Nú verður lættari at taka tíð á smáu stevnunum

Umboð fyri SSF og FLOT hava í kvøld roynt eina nýggja tíðtakingarskipan, sum vónandi fer at gera tað væl lættari at taka tíð á stevnum í skúlahyljum runt landið, og á svimjistevnum annars har krav ikki er um at tíðirnar skulu kunna brúkast til met og sovorðið.

Continue reading Nú verður lættari at taka tíð á smáu stevnunum

Stór føroysk luttøka á RIG 2020

Íslendarar skipa hin 24. til 26. januar fyri Reykjavík International Games 2020, við luttøku av eisini einum 38 føroyskum svimjarum úr Ægir, Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag. Og hóast kappingin er hørð, sær tað út til at føroyingarnir fara at kunna taka í øllum førum okkurt heiðursmerki.

Continue reading Stór føroysk luttøka á RIG 2020

Kravtíðir til NMU 2020

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2020, sum verður í Girstučio baseinas í Kaunas í Litava hin 11. og 12. juli 2020. Kravtíðarskeiðið er til og við FM á langgeil 2020.

Image courtesy of Wolfgang Eckert from Pixabay

Úttøkuskipan:

Kravtíðirnar síggjast eisini her á heimasíðu SSF.

Kravtíðir til EJM 2020

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2020, sum verður í Aberdeen í Skotlandi frá 1. til 5. juli 2020. Kravtíðarskeiðið er til og við FM á langgeil 2020.

Image courtesy of Herbert Frank, CC BY 2.0

Úttøkuskipan:

Kravtíðirnar síggjast eisini her á heimasíðu SSF.

SSF viðgjørt spurningin um met í mix-stafett

Starvsnevnd SSF viðgjørdi á starvsnevndarfundi í gjárkvøldið spurningin um møguliga at góðkenna tíðina hjá Róki Trygvasyni sum føroyskt met, sum hann hin 1. desember 2019 svam á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 8×50 frí fyri “mix” lið svam fyrstu 50 metrar frí uppá 23.05 sekund.

Continue reading SSF viðgjørt spurningin um met í mix-stafett