Svimjararnir á NTC heita nú á feløgini um at fella sitandi nevnd í Dansk Svømmeunion

Tað er aðalfundur í danska svimjisambandinum í morgin, har eitt høvuðsevni er uppskot um misálit frá 26 feløgum á sitandi starvsnevnd, og annars kampval um allar postar í starvsnevndini.

Sitandi formaður hevur longu langt síðani fráboðað, at hann fer frá, og nú í dag hava so svimjararnir á ‘det Nationale TræningsCenter’ skrivað eitt opið bræv til feløgini, um at tey so í øllum førum ikki hava álit á sitandi starvsnevnd.

Sí eisini Jyllands-Posten, Ekstra Bladet, DR og TV2

Tilfar um aðalfundin sæst her á heimasíðuni hjá Dansk Svømmeunion, har víst verður til eisini valfundir hin 15. og 19. apríl, har hesi ymisku sum stilla upp fingu forklárað seg.

Continue reading Svimjararnir á NTC heita nú á feløgini um at fella sitandi nevnd í Dansk Svømmeunion

Signhild 2:18.62 og nr 4 í 200 rygg á Danish Open 2021

Signhild Joensen royndi seg í kvøld í A-finaluni í 200 metra ryggsvimjing á Danish Open 2021, og varð har nr 4 við tíðini 2:18.62. Sí úrslitalistan her

Signhild eigur sjálv føroyska metið á 2:14.01, frá Danish Open í 2017.

Hervið er Danish Open avgreitt fyri Signhild Joensen á hesum sinni, og er næsta avbjóðing hjá henni EM í Budapest í mai mánaða.

Lógarbroyting skal verja danskar úrvalsíðkarar betri

Við beinari tilvísing til sokallaðu ‘svimjisakina’, skrivar danska mentamálaráðið her um eina lógarbroyting samtykt í Fólkatinginum í dag, at hendan skal geva donskum úrvalsíðkarum tryggari kor.

Millum annað skal Team Danmark seta á stovn eina sjálvstøðuga ein sum íðkararnir kunnu venda sær til, um tey meta seg vera fyri óhóskandi atburði. Lesið t.d. her í Vejle Amts Folkeblad

Continue reading Lógarbroyting skal verja danskar úrvalsíðkarar betri

Signhild 2:20.20 og í A-finalu í 200 rygg á Danish Open 2021

Signhild Joensen royndi seg nú fyrrapartin í innleiðandi 200 metra ryggsvimjing á Danish Open 2021, og svam seg har til A-finaluna við tíðini 2:20.20, sum var sættbesta tíð millum tær 13 luttakandi. Signhild eigur sjálv føroyska metið á 2:14.01, frá Danish Open í 2017. Sí úrslitalistan her

Signhild 29.68 og nr 6 í 50 rygg á Danish Open 2021

Signhild Joensen royndi seg í gjárkvøldið í A-finaluni í 50 metra ryggsvimjing á Danish Open 2021, og svam seg har til eitt sættapláss við tíðini 29.68. Hetta var 12 hundraðpartar av einum sekundi betri enn hennara innleiðandi tíð á 29.80 sekund, og bara 14 hundraðpartar av einum sekundi frá hennara føroyska met á 29.54, frá Evropameistarastevnuni í Glasgow í 2018. Sí úrslitalistan her

FINA kunngjørt búmerkið til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

FINA hevur í morgun kunngjørt búmerkið til HM á stuttgeil 2021, sum eftir ætlan verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum hin 16. til 21. desember 2021. Búmerkið ímyndar ein svimjara, bygdur upp við perlum, til at minna aftur á hetta aldargamla starvið har um leiðir, sum var at kava eftir perlum. Sí FINA

SmartPaddle-greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum

Her er ein rættiliga áhugaverd greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum, sum vit í Svimjisambandinum hava fingið gjørt við hjálp av okkara nýinnkeyptu SmartPaddle-útgerð, og finska granskaranum sum hevur mennt hesa útgerð.

Continue reading SmartPaddle-greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum

Flogfar frá 2. veraldarbardaga neyðlendi út fyri strond í Florida

Tað sá øgiligt út, tá ið hetta endurgjørda Grumman TBM Avenger bumbuflogfarið mátti neyðlenda út fyri baðistrondini Cocoa Beach í Florida, heilt nær baðigestum. Lesið t.d. Newsweek

https://youtu.be/xorG-plCRmE

Flogfarið luttók í ársins “Cocoa Beach Air Show“, men mátti neyðlenda vegna tekniskar trupulleikar; og gjørdi piloturin tað so mikið væl, at tað verður samanborið við neyðlendingini hjá Chesley “Sully” Sullenberger á sinni.

Continue reading Flogfar frá 2. veraldarbardaga neyðlendi út fyri strond í Florida

Signhild 29.80 og víðari til A-finalu í 50 rygg á Danish Open 2021

Signhild Joensen svam seg í dag víðari til A-finalu á Danish Open 2021, tá ið hon í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 29.80 svam seg til eitt fyribils 6. pláss millum tær 21 luttakandi.

Signhild eigur føroyska metið á 29.54, frá Evropameistarastevnuni í Glasgow í 2018. Tíðin í morgun var hennara 7. besta nakrantíð, og 12. ferð at hon er farin undir 30 sekund í 50 metra ryggsvimjing á langgeil.

Finalan verður einaferð seinni í dag.

Signhild 1:03.58 og nr 6 í 100 rygg á Danish Open 2021

Signhild Joensen royndi seg í kvøld í A-finaluni í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open 2021, og varð har nr 6 við tíðini 1:03.58. Sí úrslitalistan her

Hetta var eitt vet spakuligari enn hennara 1:03.54 frá innleiðandi riðlunum fyrr í dag, men enn ein klassatíð hjá henni.

Signhild eigur føroyska metið á 1:03.01, har tær báðar tíðirnar í dag eru hennara 11. og 12. bestu nakrantíð.

Næstskjótasta føroyska kvinna nakrantíð, er Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag, sum í Vági nú í apríl svam 1:05.60.