Nýggj átøk skulu fyribyrgja corona-smittuna

Endurgivið av heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum:

Landsstýrismaðurin í heilsumálum mælir nú til fleiri ítøkilig átøk, sum hava til endamál at byrgja fyri, at fleiri fáa corona-smittuna.

“Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit. Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, heldur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.  

Continue reading Nýggj átøk skulu fyribyrgja corona-smittuna

Úrslit frá SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági nú leygardagin 29. februar og sunnudagin 1. mars 2020. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Smyril broytt ferðaætlan fyri veður

Lesið á https://www.ssl.fo/

“Fyri veður siglir Smyril síðsta túr úr Tórshavn ídag, fríggjadag 28-02-20 kl. 18:30. Smyril siglir ikki norður aftur. Smyril siglir av Krambanga kl. 06:00 í morgin, leygardagin 29-02-20, og úr Tórshavn kl. 09:00. Siglt verður ikki meira leygardag 29-02-20.”

SuSvim ætlar sum er ikki at avlýsa stevnuna í vikuskiftinum, men biður feløgini fylgja væl við á heimasíðu SSL, og geva boð um tey broyta sínar ætlanir.

Sum skilst verður veðrið ikki nakað serligt heldur sunnudagin, men har stendur so einki enn um avlýsingar ella broytingar tá.

Vinarliga

Rókur

Image courtesy of Erik Christensen, Porkeri / Wikimedia, CC-SA 3.0

Sun Yang fer at kæra avgerð CAS

Tað skrivar kinesiska tíðindastovan Xinhua. Trupulleikin hjá honum er bara, mær vitandi, at hetta nú í dag var avgerð í netupp kærumálinum hjá WADA til altjóða ítróttardómstólin CAS, og at næsti møguligi instansur er til sveisiska dómstólin har CAS býr, sum ikki plagar at gera seg inn á tær avgerðir sum verða tiknar í CAS.

It is rare for the Swiss Court to overturn CAS judgments, on grounds of jurisdiction: among cases overturned, the issues have centred on commercial rights, financial penalties and human rights such as in the case of Caster Semenya. For the Swiss court to override a judgment based on the WADA Code and Anti-doping rules and procedures would set a precedent in swimming.

Kelda: SwimmingWorld

So er tað SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Páls Høll í Vági, sum millum annað verður avgerandi fyri hvør sum verður úttikin til Danish Open 2020 í Taastrup í mars, og til EM á langgeil í Budapest í mai.

Her er luttakaralistin, sum eisini finst her á LiveTiming.se

Danish Open 2020 er sum kunnugt danska úttøkustevnan til Olympisku Leikir í Tokyo í summar, og tí alneyðug at luttaka á, um ein sum føroyskur svimjari hevur vónir um at kvalifisera seg til OL. Tí sendir SSF lið hagar, og tí er hendan stevnan í Vági nú tað meira avgerandi.

10. Trofeo Città di Milano útsett vegna coronavirus

Fyriskipararnir av 10. Trofeo Città di Milano hava avgjørt at útseta og møguliga avlýsa stevnuna sum annars skuldi verða nú í vikuskiftinum, sí stevnusíðuna á Facebook og trofeocittadimilano.it

Hetta er stevna sum Rókur Trygvason og Signhild Joensen luttóku á í fjør. Í ár eru ætlanirnar øðrvísi, meðan svenska svimjistjørnan Sarah Sjöström venur í Napoli og skuldi síðani kappast í Milano.

Væleydnað talentlega í Klaksvík 21. – 22. februar 2020

Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri talentvenjingarlegu í Klaksvík, saman við vertsfelagnum Ægir og øðrum góðum kreftum. Tíverri sluppu suðuroyingar ikki norður vegna veður – Men fyri hini vórðu hetta 24 fokuseraðir tímar við tættpakkaðari skrá, sum tey tóku ímóti við eldhuga, góðum innsatsi og jaligum hugburði.

Continue reading Væleydnað talentlega í Klaksvík 21. – 22. februar 2020