Úrslit frá Ægir Open 15. og 16. februar 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 15. og sunnudagin 16. februar 2020, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá Ægir Open 15. og 16. februar 2020

Ægir-stevnan útsett vegna veður

Av tí at seinnapartstúrurin norður hjá Smyrli í morgin er fluttur fyri veður frá kl 16 til kl 20, er avgerð tikin um at útseta stevnubyrjanina leygarmorgunin 1½ tíma, so at upphitingin nú byrjar kl 09:30, og so at kappast verður frá kl 10:30.

Hetta kann ávirka eisini nær byrjað verður aftur seinnapartin, leygardagin, men tað kunnu vit koma aftur til.

Vegna fyriskipararnar

Rókur

Svimjisambandið leitar eftir aðalskrivara

Aðalskrivari okkara fer úr starvi, og leita vit tí eftir einum nýggjum. Nógv er rættiliga skrivstovukent, men til tíðir eru eisini praktiskar uppgávur uttanfyri skrivstovutíð og ørindi bæði í Føroyum og uttanlands.

Image courtesy of buidinh1803, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required
Continue reading Svimjisambandið leitar eftir aðalskrivara

Innbjóðing til SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 29. februar og sunnudagin hin 1. mars 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er síðsti kjansur her heima hjá svimjarum at royna eftir plássi á landsliðnum til EM 2020, sum verður í Budapest í mai mánaða.

Team Danmark krevur kanning av møguligari doping í danskari svimjing

Lesið her á dr.dk

Team Danmark har sammen med Danmarks Idrætsforbund (DIF) henvendt sig til Anti Doping Danmark for at få vurderet eventuelle brud på dopingreglerne.

Det handler specifikt om den tidligere landstræner Paulus Wildeboers udlevering af medicin, der kunne medføre positive dopingprøver, til de danske svømmere.

Det oplyser Team Danmark på sin hjemmeside. […]

”Denne sag skal undersøges til bunds. Derfor har Team Danmark sammen med Danmarks Idrætsforbund henvendt sig til Anti Doping Danmark. De er nu i gang med at vurdere, om der er grundlag for at starte en nærmere undersøgelse af evt. brud på WADAs kodeks. Det er chokerende, at der ikke blev handlet korrekt, da den viden tilgik Team Danmark,” siger Frank Jensen.

Frank Jensen er nevndarformaður í Team Danmark, umframt borgarstjóri í Københavns Kommune. Onkur kennist sikkurt eisini við navnið eisini frá tá ið hann var løgmálaráðharri í Nyrup-stjórnini.

‘Det er den største skandale i dansk eliteidræt nogensinde’

Hetta heldur Mads Øland, formaður í Danske Elitesportsudøveres Forening, í atfinning mótvegis Dansk Svømmeunion og Team Danmark, nú úrslitið av óheftu kanningini av viðurskiftunum í donsku úrvalssvimjingi varð løgd fram í gjár.

Continue reading ‘Det er den største skandale i dansk eliteidræt nogensinde’

Úttøkuskipan til EM 2020 í Budapest

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 11. til 17. mai 2020.

Av ymsum ávum eru ikki kravtíðir til hesa stevnu, men heldur at vit taka út upp til tveir svimjarar av hvørjum kyni, sum í kravtíðarskeiðnum klára bestu avrik yvir 700 FINA stig.Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

By LeeveiphuOwn work, CC BY-SA 4.0, Link