Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Gallup Føroyar kanning um somu tíð

Líka fáir vaksnir føroyingar klára norðurlendska kravið til svimjiførleika, sum børn í føroysku fimtaflokkunum – og støðan er heldur ikki nógv betri, um vit tosa um bara at klára éina longd í svimjihyli.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin fjórði í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Síðani hendan samanbering við Gallup-kanning í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum
Continue reading Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Gallup Føroyar kanning um somu tíð

Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Noreg

Meðan alt fleiri børn hildu seg kunna svimja 200m í Noregi, frá 41% í 2003 til 53% í 2013, so er talið minkandi í Føroyum, frá 50% í 2011 til 44% í 2018. Tey eru eisini væl fleiri í Noregi sum klára éina longd á 25m, hóast tey har eru væl færri sum svimja.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin triði í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Síðani hendan samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum
Continue reading Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Noreg

Kappsviming ikki millum ætlaðu ítróttir á Evropeisku Leikum í 2023

Evropeiska Olympiska nevndin skrivar her frá fundi í Rom farna vikuskifti, at tey eru komin ásamt um ein fyribils lista við 23 ítróttum til Evropeisku Leikir í Krakow-Małopolska í Póllandi á sumri 2023, sum umfatar eisini synkronsvimjing men ikki aðrar FINA-svimjiítróttir so sum kappsvimjing, vatnpolo ella útlop.

Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við somu kanning í 2011

Munandi færri fimtafloksbørn hildu seg í 2018 kunna svimja 200m, í mun til í 2011, og støðan versnaði eisini við teimum sum hildu seg kunna svimja 25m. Men, okkurt er tó batnað, tí tey vóru fleiri sum hildu seg kunna flóta.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin næsti í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Síðani hendan samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum
Continue reading Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við somu kanning í 2011

Úrslit frá HS Open 12. og 13. september 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali nú í vikuskiftinum, 12. og 13. september 2020. Hetta var fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2020-21, og hin fyrsta fyriskipað av einum føroyskum svimjifelag í koronatíð.

Úrslitini síggjast eisini her á SwimRankings umframt her á LiveTiming

Svimjiførleikakanningin 2018 – Framløga

Hóast einans 43% av okkara 11-12 ára gomlu klára norðurlendska kravið til svimjiførleika, so eru tey 85% sum siga seg duga at svimja.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Spurningarnir vóru so gott sum teir somu sum í tilsvarandi kanning í 2011, ið tá var ein upprunaliga norsk kanning týdd til føroyskt, sum eisini danir brúktu til at sammeta við.

Hetta alt til at tryggja so gott sambæri sum gjørligt, og sjálvsagt við loyvi frá Mentamálaráðnum umframt við ráðførslu hjá Dátueftirlitinum.

Kanningarúrslitið var klárt longu á vári 2018 – men vit hava tíverri verið so mikið upptikin av øllum øðrum innan SSF, at vit ikki eru komin til framløgu og greining fyrr enn nú á sumri í 2020.

Og nú má tað so heldur verða, eftirsum at vit kundu hugsað okkum at havt eitt nýtt umfar av kanningini, um ikki alt ov langa tíð.

Continue reading Svimjiførleikakanningin 2018 – Framløga

Ótryggleiki í føroyska ítróttaheiminum

Lesið her á heimasíðu ÍSF

Vegna Svimjisamband Føroya vil eg siga, at um játtanin minkar til ÍSF, so ávirkar tað uttan iva eisini Svimjisambandið – bæði tá ið tað kemur til tað sum vit kunnu bjóða okkara frægastu svimjarum, umframt tað sum vit kunnu gera fyri breiddina.

Éitt er, at vit tá mugu skerja okkara virksemi uttanlanda; men hartil hava vit ætlanir, sum longu bíða eftir størri játtan, til at betra um nakað so grundleggjandi sum svimjiførleika og svimjitrygd í Føroyum.

Vit eru longu eftirbátar í Føroyum, í mun til okkara grannalond, og vit hava tí brúk fyri at vaksa heldur enn at minka. Til dømis vísa úrslitini frá seinastu svimjiførleikakanning hjá okkum, at munandi færri føroysk fimtafloksbørn dugdu at svimja í 2018, enn í 2011.

Rókur

Continue reading Ótryggleiki í føroyska ítróttaheiminum