Stjórin í Dansk Svømmeunion uppsøgd

Lesið tíðindaskrivið frá Dansk Idrætsforbund, nú leiðslan í Dansk Svømmeunion í dag fær lemjandi atfinningar sum úrslit av óheftu kanningini av danskari úrvalssvimjing síðani 2001.

”En helt urimelig træneradfærd og episoder, der på ingen måde er forenelige med den etik og kultur, vi insisterer på at have i dansk eliteidræt”.

Continue reading Stjórin í Dansk Svømmeunion uppsøgd

Heiðursmerki og finalupláss til føroyingar eisini 3. dag á RIG 2020

Andreas Debess (2006, SuSvim) vann í morgun gull í 200 bringu og bronsu í 200 frí í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri, meðan Birna Isholm (2006, Ægir) vann silvur í 100 frí í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri, og Signhild Joensen (2000, Ægir) kvalifiseraði seg til opnu finaluna í 200 rygg við bestu tíð av øllum. Síðsti finalupartur er frá kl 15:00 í dag.

Continue reading Heiðursmerki og finalupláss til føroyingar eisini 3. dag á RIG 2020

Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. kvøld á RIG 2020

Hóast kappingin er rættiliga hørð á Reykjavík International Games 2020, so megnaðu føroysku svimjararnir at gera vart við seg aftur í kvøld. Róland Toftum vann silvur í 100 bringu, Johan N. Dam vann bronsu í 400 frí og 200 firvald, og Signhild Joensen bronsu í 100 rygg.

Continue reading Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. kvøld á RIG 2020

Live Stream og Úrslit frá RIG 2020

Sundsamband Íslands stroymar beinleiðis á YouTube frá svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2020

Startlistar og úrslit síggjast her á SwimRankings, saman við øðrum áhugaverdum talvum so sum heiðursmerki vunnin og framgongd.

Kappast verður

  • Fríggjadag frá kl 17:30 – innleiðandi + einstakar finalur
  • Leygarmorgun frá kl 09:15 – innleiðandi riðlar
  • Leygardag frá kl 15:30 – finalur
  • Sunnumorgun frá kl 09:15 – innleiðandi riðlar
  • Sunnudag frá kl 15:00 – finalur

Klokkan er í løtuni tann sama í Føroyum sum í Íslandi

Annars er stevnusíðan hendan á heimasíðu Sundsamband Íslands

Heiðursmerki og finalupláss til føroyingar, 1. kvøld á RIG 2020

Føroysku svimjararnir kláraðu seg bara heilt væl, hetta fyrsta kvøldið á Reykjavík International Games 2020. Vár E. Eidesgaard (2001, HS) vann gull í 800 frí og bronsu í 400 blandað, meðan Johan N. Dam (2002, HS) vann silvur í 1500 frí, og hartil vóru tey fleiri sum svumu seg víðari til finalur, umframt at Andreas Debess gjørdi eitt hál í yngra bólkinum.

Continue reading Heiðursmerki og finalupláss til føroyingar, 1. kvøld á RIG 2020