Anton Sveinn McKee 2:01.73 og norðurlendskt met í 200 bringu

Íslendski Anton Sveinn McKee setti í dag nýtt íslendskt og norðurlendskt met í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann í einum av dystunum í ISL-stevnurøðini í Budapest vann kappingina í 200 bringu við tíðini 2:01.73.

Svenski Erik Persson átti norðurlendska metið á 2:02.80, frá EM á stuttgeil í Glasgow í fjør. Anton Sveinn McKee átti íslendska metið á 2:02.94, frá hesi somu stevnu.

Heimsráðstevnan í lívbjarging 2021 útsett til 2023

Altjóða lívbjargingarsambandið ILS boðaði í morgun frá, at heimsráðstevnan í fyribyrging av druknivanlukkum er útsett, frá at vera í Colombo á Sri Lanka í oktober 2021, til heldur at vera sama stað í 2023. Orsøkin er støðan við korona.

green and pink tower under blue sky and white clouds
Photo by Kanishka Ranasinghe on Pexels.com

Jeanette Ottesen úr ISL-bobluni til at kunna vera saman við dóttrini

Hetta veit SwimSwam at siga – Upprunaliga var ætlanin at Jeanette Ottesen skuldi kunna vera saman við dóttrini og manninum í ISL-bobluni í Budapest; men av tí at har er vøkstur av koronasmittu i Budapest, so hava tey verið noydd at minka um bobluna.

10 italskir landsliðssvimjarar afturat smittaðir við korona

Italska svimjisambandið kunngjørdi í dag her á heimasíðu síni, at 10 italskir landsliðssvimjarar eru testaðir positiv fyri koronasmittu, íroknað Gabriele Detti sum vann HM-gull í 800 frí í Budapest í 2017, og Simona Quadarella sum vann HM-gull í 1500 frí í Gwangju í 2019. Lesið her á SwimSwam

(Ná ja, ‘afturat’ var tí at Pellegrini herfyri kunngjørdi at hon var koronasjúk)

Tómir hyljar í Reykjavík

Ein sera flott video her, av svimjihyljunum í Reykjavík sum nú standa tómir. Sí mbl.is

Allir svimjihyljar hava verið stongdir í tvær vikur í íslendska høvðsstaðarøkinum, síðani hin 7. oktober 2020, vegna støðuna við koronu.

Tað er Reykjavík, Hafnarfjørður, Kópavágur, Mosfellsbær og Garðabær.

Continue reading Tómir hyljar í Reykjavík

Týska meistarastevnan avlýst vegna korona

Týska svimjisambandið ætlaði at hava sína meistarastevnu (á langgeil) í Berlin frá 29. oktober til 1. november 2020, men kunngjørdi so í gjár at hon má avlýsast, vegna støðuna við korona. Hon skuldi annars verða eitt tekin um nýggja byrjan, og ein afturvendan til soleiðis sum tað plagar at vera; men verður nú ikki hildin at vera ráðilig hóast leiðreglur frá sambandinum um frástøðu og reinføri osfr.

Pellegrini koronasjúk, avlýsir ISL-luttøku í Budapest

Italska svimjidrotningin Federica Pellegrini kunngjørdi í gjárkvøldið, at hon er testað positiv fyri COVID-19, og at hon tí ikki kann ferðast við liði sínum til ISL-stevnuna í Budapest. Hon kendi seg illa aftaná venjing mikudagin, við pínu umframt at hon hevði eyman háls, og fór tí at testa seg.

Les t.d. Swimming World

Kristof Milak ikki klárur til ISL, veikur av koronasjúku

Ungarski Kristof Milak tók heimsmetið frá Michael Phelps í 200 firvald á HM í fjør, og skuldi eftir røttum luttikið í stevnurøðini hjá International Swimming League í Budapest sum byrjar nú í vikuskiftinum – men er enn so veikur aftaná koronasjúku í september, at hann ikki ein gang kann venja enn.

The 20-year-old, who crushed Michael Phelps’ 200 fly world record en-route to gold at the World Championships in Gwangju in July 2019, was diagnosed with coronavirus at the end of September, according to Hungarian media.

His coach Attila Selmeci told InfoRadio that Milak had been “feverish and weakened” and was so fatigued he did not leave his apartment for 10 days.

So too had he been mentally worn out by quarantine and lost a significant amount of muscle.

Les Swimming World

Alheims svimjistjørnur á veg til Budapest at kappast í 4½ viku

Nógvir av heimsins bestu svimjarar eru í hesum døgum á veg til Budapest í Ungarn, at royna seg í 2020-útgávuni av stevnurøðini hjá International Swimming League. Upprunaliga ætlanin var, at kappingarnar skuldu verða runt um í heiminum; men vegna korona er tað nú í staðin alt á sama stað, í isolatión á Margit-oynni í Budapest.

Tey eru einir 320 svimjarar umframt venjarar, dómarar og hjálparfólk afturat teimum, og hetta er tí eisini eitt rættiliga stórt sats hjá teimum og hesum privata felagsskapi, at royna hetta í koronatíð í árinum uppundir Olympisku Leikir.

Tað hevur heldur ikki verið púra uttan svørðslag, tí m.a. fingu australiarar meira ella minni forboð ímóti at fara, so at fleiri settust aftur og ISL ákærdi lond fyri at kroysta sínar íðkarar, meðan niðurlendska Femke Heemskerk og italska Stefania Pirozzi máttu setast aftur nú uppundir fráferð, tí tær høvdu testað positivt fyri korona.

building near body of water
Photo by Dominika Gregušová on Pexels.com

Fleiri onnur stórnøvn hava valt at melda frá eisini, men nú eru tey so restin umframt nøkur nýggj afturat sum ferðast til at búgva kappast í eini boblu á Margit-oynni, hendan næstan mánaðin.

Her sæst hvar hendan stevnurøðin kann síggjast, í Evropea á Eurosport

Her niðanfyri er tað amerikanski sprintarin Michael Andrew sum vloggar frá ferðini hjá sær frá Los Angeles til Budapest