HS dreingir 4:20.14 og juniormet í 4×100 blandað

HS dreingir settu í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir í finaluni á FM 2020 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:20.14, har juniormetið hjá HS var 4:27.12. Teir fýra sum svumu í kvøld, vóru Bartal E. Eidesgaard, Niklas Jógvan Arge, Johan Nónskarð Dam og Jóhannis Erlendsson. Sí úrslitalistan her

Jóhannis, Johan, Niklas Jógvan og Bartal á FM 2020

HS gentur 4:40.03 og juniormet í 4×100 blandað

HS gentur settu í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið tær í finaluni á FM 2020 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:40.03, har juniormetið hjá HS var 4:44.99. Tær fýra sum svumu í kvøld, vóru Elisabeth Erlingsdóttir, Eyðrið Mortensen, Kristina í Skála og Ronja Ró i Dímun. Sí úrslitalistan her

Ró, Kristina, Eyðrið og Elisabeth á FM 2020

Kappingartilmæli SSF ísv Corona tillagað eitt vet

Her er ein lítil tillaging til kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona; stutt sagt ‘bara’ at tað ikki er neyðugt at spritta startskamlarnar millum hvønn start.

Photo by Jele boscan from PxHere
Continue reading Kappingartilmæli SSF ísv Corona tillagað eitt vet

Ungu svimjarar okkara styrktir burtur úr sóttarhaldi

Nú aftaná ABMS 2020 kunnu vit staðfesta, at allir svimjararnir betraðu seg í minst einari grein, og ofta í fleiri, sum nú luttóku í hesi fyrstu stevnu aftaná tíðarskeiðið við fyrst mánaðarlangan steðg og síðani varliga upplating aftur.

Hetta er sjálvsagt sera áhugavert og jaligt – tí hetta er av góðum grundum púra óroynt, at soleiðis knappliga steðga við svimjingini fyri heldur at heita á tey um at venja heima. Og vit væntaðu tí faktiskt einki, nú aftaná steðgin.

Continue reading Ungu svimjarar okkara styrktir burtur úr sóttarhaldi

Úrslit frá ABMS 2020

Her eru úrslitini frá Aldursbólkameistarastevnuni 2020, sum var í Svimihøllini í Gundadali nú 30. og 31. mai 2020. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net, umframt at stroymingin sæst her á YouTube. Takk fyri eina góða stevnu.

Continue reading Úrslit frá ABMS 2020

Nevndin í Havnar Svimjifelag skipað seg

Havnar Svimjifelag hevði aðalfund 18. mai og hevur nevndin tann 26. mai skipað seg soleiðis:

  • Ólavur Weihe, formaður
  • Katrin Dagbjartsdóttir, næstforkvinna
  • Leivur Michelsen, kassameistari
  • Ann Ellingsgaard, skrivari
  • Erling Eidesgaard, nevndarlimur
  • Rakul Arnfríð Dam, nevndarlimur
  • Eyðun Húsgarð, nevndarlimur
  • Eirikur Hofgaard, nevndarlimur

havnarsvimjifelag.com

So er tað ABMS 2020

Svimjisamband Føroyar skipar í vikuskiftinum fyri Aldursbólkameistarastevnuni 2020, sjálvsagt í serligum líki nú vit royna at umganga møguliga coronasmittu. Startlistarnir síggjast nú her á livetiming.se, umframt niðanfyri saman við tíðarætlanunum.

Continue reading So er tað ABMS 2020