Úrslit frá HS-stevnuni 17. apríl 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, í dag leygardagin hin 17. apríl.

Gevið gætur, at 25m-kappingarnar vórðu skipaðar sum stuttleikakappingar, ið tí ikki geva FINA-góðkend úrslit. Hinar longru vóru skipaðar sambært reglunum, og eru tí eisini at finna her á SwimRankings

Signhild 1:03.54 og víðari til A-finalu í 100 rygg á Danish Open 2021

Signhild Joensen svam seg í dag víðari til A-finalu á Danish Open 2021, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing við tíðini 1:03.54 svam seg til eitt fyribils 6. pláss millum tær 25 luttakandi. Sí úrslitalistan her

1:03.54 er 11. besta tíð sum Signhild nakrantíð hevur svomið, har tær bestu er hennara føroyska met á 1:03.01, sum hon fyrst setti á Bergen Swim Festival 2018, og síðani svam ájavnt við á Bergen Swim Festival í 2019.

Finalan er nú einaferð seinnapartin – Tað er drúgt at fylgja við, og óivað eisini at luttaka, nú tey mugu tøma høllina fyri svimjarar millum hvørja kappingargrein, og spritta av og so framvegis.

Enn galið við vigingum í danskari svimjing

Danska svimjisambandið hevur fingið gjørt eina trivnaðarkanning, har 30 svimjarar úr einum hópi á 547 spurdum siga, at tey í 2019 og 2020 hava upplivað almenna viging. Hesi 30 eru úr 8 feløgum, og nýggi stjórin hjá danska svimjisambandinum hevur tí verið í samband við hesi, til at fáa tey at halda uppat við hesum. Lesið her á dr.dk, og sí eisini trivnaðarkanningina her

blue tape measuring on clear glass square weighing scale
Photo by Pixabay on Pexels.com