Signhild 29.64 og nr 4 í 50 rygg á OL-úttøkustevnuni í Vejle

Signhild Joensen royndi seg fyri løtu síðani í B-finaluni í 50 metra ryggsvimjing á OL-úttøkustevnuni í Vejle, og svam har teir 50 uppá 29.64 sekund. Altso ein betring í mun til hennara 29.96 frá í morgin, sum nú rakk til eitt fjórðapláss og 754 FINA stig. Sí úrslitalistan her

Signhild 29.96 og nr 5 í innleiðandi 50 rygg á OL-úttøkustevnuni í Vejle

Signhild Joensen royndi seg í morgun á serligu OL-úttøkustevnuni í Vejle, sum við hørðum treytum er sett í lag, so at allarfrægastu svimjarar í Danmark kunnu royna eftir kravtíðum til EM í vár og OL í summar. Í morgun tað fyri Signhild í innleiðandi 50 metra rygg, har hon við tíðini 29.96 svam seg til 730 FINA stig og eitt fimtapláss.

Continue reading Signhild 29.96 og nr 5 í innleiðandi 50 rygg á OL-úttøkustevnuni í Vejle

Upp og niður á OL-úttøkustevnuni í Vejle í dag

Tað gekk eitt sindur upp og niður á fyrstadegnum í Vejle í dag, har svimjarar úr Danmark, Íslandi og Føroyum royndu eftir kravtíðum til EM í vár og OL í summar.

Tríggjar danskar damur kláraðu kravtíð til EM í Budapest í mai, meðan Jeanette Ottesen fór heim við akslaskaða, og onnur vóru heilt nær kravtíðunum.

Alexander Aslak Nørgaard svam skjótari enn danska EM-kravið í 1500 frí, fyri síðani at verða kolldømdur fyri tjóvstart, íslendska Snæfríður Sól Jórunnardóttir svam seg til EM og skjótari enn B-kravið til OL, og Signhild Joensen mátti melda frá í 200 rygg.

Sum skilst verður Signhild tó við í 50 rygg í morgin og í 100 rygg í ovurmorgin, vit vóna tað besta.

Úrslitini frá OL-úttøkustevnuni í Vejle síggjast her

Skjótt um SuSvim-stevnuna 6. mars 2021 nú koronutilmælini vórðu linkað

Góðu tit øll,

Fólk spyrja, um nøkur broyting verður við skipanini av SuSvim-stevnuni í morgin, leygardagin hin 6. mars 2021, eftirsum at koronutilmælini nú loyva upp til 200 fólkum at savnast í skipaðum bólkum.

Hetta eftirsum at SuSvim fyrradagin vísti á avbjóðingina, at skipa stevnuna sambært galdandi tilmælum, nú tey vóru heili 115 sum høvdu meldað til kapping. Við áheitan um at tey sum skulu luttaka í seinna partinum, bíða til tey fyrstu eru liðug.

Eg havi tosað við fyriskipararnar í Suðuroy, og skilji at tey ynskja at halda fast við hesi somu skipan, eisini hóast at tilmælini nú eru linkað.

Continue reading Skjótt um SuSvim-stevnuna 6. mars 2021 nú koronutilmælini vórðu linkað

SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 eisini góðkend úttøkustevna til Abu Dhabi 2021 og Fukuoka 2022

Út yvir at nú vera FINA- og DOK/DIF-góðkend úttøkustevna til Olympisku Leikir í summar, so er svimjistevnan “SuSvim Open Apríl 2021” nú eisini góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM (á langgeil) í Fukuoka í mai 2022, umframt til HM á stuttgeil í Abu Dhabi í desember 2021. Umframt at 11. apríl er síðsti dagur at royna eftir úttøku til EM í Budapest í mai.

Continue reading SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 eisini góðkend úttøkustevna til Abu Dhabi 2021 og Fukuoka 2022

Startlisti til SuSvim-stevnuna 6. mars 2021

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll nú leygardagin hin 6. mars 2021, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.

SuSvim heilsar:

Orsakað av at tað eru so nógvar tilmeldingar , 115 🙂, mugu vit halda tilmælini so gott, sum tað letur seg gera.

Tí kunnu tey, ið skulu svimja tann seinna partin, ikki sleppa inn í høllina, fyrr enn at hini eru liðug at svimja.

Men upphiting til seinna partin er kl 12:30, so tað skuldi gingið 🙂

Sissu Petersen fyrsti grønlendingur undir 1 minutt í 100 frí

Nú mánakvøldið skrivaði Sissu Petersen úr Nuuk ítróttarsøgu, tá ið hann sum fyrsti grønlendingur nakrantíð svam 100 metra frí uppá minni enn ein minutt. Hetta í 4×100 frí, har hann sum fyrsti svimjari í sínari liðsvimjing svam teinin uppá 59.7 sekund, á svimjistevnu á stuttgeil í Nuuk. Sí Kalaallit Nunaata Radioa

Bretar skerja sína ‘flaggskips-stevnu’ vegna korona

Bretska svimjisambandið skrivar her um hvussu tey nú eru noydd at skerja sína størstu stevnu í árinum, so at hon nú ‘bara’ er úttøkustevna heldur enn eisini bretska meistaraheitið, og so at har ikki longur er nøkur juniormeistarastevna. Trist at lesa … og eitt sindur ófrættakent eisini, hetta sum tey skriva um EJM og HJM:

Given this very specific focus of the event, we feel we can no longer call this a British Championships, hence the revision of the event title to the 2021 British Swimming Selection Trials.

We have also removed the junior-specific element of the Trials, given the overwhelming majority of young swimmers have not been able to train for the best part of the last 12 months, that there has been no announcement from LEN or FINA around dates and venues for the 2021 European Junior or World Junior Championships, school term dates around the Easter period are still fluid and variable, and our ability to reasonably select any junior representative teams has been severely compromised.

Kelda: British Swimming
architectural architectural design architecture building
Photo by Pixabay on Pexels.com
Continue reading Bretar skerja sína ‘flaggskips-stevnu’ vegna korona

SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend av FINA og DOK/DIF sum OL-úttøkustevna

Svimjisamband Føroya hevur nú fingið váttan frá umboði fyri Dansk Olympisk Komite / Dansk Idrætsforbund, at svimjistevnan sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 10. og 11. apríl 2021, er brúkilig sum eisini úttøkustevna til OL í Tokyo í summar. Hetta sum aftursvar til fráboðan frá okkum, um at FINA hevur góðkent stevnuna til hetta sama.

Hetta er stórur dagur fyri føroyska svimjing, at vit fyri fyrstu ferð í søguni fara at hava eina svimjistevnu í Føroyum, har føroyskir svimjarar (og onnur*) kunnu royna eftir kravtíð til Olympisku Leikir. Vit hava nú arbeitt fram ímóti hesum í rættiliga nógv ár, og verður tað vónandi ein fastur táttur framyvir.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

*í prinsippinum er stevnan opin, og kunnu onnur tí eisini koma higar at royna eftir OL-kravtíð – men tá er tað hetta við koronatilmælum og -reglum sum sikkurt órógvar

Innbjóðing til FLOT, FS og Reysta-stevnu 20. mars 2021 í Klaksvíkar Svimjihøll

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum svimjifeløgini FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag og Reysti skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. mars 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, ið hesi trý svimjifeløg í felag skipa fyri í Klaksvík, nú tey vegna koronatilmælini illa fáa skipað fyri stevnum í sínum egnu, smáu skúlahallum.