Altjóða svimjistevnur, svimjiárið 2020-2021

Altjóða kalendarin er tíverri eftirhondini ein fløkja, vegna hesar mongu avlýsingar og útsetingar nú meðan koronasóttin herjar.

aerial view of the city
Photo by Andrea Piacquadio on Pexels.com

Eg gjørdi mær hetta viðfesta yvirlitið, at hava við mær í “3-2”-stovuna mánakvøldið, nú KVF ynsktu at práta um útsettu Oyggjaleikir.

Continue reading Altjóða svimjistevnur, svimjiárið 2020-2021

Startlisti til Ægir Open 3. – 4. oktober 2020

Her er luttakaralistin til svimjistevnuna Ægir Open, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 3. og sunnudagin 4. oktober 2020. Listin sæst eisini her á livetiming.se

Fyriskipararnir heilsa, at har verður ikki pláss fyri øðrum enn svimjarum, umframt teimum dómarum, hjálparfólkum og venjarum/leiðarum sum nú einaferð krevjast til eina sovorðna stevnu, vegna koronatilmælini.

Kina 3:38.41 og heimsmet í 4×100 blandað fyri mix-lið

Tey fýra Xu Jiayu, Yan Zibei, Zhang Jufei og Yang Junxuan settu í dag nýtt heimsmet í 4×100 blandað fyri mix-lið, tá ið tey á kinesisku meistarastevnuni í Qingdao svumu teinin uppá tilsamans 3:38.41, har heimsmetið hjá USA frá HM í Budapest í 2017 var 3:38.56.

Hetta er fyrsta heimsmet í heiminum í ár, nú alt liggur meira ella minni lamið vegna koronakreppuna.

Lesið her á Swimming World.

Continue reading Kina 3:38.41 og heimsmet í 4×100 blandað fyri mix-lið

Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering millum økir í Føroyum

Tað er alt ov stórur munur á svimjiførleikanum hjá næmingum í fimtaflokki, alt eftir hvar ið tey búgva í landinum – frá at 78.1% klára norðurlendska kravið í Norðuroyggjum, til at bara 31.2% klára hetta sama í Suðurstreymoy

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin sætti og fyribils síðsti í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. At enda hendan samanbering millum økir í Føroyum
Continue reading Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering millum økir í Føroyum

Ynys Môn fær Oyggjaleikirnar aftaná Orkney

Hetta fór líkasum afturum vegna útsetingina av Oyggjaleikum í 2021 – men Ynys Môn vann leygardagin rættin til at hava oyggjaleikarnir sum verða aftaná teir á Orkney, tvs. sum eftir ætlan skuldu verða í 2025. Lesið her á BBC, umframt her á ymica.com.

By Jeff Buck, CC BY-SA 2.0, Link
Continue reading Ynys Môn fær Oyggjaleikirnar aftaná Orkney

Svimjiførleikakanningin 2018 – Greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti

Tað er sera stórur munur á svimjiførleikanum hjá føroyskum fimtafloksbørnum, alt eftir hvar tey búgva og ganga í skúla. Hinvegin hava vit ikki sama trupulleika sum í okkara grannalondum, við at innflytarar duga verri at svimja.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin fimti í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Síðani hendan greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum
Continue reading Svimjiførleikakanningin 2018 – Greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti

Eingir Oyggjaleikir í 2021

Sum tit sikkurt hoyrdu í útvarpstíðindunum hjá KVF fyri løtu síðani, so er tað nú avgjørt at eingir Oyggjaleikir verða í 2021. Sum skilst, so eru leikirnir bara útsettir, heldur enn avlýstir – tó uttan at nøkur avgerð enn er tikin, um nær teir so verða.

Featured image courtesy of Nicolas RaymondCC BY 2.0

Rumbul í Nýsælandi, nú korona rakar ymiskt ísv meistarastevnu

Seinastu dagarnar hevur tað verið rættiligt rumbul í nýsælendsku svimjingini, av tí at har eru ymisk koronakrøv alt eftir hvar ið tú býrt í landinum, har serliga svimjarar úr størsta býinum Auckland tí illa fáa luttikið á meistarastevnuni í Hamilton hin 6. til 10. oktober.

Continue reading Rumbul í Nýsælandi, nú korona rakar ymiskt ísv meistarastevnu

Kravtíðir til Oyggjaleikir 2021

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2021, sum eftir ætlan verða á Guernsey frá 3. til 9. juli 2021, sí guernsey2021.gg

Image courtesy of Nicolas Raymond, CC BY 2.0

Kravtíðarskipanin er sum til undanfarnu Oyggjaleikir, tó við dagførdum tíðum og nú við kravtíðarskeiði heldur enn ávísum kravtíðarstevnum.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

HS-stevnan 26. september 2020 útsett

Góðu tit,

Nú er støðan aftur vorðin so óviss viðv. koronu, og serliga ger hon nógv um seg í Havn í løtuni. Tískil hevur Havnar Svimjifelag valt at útseta svimjistevnuna fyri tey yngru, sum skuldi vera nú leygardagin 26. september.

Fleiri eru ótrygg at lata børnini fara til kappingina, og metir HS tí, at hetta er tað skilabesta at gera beint nú. Vit eru sera kedd um tað, tí nú hava fleiri glett seg at sleppa aftur til kapping, og summi kanska fyri fyrstu ferð. Men vónandi skilja tit avgerðina, og bera yvir við okkum.

Svimjistevnan verður útsett og ikki avlýst, tí vit ætla at finna ein dag so skjótt, sum tølini fara niðuraftur, og heita vit tí á tykkum um at standa klár, tí at skotbráðið verður helst stutt. Í hesum døgum gongur tað so skjótt hvønn vegin, at vit mugu bara leypa á leistum, tá løtan er tann rætta.

við svimjikvøðu

Havnar Svimjifelag