HM 2021 flutt til mai 2022

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi nú fyri løtu síðani nýggja dagfesting fyri næstkomandi HM á langgeil, at verða nú í Fukuoka hin 13. til 29. mai 2022, heldur enn sama stað á sumri 2021. HM fyri masters verður eisini flutt, at verða nú frá 31. mai til 9. juni 2022. Sí FINA

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Victor Johansson raktur av løgnari sjúku

Svenski Victor Johansson er sambært Sveriges Radio raktur av ‘mystiskari’ sjúku, sum ger at hansara testosteron-virði eru farin í botn. Hann er staddur í Los Angeles, har hann er ‘student athlete’ á University of Southern California – men síðani í oktober/november er tað bara gingið verri og verri við venjingini, og nú er so sjálvsagt alt tað við COVID-19 og stongdum svimjihallum eisini.

Vit føroyingar kenna rættiliga væl Victor, nú hann er bara eini tvey ár yngri enn Óli Mortensen, og hartil svimur ella svam umleið somu sergrein.

EM 2020 verður í 2021

Hetta veit Hungary Today at siga á enskum, eftir at forsetin í ungarska svimjisambandinum skal hava sagt so við ungarsku tíðindarásina M1. EM varð sum kunnugt útsett frá nú í mai til í august, og nú siga hesar keldur so at nágreiniliga dagfestingin verður avgjørt á næstkomandi LEN kongress, sum eftir øllum at døma verður í november.

budapest photo
Photo by PHeen0

Christiansborg Rundt 2020 avlýst

Danska svimjisambandið kunngjørdi nú mikudagin, at Christiansborg Rundt 2020 varð avlýst vegna støðuna við COVID-19. Útlitini vóru annars góð, nú tey fyri 15. ferð skuldu skipa fyri hesi stevnu í kanalunum rundt Christiansborg, við meira enn 4400 luttakarum í fjør og væntandi enn fleiri í ár. Christiansborg Rundt hevur fast ligið á síðsta leygardag í august mánaða, tvs í ár hin 29. august. Lesið her á svoem.org

Innbjóðing til ABMS 2020 (2)

Góðu tit øll

Her er nýggj innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum nú útsett til hin 30. og 31. mai 2020.

Her er ymiskt sum er væl øðrvísi enn í fyrru útgávu, til at fáa hesa stevnu at hóska til almennu coronatilmælini sum fráboðað í dag:

  1. Vit royna at avgreiða hvønn aldursbólk uppá éin dag, so at tað vónandi ikki verður neyðugt at yvirnátta.
  2. Vit flyta stevnuna til Havnar, so at vit spara hesa ferðatíð hjá suðuroyingum á degnum, og ífall at neyðugt verður at yvirnátta.
  3. Vit strika allar liðsvimjingar umframt 800 frí; til at spara tíð, og 800 frí til ikki at skula hava ein vendidómara per geil í fjarendanum.
  4. Vit avmarka luttøkuna hjá hvørjum einstakum svimjara til í mesta lagi 8 kappingar, nú hvør einstakur kappast bara éin dag, og til at spara tíð.
  5. Vit krevja at viðkomandi svimjarar verða undanfráboðaðir í seinasta lagi 8. mai, so at vit um neyðugt kunnu tillaga stevnuna enn meira.
  6. SSF skaffar dómararnar, sum vit vænta verður lætt nú tað er ein av fáu møguleikunum at sleppa at vitja ABMS

Har er sikkurt okkurt annað sum eg havi gloymt beint nú, og afturat hesum koma okkara kappingartilmæli ísv corona, sum verða klár í seinasta lagi 15. mai.

Sigið endiliga frá, um okkurt er. Vit royna sum frægast at fáa hesa stevnu avgreidda sum vanligt, men mugu jú tillaga onkunstaðni.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur