Íslendska meistarastevnan útsett, EM-hópurin tí fyribils valdur út í frá undanfarnum stevnum

Nú íslendsku korona-avmarkingarnar vórðu herdar aftur hin 25. mars, so hava tey verið noydd til at útseta íslendsku meistarastevnuna, sum skuldi vera hin 9. til 11. apríl, til vónandi at kunna í staðin verða hin 22. til 25. apríl.

Hetta byrjar tó at vera so mikið nær sjálvum EM, at tey hava valt at taka út ein hóp út í frá úrslitum svomin á stevnum í februar og mars, upp á tað at tey so ikki svimja spakuligari enn 1.5% frá EM-kravinum á komandi íslendsku meistarastevnuni.

Lesið her á sundsamband.is

cold iceland snow city
Photo by Gylfi Gylfason on Pexels.com

EM fyri Masters avlýst

LEN hevur nú alment kunngjørt, at ætlaða EM fyri Masters er avlýst, sum annars skuldi vera í forleingilsi av EM nú í mai mánaða. Avlýsingin er vegna støðuna við korona, har tey umhugsaðu eisini at útseta hetta EM fyri masters til í august mánaða, men so endaðu við at velja hin møguleikan, sum var at avlýsa hesa stevnu.

building near body of water
Photo by Dominika Gregušová on Pexels.com

Tað sum ger EM fyri Masters enn meira avbjóðandi enn t.d. vanliga EM, er at tað til EM fyri Masters eru vanliga nógv fleiri luttakarar, sum enntá í stóran mun koma til sum einstaklingar, heldur enn sum partur av einum størri liði. Ungarsku fyriskipararnir mettu tað ómøguligt at skipa hetta korona-trygt, og varð tað tí avlýst.

EM í svimjing er tó enn á skránni, at verða í Budapest hin 10. til 23. mai 2021.

Pellegrini italskur meistari í 200 frí fyri 16. ferð síðani 2004

Hetta er rættiliga einastandandi – italska Federica Pellegrini kvalifiseraði seg í dag til sítt fimta OL, tá hon fyri 16. ferð varð italskur meistari í 200 frí, rættiliga yvirbevísandi eisini við tíðini 1:56.69 frammanfyri Margherita Panziera sum svam 1:59.13.

Hon vann sítt fyrsta italska meistaraheiti í greinini sum 15 ára gomul í 2004, og hevur verið ósigrað har líka síðani, líka við undantaki av 2008 tá ið hon ikki luttók á hesi stevnu, og í 2018 tá ið hon ikki luttók í 200 frí.

https://youtu.be/6nrJ-9xqiHo

Klárt at melda til FINA dómaraskeiðið 2021

Her er tilmeldingarskjalið í sambandi við FINA dómaraskeiðið á netinum in 7. til 9. mai 2021, sum SSF og FINA skipa fyri undir leiðslu av altjóða yvirdómaranum Jens-Christian Iversen.

Sí viðfestu skrá, vit vóna at síggja millum 20 og 30 av okkara trúføstu dómarum á hesum skeiði, sum ikki vóru á tilsvarandi skeiði í 2019.

Continue reading Klárt at melda til FINA dómaraskeiðið 2021

Noyddir at svimja tvær ferðir umaftur um finalupláss

Eitt rættiliga vanligt í kappsvimjing er, at um tveir svimjarar fáa somu tíð sum røkkur til síðsta pláss í finalu, so fáa teir møguleika at royna umaftur. Tað sum tó ikki hendir ofta, er at teir tá aftur fáa somu tíð í umsvimjingini … og tí mugu royna eina ferð afturat.

Continue reading Noyddir at svimja tvær ferðir umaftur um finalupláss

Innbjóðing til ABMS 2021

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2021 (ABMS 2021), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 30. apríl til 2. mai 2021.

ABMS 2018 í Klaksvík

Her manglar enn at fáa ásett lyklapersónar so sum kappingarleiðari og yvirdómari – tað verður væntandi heilt skjótt.

Við fyrivarni fyri støðuni við korona, sjálvsagt.

Nýtt um NMU, NOM og NM/NJM 2021

Limalondini í Nordic Swimming Federation eru nú í ferð við at formliga avtala dagfestingarnar fyri NMU, NOM og NM/NJM 2021, sum í løtuni standa til at skula verða:

  • NMU í Litava hin 10. og 11. juli 2021
  • NOM í Íslandi hin 8. til 10. oktober 2021
  • NM/NJM í Svøríki hin 3. til 5. desember 2021
city dawn sunset water
Photo by Erika Žigutytė on Pexels.com
Continue reading Nýtt um NMU, NOM og NM/NJM 2021

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 27. mars 2021 sín árliga aðalfund, í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Símun Michael Sørensen og Ólavur Hansen stóðu fyri vali, umframt tiltakslimur Dann Hjelm. Allir tríggir vórðu afturvaldir.

Continue reading Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021