EM á stuttgeil 2021 flutt til at gera pláss fyri HM á stuttgeil

Evropeiska svimjisambandið LEN hevur valt at framskunda EM á stuttgeil 2021 ein mánaða, til í november 2021, nú HM á stuttgeil er flutt til at verða í desember 2021 heldur enn desember 2022. Lesið her á LEN

kazan photo
Image courtesy of zizimao, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

HM á stuttgeil útsett til í 2021

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú valt at útseta heimsmeistarastevnuna á stuttgeil sum skuldi verða í Abu Dhabi í desember 2020, til heldur at vera sama stað í desember 2021.

Heimsráðstevnan er eisini útsett til tá, sum plagar at vera samstundis sum HM á stuttgeil. Val-aðalfundurin sum plagar at vera samstundis sum HM árið eftir OL, verður í staðin fyri seg í Doha, Katar hin 5. juni 2021, nú HM 2021 herfyri varð flutt til mai 2022. Sí fina.org

Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona dagført (aftur)

SSF avtalaði nú hósdagin hin 14. mai við corona-ráðgevingina, at vit strika tilmælið um at hava minst 4 metrar millum hvønn svimjara sum svimja á rað, fyri heldur at halda okkum til almenna tilmælið um at hava, í hesum føri, minst 2 metrar millum fólk sum íðka ítrótt.

Photo by Jele boscan from PxHere
Continue reading Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona dagført (aftur)

Kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona

Her er kappingartilmæli SSF, sum ment í samstarvi við føroysku svimjifeløgini og almennu coronaráðgevingina. Hartil tilfar ið meira nágreiniliga vísir hvussu vit ætla at gera nú í sambandi við Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 30. og 31. mai.

Photo by Jele boscan from PxHere
Continue reading Kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020

Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 16. mai 2020 sín árliga aðalfund, á Parnassinum á Hotel Hafnia. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Sørin S. Djurhuus og Eyðun Húsgarð stóðu fyri vali, umframt formaðurin Rókur í Jákupsstovu. Allir tríggir vórðu afturvaldir.

Continue reading Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020

Dansk Svømmeunion avlýsir nú allar sínar stevnur í summar

Der er nu truffet en endelig beslutning om svømmesportens nationale events denne sommer.

Samtlige sommerens mesterskaber og events i regi af Dansk Svømmeunion er aflyst. Det drejer sig om DM Langbane, DM Årgang Langbane, Øst/Vest Årgang og Øst/Vest Børn. Aflysningerne skal ses i lyset af myndighedernes udmeldinger den seneste uges tid.

Sportsafdelingen beklager aflysningerne, der naturligvis særligt berører de tusindvis af børn, unge og voksne, som dyrker svømning som konkurrenceidræt samt alle dem, der følger udøverne tæt.

Lesið her á svoem.org

Nú sleppa summir danskir svimjarar aftur í hylin

41 danskir úrvalssvimjarar hava nú fingið grønt ljós frá myndugleikum til at kunna fara aftur til sínar vanligu venjingarumstøður, aftaná at tað annars síðsta hósdag varð kunngjørt at svimjing mátti bíða til ‘fasu 4’ í august. Danska svimjisambandið er sum so ikki nøgt við støðuna, men tekur hetta sum eina jaliga byrjan uppá upplating av eisini donskum svimjihallum. Tey 41 eru ‘Team Danmark góðkendir íðkarar’, vælsagtans nakað líkt okkara úrvalsskipan.

Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona dagført

Her er dagførd útgáva av venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona, nú almennu tilmælini síðani hin 30. apríl loyva upp til 50 fólkum at savnast saman, soleiðis sum vit nú eisini síggja fleiri svimjihallir gera. Dagføringin er gjørd í samráð við feløgini og við corona-ráðgevingina, har vit loyvdu okkum at rudda eitt sindur í orðingum eisini.

  • Vit fylgja øllum almennum tilmælum, sí https://corona.fo/tilmaeli
  • Tað eru altíð tey somu sum venja í senn, og ongantíð fleiri enn tilmælt
  • Kravda frástøða skal haldast av øllum allastaðni, so sum í móttøkuni, í umklæðingini, undir brúsuni, á kantinum og í hylinum
  • Um svimjarar svimja aftaná hvørjum øðrum, so eigur frástøðan at vera minst 4 metrar millum hvønn svimjara, tann vegin sum tey svimja
  • Øll halda seg til at nýta einans persónliga útgerð, og lána ongum sítt, so sum t.d. svimjibrillur, fitjur, snorkil, plátur, vatnfløskur, hettur, stopp-ur og klæðir
  • Alt persónligt skal goymast við greiðari frástøðu til tað hjá øðrum, so sum í persónligari tasku ella í persónligum skápi
  • Hitarúm og líknandi verður ikki brúkt
  • Um sjúkueyðkenni eru, ið benda á coronavirus, so sum hosti ella fepur, so skal viðkomandi verða heima og testast áðrenn hann/hon kann møta til venjing aftur 
  • Svimjararnir skulu fáa greið boð um hesar venjingarreglur, áðrenn fyrstu venjing
  • Øll uppmøting skal skrásetast neyvt, so at til ber at síggja hvør ið møtti nær

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu, formaður

Photo by Jele boscan from PxHere