Scott Miller aftur handtikin í narkomáli

Avstralski Scott Miller var fyri løtu síðani handtikin fyri møguliga at vera partur av einum narkoringi har í avstralia, har teir skulu hava goymt methylamfetamin í kertiljósum. Talan er um eitt stórmál, har virðið av rúsevninum er tilsamans umleið 2 milliónir avstralskar dollarar, ella einar 9,5 milliónir krónur. Og tað er tíverri ikki fyrstu ferð at fyrrverandi OL-svimjarin er uppi í sovorðnum.

https://youtu.be/EzXpjKvSbZ0

OL-kravtíðirnar skulu nú klárast innan ávíst tíðarskeið, heldur enn á útvaldum stevnum

Hetta veit Politiken at siga – Upprunaliga skuldu donsku (og tí eisini føroysku) kravtíðirnar til OL í Tokyo 2020 klárast á annaðhvørt Danish Open í mars 2020 ella á Swim Open Stockholm í apríl 2020; men nú OL varð útsett til í 2021, so verður úttøkuskipanin broytt til heldur at brúka eitt kravtíðarskeið frá 1. februar til og við EM í Budapest sum endar hin 23. mai.

body of water across bridge during nighttime
Photo by Aleksandar Pasaric on Pexels.com

Avbjóðingin er sjálvsagt støðan við korona, har danir longu í januar vóru noyddir at útseta Danish Open 2021 í eina viku, og har sviar eisini í januar vóru noyddir at avmarka Swim Open Stockholm 2021 til 350 longu úttiknar svimjarar. Við møguleika fyri at báðar hesar stevnur kunnu órógvast enn meira, alt eftir hvussu gongst við koronafarsóttini.

Continue reading OL-kravtíðirnar skulu nú klárast innan ávíst tíðarskeið, heldur enn á útvaldum stevnum

EM 2021 verður, sigur Barelli

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, so ætla tey enn at EM á langgeil 2021 skal verða sum ætlað í Budapest hin 10. til 23. mai 2021, um ikki støðan við korona gerst munandi verri.

“Within this context I want to reassure you by confirming that, unless of significant changes in the pandemic in Europe in the coming months, the Budapest European Aquatics Championships will be staged as planned this coming May 2021, going forward on its original dates and with the already announced schedules in each discipline.”

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link

Úrslit frá SuSvim Open 6. – 7. februar 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open hin 6. og 7. februar 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Tilsamans vóru tey 80 íðkarar og 30 lið sum svumu seg til 508 úrslit í 36 kappingum, hesar tríggjar stevnupartarnar í Vági.

Vár E. Eidesgaard úr HS átti frægasta úrslitið av øllum sum var 17:28.07 og 677 FINA stig í 1500 frí, meðan Johan N. Dam úr HS átti besta úrslitið hjá mannfólkum, fyri 4:15.03 og 642 FINA stig í 400 frí.

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 6. – 7. februar 2021

Sarah Sjöström brotið armin

Svenska svimjistjørnan datt á glerinum í Stockholm nú sunnumorgunin, so illa at hon breyt armin og skal undir skurð í morgin. Hetta er sjálvsagt eitt eyka keðiligt tíðspunkt fyri hana, nú nakrar fáar mánaðir áðrenn ætlaða OL í Tokyo.

Stroyming frá SuSvim-stevnuni 6. – 7. februar 2021

Suðuroyar Svimjifelag skipar sum kunnugt fyri SuSvim Open í Páls Høll í Vági, nú í vikuskiftinum hin 6. og 7. februar. Vit ætla okkum at royna at stroyma frá stevnuni, sum í so fall sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya.

Continue reading Stroyming frá SuSvim-stevnuni 6. – 7. februar 2021

Nýggja svimjinevnd SSF nú skipað

Svimjisamband Føroya hevur nú aftur eina veruliga svimjinevnd, aftaná at starvsnevnd SSF í nøkur ár hevur virkað sum eisini svimjinevnd. Nýggja nevndin hevði sín fyrsta regluliga fund í SSF-hølunum í Saltangará nú mikukvøldið hin 3. februar, har á skránni millum annað var skipan av nýggju svimjinevndini.

Continue reading Nýggja svimjinevnd SSF nú skipað

Innbjóðing til Ægir-stevnu 20. og 21. februar 2021

Her er innbjóðing til svimjistevnuna Ægir Open, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 21. og 22. februar 2021. Hetta er svimjistevna har svimjararnir kappast allir í sama aldursbólki, um enn býtt sundur í menn og kvinnur.

Innbjóðing og tilmeldingarfíla finnast eisini her á livetiming.se

Alex di Giorgio fekk 8 mánaðar bann

Italski Alex di Giorgio fekk í gjár 8 mánaðar bann fyri doping við steroidu-líknandi evninum Enobosarm (Ostarine), sum hann varð testaður positivt fyri á italskari landsliðslegu í Livigno hin 13. september í fjør. Bannið er galdandi frá 8. oktober í 2020, til hin 7. juni í 2021. Lesið her á ANSA

Continue reading Alex di Giorgio fekk 8 mánaðar bann