Signhild nr 12 í 50 rygg á DM á stuttgeil 2020

Signhild Joensen royndi seg í gjár á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2020, har hon í innleiðandi riðlunum svam seg til 29.29 og eitt 12. pláss í 50 rygg, og síðani í finalupartinum til 29.31 og endaligt 12. pláss.

Signhild valdi so eftirfylgjandi at bróta túrin av til DM í Helsingør, fyri heldur at fara fyrr heim til Føroyar, og luttekur tí ikki sum sum annars fyrr kunngjørt í 100 rygg í dag umframt 200 rygg hósdagin.

So er tað Signhild og DM á stuttgeil 2020

Nú mánamorgunin byrjar danska meistarastevnan á stuttgeil 2020, sum vegna koronafarsóttina er býtt sundur í fyrst 4 dagar við kappingunum fyri kvinnur og síðani 4 dagar við teimum fyri menn, og síðani í smærri bólkar so at tey ongantíð eru fleiri enn 30 fólk í høllini í senn.

sea city water building
Photo by CHRISTIAN PFEIFER on Pexels.com
Continue reading So er tað Signhild og DM á stuttgeil 2020

Caeleb Dressel royndi at svimja 50 frí undir 20 sekund í ‘superdrakt’, tað eydnaðist ikki (hesuferð)

Nú amerikanski Caeleb Dressel herfyri setti nýtt heimsmet í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, við at svimja hendan stytsta teinin uppá 20.16 sekund á ISL-stevnu í Budapest, so funnu tey uppá at hann skuldi royna at fara undir 20 sekund í ‘superdrakt’, tvs. ein av hesum heildraktum sum svomið var í fram til 2010.

Hetta hendi nú mikudagin hin 9. desember, á 20-ára føðingardegnum hjá sokallaðu ‘Fastskin’-seriuni hjá svimjiklædnaframleiðaranum (og sponsorinum) Speedo. Tað eydnaðist ikki hesuferð, men er stuttligt at hyggja at fyri tað.

Niðurlond 1:32.50 og nýtt heimsmet í 4×50 frí fyri kvinnur

Eitt niðurlendskt kvinnulið setti í dag nýtt heimsmet í 4×50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið tær í einum serligum ‘time trial’ á Wouda Cup í Eindhoven svumu hendan samlaða teinin uppá 1:32.50, har heimsmetið hjá Niðurlondum frá EM á stuttgeil í Keypmannahavn í 2017 var 1:33.91. Tær fýra sum svumu í dag, vóru Ranomi Kromowidjojo, Maaike de Waard, Kim Busch og Femke Hemskerk.

SuSvim Open 12. desember 2020 avlýst

Av tí at Strandferðslan í gjár avlýsti túrin suður í morgun kl 07:00, so meldaðu feløgini norðanfjørðs tá frá. Hetta viðførdi so aftur at svimjistevnan mátti avlýsast, í øllum førum sum offisiell stevna við góðkendum úrslitum, av tí at okkara reglugerð fyri svimjistevnur krevur at minst tvey feløg skulu luttaka.

Startlisti til SuSvim Open 12. desember 2020

Suðuroyar Svimjifelag skipar í morgin leygardagin hin 12. desember 2020 fyri svimjistevnuni “Suðuroyar Sparikassa Open”, í Páls Høll í Vági. Hetta er fyrsta langgeilastevna í svimjiárinum 2020-2021, og hartil síðsta svimjistevna í 2020.

Startlistin sæst her á livetiming.se, har eisini beinleiðis úrslit og síðani formligu úrslitalistarnir fara at kunna síggjast í morgin.

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða í 2023

Altjóða oyggjanevndin IIGA hevur nú avgjørt at útseta alla røðina av oyggjaleikum í tvey ár, so at Oyggjaleikirnir á Guernsey fyrst verða á sumri í 2023, sum annars skuldu verða nú í 2021, og hinir so eftirfylgjandi annaðhvørt ár.

Næstkomandi Oyggjaleikir eru sostatt:

Continue reading Oyggjaleikirnir á Guernsey verða í 2023