Innbjóðing til SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021

Her er innbjóðingin til svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2021”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. apríl 2021. Hetta vikuskifti er síðsta freist at klára kravtíð til EM í Budapest í mai mánaða, umframt at hendan stevna er góðkend sum úttøkustevna til OL í Tokyo, umframt til HM á stuttgeil í Abu Dhabi í desember, og til HM á langgeil í Fukuoka í juli 2022.

Gevið gætur, at úttøkuskipanirnar ikki enn eru klárar til nevndu HM á stuttgeil og langgeil, umframt at SSF vanliga krevur at kravtíðirnar verða kláraðar í viðkomandi hyljalongd (tvs. til stuttgeil á stuttgeil, og til langgeil á langgeil). Ein kravtíðarstevna í apríl er hartil uttanfyri vanliga kravtíðarskeiðið til summarið árið eftir – Men vit valdu at bara søkja um góðkenning til allar hesar stevnur frá FINA, ífall at tað skuldi verða viðkomandi.

Dagførd úttøkuskipan til OL í Tokyo

Her er dagførda úttøkuskipanin til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo, sum avtalað millum DOK/DIF og Dansk Svømmeunion, við tillaging nú í sambandi við útsetingina til í summar 2021:

https://www.svoem.org/_files/Dokumenter/sportsafdelingen/kravtider/senior/2021/aftaleomnationalekvalifikationskravudtagelseskriterier2021svm.pdf

olympic figure
Photo by Frans Van Heerden on Pexels.com

OL í Tokyo verður uttan áskoðarar

Japanska stjórnin hevur sambært Kyodo News avgjørt, at útihýsa áskoðarum frá øðrum londum, á Olympisku Leikum í Tokyo í summar. Hetta sambært offisiellum keldum sum tó ynska at verða ónevndar, og sjálvsagt vegna vandan fyri koronasmittu. Formliga avgerðin verður sum skilst tikin í næstu viku, á netfundi við altjóða olympisku nevndini.

Signe Bro fyrst at klára danska kravtíð til OL í Tokyo

Danska Signe Bro kláraði nú seinnapartin kravtíð til OL í Tokyo fyri Danmark, tá ið hon í A-finaluni í 100 frí svam teinin uppá 53.83 sekund. Hetta gevur henni ein rættiliga góðan kjans til at verða úttikin til Olympisku Leikir, hóast hon í prinsippinum kann verða svomin av liðnum, ífall at onkur svimur skjótari t.d. á Danish Open í apríl. Sí úrslitalistan her

Umframt Signe, so kláraði Anton Ørskov Ipsen eisini kravtíð til OL, við tíðini 7:52.26 í 800 metra frísvimjing har kravtíðin er 7:54.31. Sí úrslitalistan her

Signhild 1:04.08 og nr 4 í 100 rygg á OL-úttøkustevnuni í Vejle

Signhild Joensen royndi seg nú seinnapartin aftur á OL-úttøkustevnuni í Vejle, og varð har nr 4 í A-finaluni við tíðini 1:04.08. Hendan tíðin gevur 725 FINA-stig, soleiðis at Signhild nú hevur 4 tíðir frá hesi stevnu sum eru kvalifiserandi til EM í Budapest í mai mánaða. Sí úrslitalistan her

Signhild 1:04.47 og nr 4 í innleiðandi 100 rygg á OL-úttøkustevnuni í Vejle

Signhild Joensen royndi seg í morgun aftur á OL-úttøkustevnuni í Vejle, har tað í dag er 100 metra ryggsvimjing sum er á skránni hjá henni. Og tað gekk fínt – hon varð nr 4 við tíðini 1:04.47, og er tí víðari til A-finaluna seinnapartin. Sí úrslitalistan her

Signhild í innleiðandi 100 rygg á OL-úttøkustevnuni í Vejle

Innleiðandi tíðin gevur 712 FINA-stig, og er tí kvalifiserandi til EM í Budapest í mai, har úttikin verða tey bæði av hvørjum kyni, sum innan kravtíðarskeiðið hava rokkið hægstu FINA-stig í einari grein, tó yvir 700 FINA stig.

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 6. mars 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Páls Høll hin 6. mars 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4, har tey heldur serliga svumu uppá tvørs í langhylinum í Vági, nú tað vegna koronatilmælini ikki bar so væl til at hava svimjikapping í skúlahylinum á Tvøroyri.

SuSvim-stevna 6. mars 2021 í Páls Høll. Atli Vestergård eigur myndina
Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 6. mars 2021