Kaylee McKeown 1:58.94 og heimsmet í 200 rygg

Avstralska Kaylee McKeown setti í gjár nýtt heimsmet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á ‘virtuellu’ avstralsku meistarastevnuni í Brisbane svam hendan teinin uppá 1:58.94. Ungarska Katinka Hossszu átti heimsmetið á 1:59.23, frá HM á stuttgeil í Doha í 2014.

https://twitter.com/SwimmingAUS/status/1332512587863400449

USA kvinnur 3:44.52 og heimsmet í 4×100 blandað

Amerikansku Olivia Smoliga, Lilly King, Kelsi Dahlia og Erika Brown settu eftir øllum at døma nýtt heimsmet í 4×100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær í ISL-finaluni í Budapest svumu hendan teinin uppá 3:44.52. Hetta var fyri ISL-liðið Cali Condors – í prinsippinum kundu tær fýra hava verið úr ymiskum londum; men av tí at tær nú allar eru úr USA, so kann hendan stafettin vist nokk teljast sum úr USA.

Mykhailo Romanchuk 7:25.73 og nýtt evropamet í 800 frí

Ukrainski Mykhailo Romanchuk setti í dag stórt nýtt evropeiskt met í 800 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í ISL-finaluni í Budapest svam hendan teinin uppá 7:25.73. Franski Yannick Agnel átti evropametið á 7:29.17, frá fronsku stuttgeilameistarastevnuni í Angers í 2012.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so svam norski Henrik Christiansen eisini klárt undir nú farna evropametið, til at taka silvurið við tíðini 7:25.78 – altso meira enn trý sekund skjótari enn evropametið, og bara fimm hundraðpartar av einum sekundi frá tíðini hjá Romanchuk.

Kliment Kolesnikov 48.58 og nýtt heimsmet í 100 rygg

Russiski Kliment Kolesnikov setti í dag nýtt heimsmet í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, í ISL-finaluni í Budapest, tá ið hann sum byrjandi ryggsvimjari í 4×100 blandað svam hesar fyrstu 100 rygg uppá 48.58 sekund. Kinesiski Jiayu Xu átti heimsmetið á 48.88 sekund, frá World Cup stevnu í Tokyo í 2018.

Caeleb Dressel 47.78 og nýtt heimsmet í 100 firvald

Amerikanski Caeleb Dressel setti í nýtt heimsmet í 100 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, og gjørdist fyrsti svimjari nakrantíð undir 48 sekund í hesi grein, tá ið hann vann ISL-finaluna í Budapest við tíðini 47.78 sekund. Suðurafrikanski Chad le Clos átti heimsmetið á 48.08 sekund, frá HM á stuttgeil í Windsor í 2016.

Íslendska meistarastevnan á stuttgeil avlýst vegna korona

Íslendska svimjisambandið kunngjørdi nú í dag, at tey tíverri noyðast at avlýsa allar sínar stevnur, tað sum eftir er av árinum, vegna støðuna við korona. Tey eru í teirri sera keðiligu støðu, at einans svimjarar føddir í 2005 ella seinni kunnu venja, meðan hini mugu bíða til í øllum førum 2. desember, tá ið tilmælini møguliga linkast.

Íslendska meistarastevnan skuldi eftir røttum hava verið nú farna vikuskiftið, men varð so fyrst útsett til heldur hin 18. til 20. desember, áðrenn hon nú varð avlýst.