Bergen Swim Festival 2020 avlýst vegna COVID-19

Bergen Swim Festival á Facebook:

Hetta rakar rættiliga nær fyri okkum føroyingar, við tað at vit seinastu tvey árini hava luttikið har við landsliðnum, og hava verið glað fyri hesa stevnu.

Í ár er trupulleikin bara, at Danish Open er sama vikuskiftið, ið sum kunnugt er týdningarmesta OL-úttøkustevna hjá dønum og harvið eisini føroyingum.

Danir ætla enn at skipa fyri Danish Open, og halda seg hava eina loysn sum er trygg fyri luttakararnar har, við ongum áskoðarum og skerpaðum krøvum til reinføri og heilsustøðu.

Sí tíðindini her á svoem.org um Danish Open 2020

FINA stovnað COVID-19 arbeiðsbólk

Lesið her á fina.org – Altjóða svimjisambandi FINA hevur nú sett á stovn ein COVID-19 arbeiðsbólk til sum frægast at verja heilsuna hjá luttakarum á altjóða svimjistevnum, nú corona-sóttin herjar um heimin.

Hesin arbeiðsbólkur hevur fingið til uppgávu at:

  • greina hvussu hendan virus spjaðir seg
  • spáa um hvussu hetta kann ávirka FINA stevnur
  • gera viðmælir til hvussu verjast kann ímóti smittuni
  • kunna limalondini um hvussu vit frægast umganga smittuna
  • samskipa hetta virksemi við tað hjá IOC Medical Commission

Eitt áhugavert í tíðindastubbanum frá FINA, er at FINA sigur seg ikki vænta broytingar í teimum OL-úttøkuskipanum sum longu eru settar verk, um enn har kann vera onkur ávirkan á tiltøk.

covid-19 photo
Image courtesy of geralt, Pixabay

Úttøka til Danish Open 2020

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út hesar svimjarar til Danish Open 2020, sum verður í Taastrup í Danmark hin 28. mars til 1. apríl 2020.

  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal Debess (2002), SuSvim
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Ronja Ró í Dímun (2004), HS
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Hetta eru allir teir svimjarar sum kláraðu ásettu kravtíðir innan kravtíðarskeiðið.

Og hetta er sjálvsagt við fyrivarni fyri at til ber at fara til hesa stevnu, nú corona-sóttin herjar um allan heimin.

Venjarar og ferðaleiðarar verða kunngjørdir seinni.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Úttøka til EM 2020

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út hesar svimjarar til Evropameistarastevnuna á langgeil 2020, sum verður í Budapest í Ungarn hin 11. til 17. mai 2020.

  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Hetta er sjálvsagt við fyrivarni fyri at til ber at fara til hesa Evropameistarastevnu, nú corona-sóttin herjar um allan heimin.

Venjari og ferðaleiðari verða kunngjørd seinni.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link

FINA sigst at umhugsa 3 mánaðar bann fyri øllum størri stevnum

Lesið her á SwimmingWorld Magazine, og gevið gætur at hetta ikki eru almenn tíðindi frá FINA

FINA‘s leadership is debating a proposal to impose a three-month moratorium on all major events under its jurisdiction, including all Olympic test events in open water, synchro and water polo, for men and women as well as the bulk of the 2020 Diving World Series, the Synchro World Series and the Water Polo World League.

Continue reading FINA sigst at umhugsa 3 mánaðar bann fyri øllum størri stevnum

Italia avlýst sínar OL-úttøkustevnur vegna corona

Lesið her á SwimmingWorld Magazine: Italska svimjisambandið hevur avlýst sína OL-úttøkustevnu í kappsvimjing umframt í havsvimjing, vatnpolo, vippulopi og synkronsvimjing, vegna tað nú landsumfatandi karantenu sum italsku myndugleikarnir hava sett í verk.

Tað er enn ógreitt hvussu so verður við at fáa tikið út teir annars sterku italsku hópar sum skulu kappast á OL í Tokyo, og um OL yvirhøvur kann byrja til ásettu tíð.

Sum tað stendur í greinin á SwimmingWorld: “The global crisis, not just events in Japan, are now likely to affect whether the Olympic Games can be held on schedule from July 24 in Tokyo.”

riccione photo
Photo by August Brill

Ítróttafólk fylgja Corona-tilráðingunum

Ítróttasamband Føroya heitir á øll sambondini innan ítróttin, øll ítróttafeløg og øll ítróttafólk um at taka Corona-tilráðingarnar frá Heilsumálaráðnum og Landslæknanum í størsta álvara. Dystir og tiltøk skulu m.a. skipast við atliti at tættleikanum millum áskoðarar

Image by iXimus from Pixabay
Continue reading Ítróttafólk fylgja Corona-tilráðingunum

Reysta-stevnan í fyrstu atløgu útsett til hin 21. mars 2020

Góðu tit øll

Soleiðis sum støðan er við hesi corona-smittuni, hava vit í samráð við Svimjifelagnum Reysta avgjørt at fyribils útseta stevnuna sum skuldi verða í morgin, leygardag hin 7. mars 2020, til í fyrstu atløgu leygardag hin 21. mars 2020.

Hetta nýggja tíðspunkt er har FS sambært kalendaranum skuldi hava sína stevnu, sum tíverri er avlýst ella útsett vegna hallartrupulleikar.

Eg vóni at tit skilja støðuna. Beint nú er alt rættiliga óvist viðvíkjandi hvussu vit best fyrihalda okkum við ítróttartiltøkum, nú hendan smitta er komin til Føroyar; men verður tann støða vónandi betri um ikki alt ov langa tíð.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur