Hetta fyllir nógv í svimjiheiminum í løtuni – Lia Thomas kappaðist sum mannligur svimjari fram til 2019, men hevur síðani skift kyn og vann nú hóskvøldið amerikanska NCAA meistaraheitið í 500 yards frí, við teirri øsing sum harav fylgir.
Author: rokur
Innbjóðing til SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2022”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 2. og sunnudagin hin 3. apríl 2022. Hetta er opin stevna, har allir aldursbólkar kappast sum éin.

Góð føroysk úrslit á EISM 2022
Sum kunnugt luttóku fýra svimjarar úr Havnar Svimjifelag á Edinburgh International Swim Meet 2022, nú í vikuskiftinum, og gekk tað bara heilt væl hjá teimum. Eyðrið setti 3 persónlig met, Isak og Elisabeth hvørji síni 2, Elisabeth svam seg í 2 finalur og varð næstskjótast í aðru.

Úrslit frá HS Open 12. og 13. mars 2022
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open Mars 2022” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net
Continue reading Úrslit frá HS Open 12. og 13. mars 2022SuSvim-menn 1:48.36 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað
Suðuroyingar settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4 ferðir 50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á “HS Open” í Svimjihøllini í Gundadali svumu hendan samlaða tein uppá tilsamans 1 minutt, 48 sekund og 36 hundraðpartar. Sí úrslitalistan her

Fyrsta tíðindabræv frá nýggja LEN
Her er leinki til fyrsta tíðindabræv frá nýggju leiðsluni í evropeiska svimjisambandinum LEN, um tað sum vit hava fingist við, hendan fyrsta mánaðin síðani kollveltingina í Frankfurt. Ætlanin er, at hesi tíðindabrøv skulu koma út regluliga, sum partur av ætlanini at verða meira opin við kunning til limalondini og onnur, um tað sum hendir ‘aftanfyri leiktjøldini’.

Svimjifrálæra á sjónum eisini neyðug, til at minka um druknivandan
Norski granskarin Dagmar Dahl hevur hugt at tveimum skúlaverkætlanum í Noregi, har tey royna seg við uttandura svimjifrálæru, og sigur at tað er týðiligt at tað er neyðugt at royna seg eisini í køldum sjógvi, vøtnum og áum, til at venja seg við tað.
Det å svømme i en hall der vannet er mellom 26 og 30 grader, gjør ikke ungene i stand til å mestre situasjonen om de skulle havne i vannet utendørs. Det er for øvrig ganske kaldt i havet, elver og innsjøer i Norge det meste av året. Så kuldesjokk kan inntreffe også på sommeren, sier hun.
Lesið forskning.no
Rætting: Elisabeth ikki í juniorfinaluni allíkavæl, á EISM 2022
Hetta er eitt sindur fløkjasligt – men innleiðandi riðlarnir eru býttir upp í tveir stevnupartar, har tann fyrri vist nokk var tann við teimum skjótaru svimjarunum, og har ein í seinna partinum tó kláraði at svimja skjótari enn 30.98 sum Elisabeth og hin svumu í innleiðandi … áðrenn tær báðar so svumu aftur skj´ótari í umsvimjingini.
Tí eigur hendan finaluplássið, sum í seinna stevnupartinum svam skjótast, meðan longu avgreidda umsvimjingin harvið nú varð ‘bara’ um heiðurin at vera fyrsti eykasvimjari. Sum skilst hava venjarin og Elisabeth valt at strika hana frá hesum eykaplássi, so at tað nú eingin kjansur er fyri, at hon luttekur í finaluni í kvøld.

Elisabeth 30.09 og juniorfinala í 50 rygg á EISM 2022
Elisabeth Erlendsdóttir svam seg í morgun til nýtt persónligt met og pláss í juniorfinaluni á Edinburgh International Swim Meet 2022, tá ið hon í umsvimjing í innleiðandi 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 30.09 sekund. Hetta er á langgeil, har besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 30.12 frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í fjør summar.

Føroysk luttøka á Edinburgh International Swim Meet 2022
Skotar skipa í hesum døgum fyri Edinburgh International Swim Meet 2022, har eisini fýra evnaríkir svimjarar úr Havnar Svimjifelag luttaka. Startlistar og úrslit síggjast her, og hartil verður stroymað frá stevnuni.