ILS flutt HM í lívbjarging til 2022, aðalfundin til 2021

Altjóða lívbjargingarsambandið ILS hevur í morgun kunngjørt, at HM í lívbjarging sum skuldi verða í Riccione í Italia í september 2020, nú heldur verður í Riccione í september/oktober 2022. Lesið her á ilsf.org umframt offisiella brævið.

riccione photo
Photo by mathias is still around

Eftir ætlan skuldi val-aðalfundur verða í sambandi við hetta HM í 2020, men er hann nú fluttur til heldur at verða í sambandi við altjóða lívbjargingarráðstevnuna sum verður í Sri Lanka í 2021. Og HM sum skuldi verða í Marokko í 2022, verður nú heldur í 2026.

Continue reading ILS flutt HM í lívbjarging til 2022, aðalfundin til 2021

Sun Yang fyrst á síðani ikki á kinesiska landsliðnum

Kinesiska svimjisambandið sendi í gjár eina fráboðan út um at Sun Yang er koyrdur av kinesiska landsliðnum vegna sín dopingdóm, aftaná at tað mikudagin frættist at tey høvdu bjóðað honum á 3-mánaða landsliðslegu. Lesið t.d. China Daily og South China Morning Post.

Photo by jdlasica, CC BY 2.0
Continue reading Sun Yang fyrst á síðani ikki á kinesiska landsliðnum

Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona

Gev gætur – Nýggj og dagførd útgáva finst her

Her eru tilmæli SSF til, hvussu svimjingvenjing eigur at ganga fyri seg, nú meðan strang tilmæli enn eru til at umganga corona-smittu.

Tilmælini eru gjørd út í frá uppskotum frá svimjifeløgum okkara, og í samráð við nýggju corona-ráðgevingina.

  • Í mesta lagi 10 eiga at vera til eina venjing í senn
  • Tað eru altíð somu bólkar sum venja í senn
  • Frástøða á minst 2 metrar eigur at haldast av øllum allastaðni, so sum í móttøkuni, í umklæðingini, undir brúsuni, á kantinum og í hylinum
  • Um svimjarar svimja aftaná hvørjum øðrum, so eigur frástøðan at vera minst 4 metrar millum hvønn svimjara, tann vegin sum tey svimja
  • Øll halda seg til at nýta einans persónliga útgerð, og lána ongum sítt, so sum t.d. svimjibrillur, fitjur, snorkil, plátur, vatnfløskur, hettur, stopp-ur og klæðir
  • Alt persónligt verður goymt við somu frástøðu á minst 2 metrum, og gjarna í persónligari tasku ella í persónligum skápi
  • Hitarúm og líknandi verður ikki brúkt
  • Følir svimjarin seg sjúkan, skal hann/hon verða heima
  • Hevur svimjarin fepur ella turran hosta (sjúkuteknin uppá COVID-19), skal svimjarin testast áðrenn hann/hon kann venja aftur
  • Svimjararnir eiga at fáa greið boð um hesar venjingarreglur, áðrenn fyrstu venjing
  • Øll uppmøting eigur at skrásetast neyvt, so at til ber at síggja hvør ið møtti nær

Reingerð, reinføri og avspritting fellur uttanfyri sjálvi venjingartilmælini, men eigur sjálvsagt at verða sambært galdandi forskriftum frá myndugleikum.

Tilmæli til kappingar koma seinni – her nú fyrst hava vit miðsavnað okkum um, at fáa hetta til venjingina avgreitt, so at svimjararnir kunnu koma í gongd aftur.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

PS. Um tað nú í praksis vísir seg at vera okkurt sum er óheppið ella ógreitt í hesum tilmæli, vinarliga fráboðið tað so til mín, við at senda ein teldupost til rokur (kurla) ssf.fo

Sí eisini skjalið sum samtykt:

Photo by Jele boscan from PxHere

SSF aðalfundurin 2020 útsettur

Góðu tit øll,

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at útseta árliga aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum skuldi verða nú fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, til í staðin at verða leygardagin hin 16. mai 2020 frá kl 12:00.

Hetta vegna tilmælini frá myndugleikum um ikki at samlast fleiri enn 10 fólk í senn, og vegna tilmæli frá ÍSF um so vítt gjørligt at hava ein fysiskan aðalfund.

Fundurin verður hildin í fundarhølunum hjá Ítróttasambandi Føroya, í ÍSF-húsinum í Gundadali, við somu skrá sum longu fráboðað. Har verður okkurt til matnað.

Skuldi tað ikki eydnast okkum at hava fundin tá heldur sum ætlað, so verður tað fráboðað feløgunum umframt á heimasíðu SSF.

Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu
Formaður

Nú fara vit so smátt í gongd aftur

Starvsnevnd SSF fundaðist í dag við formenn og -kvinnur í føroysku svimjifeløgunum, í forleingilsi av góðu tíðindunum frá Løgmanni mikudagin, at Føroyar lata varisliga upp aftur, íroknað at vit frá 9. mai fara at vónandi kunna hava ítróttarkappingar aftur.

Continue reading Nú fara vit so smátt í gongd aftur

Ungarska landsliðið rakt av koronasótt

Tilsamans 9 ungarskir landsliðssvimjarar hava til nú fingið staðfest koronasmittu, har í millum Boglarka Kapas, heimsmeistari í 200 firvald, umframt Dominik Kozma, David Horvath og Richard Bohus.

Hetta er staðfest tí at tey har brúka at testa landsliðið til at vita hvør ið kann tilláta sær at halda áfram at venja, har hesi fingu staðfest smittu aftaná at vera komin heim av venjingarlegum.

Continue reading Ungarska landsliðið rakt av koronasótt

OL 2020 byrjar nú 23. juli í 2021

Fyriskipararnir mongu eru í dag komnir ásamt um, at Olympiskur Leikir 2020 nú verða fra hin 23. juli til 8. august í 2021, og Paralympisku Leikir frá hin 24. august til 5. september í 2021. Lesið her á olympic.org

The International Olympic Committee (IOC, the International Paralympic Committee (IPC), the Tokyo 2020 Organising Committee, the Tokyo Metropolitan Government and the Government of Japan today agreed on new dates for the Games of the XXXII Olympiad, in 2021. The Olympic Games Tokyo 2020 will be celebrated from 23 July to 8 August 2021. They also agreed on new dates for the Paralympic Games, which will be celebrated From 24 August until 5 September 2021.

Atlantic Open 2020 avlýst

Góðu tit øll

Starvsnevnd SSF hevur viðgjørt spurningin um Atlantic Open 2020, nú ein mánaður er til at hendan stevna skal verða sambært kalendara okkara.

Niðurstøðan er at vit avlýsa hesa stevnu, eisini hóast vit hin 14. apríl vónandi eru komin úr hesi neyðstøðu sum nú er.

Vónandi ber til at avgreiða ABMS 2020 og FM á langgeil 2020, tá einaferð í mai og juni, umframt aðalfundin hin 17. apríl.

IOC hevur júst útsett OL til í 2021, og tískil eru bara tvær stevnur eftir í altjóða kalendara okkara til í summar – NMU í juli, og EM nú útsett til í august.

Vónandi hava vit tað øll gott í hesum sóttarhaldum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

FINA endurskoðar HM 2021 nú OL verður sama ár

FINA skrivar her at tey fara at endurskoða dagfestingara fyri Heimsmeistarastevnuna sum eftir røttum skal vera í Fukuoka í Japan í 2021, nú OL verður eisini í Japan saman ár. Hetta í samráð við altjóða olympisku nevndina IOC og við lokalu fyriskipararnar í Japan.

fukuoka photo
Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required

Japan ynskir nú OL flutt til 2021

Lesið t.d. her á Sports Illustrated umframt tíðindaskrivið nú á heimasíðu IOC sum váttar tíðindini íroknað at Olympisku Leikirnir 2020 verða fluttir til í 2021.

Japanese prime minister Shinzo Abe and Tokyo governor Yuriko Koike have proposed a one-year postponement of the Summer Olympics in Tokyo in a conference call with International Olympic Committee president Thomas Bach.

Abe said Bach agreed “100%” with this proposal, which would have to be approved by the IOC’s Executive Board. 

The Olympics have never been postponed in history. The modern Olympics has been canceled only during wartime. A final decision would have to be announced and made by the IOC and Bach.

Continue reading Japan ynskir nú OL flutt til 2021