HS kvinnur 1:59.00 og føroyskt met í 4×50 blandað

HS kvinnur settu nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið tær á Ægir Open í Klaksvík hin 1. november 2020 svumu teinin uppá 1:59.00, har metið hjá teimum sjálvum var 2:00.16 frá HS-stevnu í mars 2019. Tær sum svumu, vóru Elisabeth Erlendsdóttur (rygg), Eyðrið Mortensen (bringa), Vár E. Eidesgaard (firvald) og Ronja Ró í Dímun (frí).

Svenska meistarastevnan á stuttgeil avlýst vegna korona

Svenska svimjisambandið kunngjørdi í dag, at tey noyðast at avlýsa svensku meistarastevnuna og juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum skuldi verða í Helsingborg hin 11. til 15. november, vegna íkomnu støðuna við koronasmittu.

 – Vi har haft tät dialog med både RF, arrangörsklubben och arrangörsstaden, men i dagsläget finns det tyvärr ingen möjlighet för att genomföra tävlingen. Det är en utmanade tid för oss alla och vi behöver hjälpas åt att hålla i och hålla ut för att minska smittspridningen. Jag har full förståelse för att det innebär en besvikelse för våra idrottare och föreningar när förutsättningar förändras med kort varsel, och jag lider verkligen med dem, men detta är tyvärr den verklighet vi lever i just nu, säger Förbundschef Mikael Jansson.

Image courtesy of Jsdo1980/Wikmedia Commons, CC BY-SA 3.0

Emre Sakçı 25.50 og evropeiskt met í 50 bringu

Turkiski Emre Sakçı setti fyrradagin nýtt evropeiskt met í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í ISL-dysti í Budapest svam hendan teinin uppá 25.50 sekund.

Hann er fyrsti turki sum hevur sett evropeiskt met í kappsvimjing, eins og hann í fjør var fyrsti turkiski svimjari nakrantíð at taka silvurheiðursmerki á EM.

Russiski Vladimir Morozov átti nú farna evropametið á 25.51 sekund, frá nevnda EM á stuttgeil í Glasgow í fjør.

Tomoe Hvas 51.72 og norskt og norðurlendskt met í 100 blandað

Norski Tomoe Zenimoto Hvas setti í gjár nýtt norskt og norðurlendskt met í 100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið hann í dysti í ISL-stevnurøðini í Budapest svam teinin uppá 51.72 sekund. Hann átti sjálvur metini á 52.00 sekund, frá EM á stuttgeil í Glasgow í fjør.

ADD-kanning fann eingi tekin um doping í danskari úrvalssvimjing

Anti Doping Danmark kunngjørdi í dag úrslitini av sínari kanning av handanini av heilivági í danskari úrvalssvimjing frá 2008 til 2013, og staðfestir at ongar ábendingar eru um at svimjararnir fingu heilivág við dopingevnum.

Hetta vóru annars ábendingar um frá kanningini hjá danska kamaradvokatinum, sum so aftur viðførdi at Anti Doping varð biðið um at kanna málið.

Continue reading ADD-kanning fann eingi tekin um doping í danskari úrvalssvimjing

Anton Sveinn McKee 56.30 og norðurlendskt met í 100 bringu

Íslendski Anton Sveinn McKee setti í dag stórt nýtt íslendskt og norðurlendskt met í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í dysti í ISL-stevnurøðini í Budapest vann kappingina í 100 bringu við tíðini 56.30. Anton Sveinn McKee átti sjálvur hesi nú farnu met á 56.79, frá EM á stuttgeil í Glasgow í fjør.

Kvik Kastrup hart rakt av korona

Danska svimjifelagið Kvik Kastrup er hart rakt av koronasmittu, nú tilsamans 23 børn og vaksin eru testað postiv aftaná heystferiuna. Tey vóru eini 30 sum fóru á venjingarlegu í Jútlandi í heystfrítíðini, harav 19 nú eru smittaði við korona, umframt at eini 4 onnur hava fingið smittuna av øðrum orsøkum.

Føroyska Signhild Joensen er limur í hesum svimjifelagi, men er sum skilst ikki rakt av hesi smittu, vælsagtans serliga tí at talan var um ein annan og yngri venjingarhóp. Tey smittaðu eru av góðum grundum sett í sóttarhald, og kunnu ikki møta aftur fyrr enn tey tvær ferðir eru testaði negativ.

Lesið t.d. TV2 og heimasíðuna hjá Kvik Kastrup