL-meistarin í 1500 frí nú longu trýfaldur evropameistari á EM í Budapest, eftir at hann mikudagin og hósdagin vann fyrst gull í 5 km og síðani 10 km svimjing í opnum vatn, fyri so í dag at hava vunnið gull í eisini 5 km liðsvimjingini.

Hóast hann hevur gjørt vart við seg nú nakrar ferðir eisini í svimjing í opnum vatni, so var sigurin mikudagin faktiskt hansara fyrsta stóra meistaraheiti í sovorðnari svimjing – og nú hevur hann so gjørt hat-trick við at taka trý evropameistaraheiti uppá fýra dagar.
Í morgin fara tey at royna seg í 25 km svimjing í opnum vatni – men har er Paltrinieri ikki tilmeldaður, sum er væl skilt nú hann ætlar at vera við eisini í kappingunum í 800 og 1500 metra frísvimjing í svimjihyli, longu nú frá týsmorgni av.
Photos courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Føroysku Oyggjaleikir fingið samleika – Eita nú Føroyaleikir
ÍSF hevur saman við lýsingarstovu ment nýggjan samleika til Føroysku Oyggjaleikirnar, at framyvir eita Føroyaleikir, ella á enskum Faroe Games. Búmerkið er eitt tjaldur og annars í føroyskum litum.

Svimjisambandið hevur valt at flyta árliga FM á langgeil til hesar fyrstu Føroyaleikir, at vera í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli. Til nú hava eini 126 boðað frá luttøku, harav 65 svimjarar.
Beinleiðis stroyming frá EM 2021 í Budapest
UPDATE – LEN hevur skift til at stroyma frá nýggju netrásini All Aquatics
Evropeiska svimjisambandið stroymar her á len.eu, ókeypis frá allari Evropameistarastevnuni 2021, sum útyvir kappsvimjing eisini umfatar listarliga svimjing, útlop av vippu og svimjing í opnum vatni.
Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Innbjóðing til Atlantic Open 2021
Her er innbjóðing til Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, fríggjakvøldið til sunnudagin hin 11. til 13. juni 2021. Við fyrivarni fyri støðuni við korona.

Pia Holmen loysir frá posabandinum
Aftaná mestsum tøgn síðani uppsøgnina fyri góðum ári síðani, loysir fyrrverandi stjórin fyri Dansk Svømmeunion Pia Holmen nú frá posabandinum, í hesi samrøðu á DR4 sum hon sigur verður hennara einasta um hetta málið.
So er tað EM 2021
Í morgin byrjar Evropameistarastevnan 2021 í Budapest, sum eftir røttum skuldi hava verið í 2020, men sum kunnugt varð útsett vegna korona. LEN reypar um metstóra luttøku, har 51 av 52 limalondum hava fráboðað luttøku, íroknað Føroyar við Signhild Joensen.
