Úrvalshandan 2020

Úrval avdúkaði í gjár tey sum fáa úrvalsjáttan nú í 2020, harav fýra einstaklingar og ein hópur eru frá svimjingini. Til lukku tit øll.

Úrvalsstuðul 2020 til íðkarar hoyrandi til SSF

  • Signhild Joensen (Ægir) 150.000 kr
  • Vár E. Eidesgaard (HS) 150.000 kr
  • Rókur Trygvason (Ægir) 122.400 kr
  • Róland Toftum (SuSvim) 97.000 kr
  • 15 úrvalssvimjarar í 3. bólki (SSF) 50.000 kr

Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 11. – 12. januar 2020

Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu í Páls Høll í Vági hin 11. og 12. januar 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna fyri allar aldursbólkar, tó so at riðlarnir í 400, 800 og 1500m kappingum eru avmarkaðir til éin riðil í hvørjari kapping.

Enn meira rok í donsku svimjingini

DR bar í gjárkvøldið hesi tíðindini, at danski juniorlandsliðsvenjarin Michael Hinge í 2013 gav ungum svimjarum á landsliðslegu giktarheilivág uttan at ráðføra seg við lækna ella foreldur, so at hesir svimjarar kundu halda áfram við venjingini sama dag.

Sí eisini TV Avisen í gjárkvøldið (frá 16:40 ella har á leið)

Í hesi søgu verður víst til eina eldri sum DR bar í mai, um hvussu landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer væl áðrenn hetta plagdi at geva landsliðssvimjarum tablettir sum hann hevði bílagt úr Spania, uttan at hesi sóu pakningin ella á annan hátt fingu prógv um innihaldið.

Continue reading Enn meira rok í donsku svimjingini

Nordic Open Masters í Tórshavn hin 2. til 4. oktober 2020

Fyrireikingarnar eru longu væl í gongd til Nordic Open Masters 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 2. til 4. oktober 2020.

Formliga innbjóðingin verður klár í januar, við møguleika at bíleggja sær innivist og máltíðir og so framvegis.

Vit vænta í minsta lagi 300 svimjarar sum tá ið hendan sama stevna var í Havn í 2015, og vita at tey í Vantaa í Finnlandi í ár vóru yvir 600.

Sí stevnusíðuna ssf.fo/nordic-open-masters-2020/

Her niðanfyri eru nakrar útvaldar myndir frá stevnuni í Havn í 2015

Russland fingið 4 ára bann frá altjóða ítrótti íroknað OL

WADA kunngjørdi í morgun at Russland nú fær fýra ára bann frá altjóða ítrottarstevnum íroknað Olympisku Leikir – tó so at russiskir íðkarar kunnu biðja um undantaksloyvi til at kappast sum einstaklingar undir neutralum flaggi, ífall at tey ikki hava verið partur av stóru dopingsakini í Russlandi.

Hetta kann sjálvsagt væl merkja, at bæði LEN má broyta ætlanina um at hava EM á stuttgeil í Kazan í 2021, sum Kazan annars fekk fyri bara tveimum døgum síðani. Og har eru aðrar stevnur eisini sum kunnu ávirkast, so sum World Cup stevnan í Kazan í oktober 2020, og kappingar í synkro og kaving eisini í 2020.

Les t.d. SwimmingWorld Magazine