Fýra juniormet sett á FM/JM 2020

Tilsamans fýra juniormet vórðu sett á hesi Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu á langgeil, hesar tríggjar dagarnar í Vági.

  • HS gentur 4:40.03 í 4×100 blandað, metið var HS 4:44.99 á FM 2019
  • HS dreingir 4:20.14 í 4×100 blandað, metið var HS 4:27.12 á SuSvim-stevnu í apríl 2018
  • HS dreingir 8:38.50 í 4×200 frí, metið var Ægir 8:52.91 frá FM 2018
  • HS dreingir 3:48.83 í 4×100 frí, metið var HS 3:55.27 frá SuSvim-stevnu í februar 2019

Nógv persónlig met á FM/JM 2020

Nú eru úrslitini frá FM/JM 2020 at finna eisini her á SwimRankings, har ein av snildu funkunum er at kunna fáa eitt skjótt yvirlit yvir hvørji sum betraðu seg og ikki.

Og tað sær gott út – Av teimum tilsamans 60 sum luttóku á hesum FM, vóru tey 52, ella umleið 87%, sum settu í øllum førum éitt persónligt met.

Continue reading Nógv persónlig met á FM/JM 2020

FINA dagført kravtíðarskipanina til OL 2020 í Tokyo í 2021

Altjóða svimjisambandið FINA hevur dagført sína kravtíðarskipan til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo í 2021, sum skilst serliga so at kravtíðarskeiðið hjá einstaklingum nú er frá hin 1. mars í 2019 til hin 27. juni í 2021, og kravtíðarskeiðið hjá liðsvimjingum (stafettum) nú er frá hin 1. mars í 2019 til hin 31. mars í 2021.

tokyo olympics photo
Photo by t-mizo

Kravtíðirnar skulu klárast á serliga útvaldum stevnum; men er øll hendan kravtíðarskipanin eitt sindur óviðkomandi fyri okkum føroyingar, av tí at tað enn eru danir sum seta treytirnar fyri eisini føroyskari luttøku á Olympisku Leikum, íroknað hvørjar stevnur sum kravtíðirnar kunnu klárast á. Til nú í 2020 vóru donsku úttøkustevnurnar Danish Open og Swim Open Stockholm, ið sum kunnugt báðar vórðu avlýstar vegna koronafarsóttina.

HS dreingir 3:48.83 og juniormet í 4×100 frí

HS dreingir settu í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir í finaluni á FM 2020 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 3:48æ83, har juniormetið hjá HS var 3:55.37. Teir fýra sum svumu í kvøld, vóru Johan Nónskarð Dam, Jóhannis Erlendsson, Niklas Jógvan Arge og Bartal E. Eidesgaard. Sí úrslitalistan her

Niklas Jógvan, Jóhannis, Johan og Bartal ovast á heiðursmerkjapallinum á FM 2020

Úrslit frá FM/JM 2020

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2020, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Páls Høll í Vági nú 3. til 5. juli 2020, í góðum samstarvi við Suðuroyar Svimjifelag og hini svimjifeløgini. Hartil heiðursmerkjalistar og FINA stigatalvur.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt at stroyming frá allari stevnuni sæst her á YouTube.

HS dreingir 8:38.50 og juniormet í 4×200 frí

HS dreingir settu í gjárkvøldið stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir í finaluni á FM 2020 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 8:38.50, har juniormetið hjá Ægir var 8:52.91. Teir fýra sum svumu í gjárkvøldið, vóru Bartal E. Eidesgaard, Høgni Hoydal Thomassen, Jóhannis Erlendsson og Johan Nónskarð Dam. Sí úrslitalistan her

Johan, Jóhannis, Høgni og Bartal á FM 2020

Beinleiðis stroyming frá FM/JM 2020

Nú haldi eg at vit tora at lova tað: Svimjisamband Føroya stroymar beinleiðis frá øllum stevnupørtum á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á langgeil 2020, úr Páls Høll í Vági hin 3. til 5. juli 2020.

Sí YouTube-rásina hjá SSF

https://www.youtube.com/channel/UCG7i_Qi7iK2k_GwsCeuucWw

Stevnupartur 6 byrjar kl 15:00 nú seinnapartin

Continue reading Beinleiðis stroyming frá FM/JM 2020