OK úrslit fyrsta dag á EM á stuttgeil 2019

Føroysku svimjararnir hava nú allir roynt seg her á EM á stuttgeil 2019 í Glasgow, og gekk tað útmerkað. Eingin tíð var betri enn tær tilsvarandi hjá hesum frá NM í Tórshavn í vikuskiftinum – men tað er nú eisini trupult soleiðis omaná NM og á EM í morgunriðlum.

  • Róland Toftum (1998), SuSvim svam 50 bringu, og varð har nr 45 av teimum 50 luttakandi við tíðini 28.55 sekund. Hann setti føroyskt met 28.37 nú leygardagin.
  • Signhild Joensen (2000), Ægir svam 100 rygg, og varð har nr 31 av teimum 36 luttakandi við tíðini 1:01.56. Hon vann NM-gull við 1:01.21 nú leygardagin.
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS svam 800 frí, og varð har nr 24 av teimum 29 luttakandi við tíðini 8:52.11. Hon vann NM-gull og setti føroyskt met 8:40.78 nú sunnudagin.

Sí úrslitalistarnar her á microplustiming.com

Nú er steðgur hjá føroyingunum til í morgin, tá ið Vár skal royna seg í 100 frí, og síðani í ovurmorgin Signhild 200 rygg og Róland 100 bringu.

Eitt óført NM fyri føroyska svimjing

Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2019 er nú farin aftur um bak, og kunnu vit staðfesta at hetta var ein frálík stevna fyri føroyska svimjing, bæði hjá svimjarum og fyrireikarum.

Tilsamans 180 svimjarar og 32 lið úr 7 londum fingu 987 úrslit í 69 kappingum, har besta avrik gav heili 815 FINA stig, og har føroysku svimjararnir vunnu heili 3 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri, umframt at sett vórðu 4 kanska 5 føroysk met.

Continue reading Eitt óført NM fyri føroyska svimjing

Rókur 23.05 og skjótari enn føroyska metið í 50 frí

Rókur Trygvason svam í gjár 50 metra frísvimjing uppá imponerandi 23.05 sekund, á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2019 í Tórshavn, har føroyska metið hjá honum er 23.14 sekund. Men, her er tað eitt sindur tricky, at tað var sum fyrsti svimjari í óoffisiellu stuttleikakappingini 8×50 frí fyri lið við bæði monnum og kvinnum

Ivamálið er um metið kann góðtakast, bæði tí at talan var um óoffisiella kappingargrein, og tí at talan var um lið við bæði monnum og kvinnum, har FINA fyrr hevur kolldømt heimsmet. Hetta verður upp til starvsnevnd SSF at viðgera, Rókur sjálvur tók tað rættiliga lætt í støðuni, og veit at so kann tað líka væl verða næstu ferð.

Signhild 2:13.89 og norðurlendskt gull í 200 rygg

Signhild Joensen svam seg í gjár til norðurlendskt gullheiðursmerki í eisini 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni á NM/NJM 2019 í Tórshavn svam teinin uppá 2:13.89. Sostatt megnaði hon at vinna sær tvey gullheiðursmerki á hesi norðurlendsku meistarastevnu – fyrst eitt í 100 rygg leygarkvøldið, og síðani eitt í 200 rygg sunnukvøldið.

Vár 8:40.78, føroyskt met og norðurlendskt gull í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í gjárkvøldið risastórt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hon í skjótasta riðli við tíðini 8:40.78 svam seg til eisini norðurlendskt gull í greinini. Vár átti sjálv føroyska metið á 8:46.64, frá Atlantic Open í mars mánaða, og svam nú næstan 6 sekund skjótari enn tað.

 

Signhild 1:01.21 og gull á NM 2019 í Tórshavn

Signhild Joensen svam seg í kvøld til heitið sum norðurlendskur meistari í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á NM 2019 í Tórshavn svam teinin uppá 1:01.21. Tað var ein sera spennandi kapping, har serliga svenska Julia Stenhård á 1:03.20 gav henni skarpan gang til ímóti endanum, og har estiska Kertu Kaare eisini fylgdi væl við við 1:03.34. Signhild er úr Ægir.

Róland 28.37 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti í morgun flott nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Havn svam teinin uppá 28.37 sekund.

Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.38 sekund, og var hetta sostatt eitt nýtt met við minst møguliga marginali. Men, hann er í finaluni í kvøld, við fimtbestu tíð av svimjarunum í vaksna bólkinum. Róland er úr Suðuroyar Svimjifelag.

Róland Toftum, Óli Toftum eigur myndina

 

Landsliðskvinnurnar 8:26.81 og føroyskt met í 4×200 frí

Føroyska liðsvimjingin í 4×200 frí fyri kvinnur setti í gjárkvøldið flott nýtt føroyskt met, tá ið tær á Norðurlendsku Meistarastevnuni á stuttgeil 2019 í Tórshavn svumu seg til eitt fjórðapláss í tíðini 8:26.81, einans 1,52 sekund aftanfyri bronsutíðina hjá Estlandi á 8:25.29.

Tær sum svumu fyri Føroyar, vóru Vár E. Eidesgaard úr HS, Signhild Joensen og Barbara Debes úr Ægir og Alisa Vestergård úr SuSvim. Gamla metið var 8:29.72 frá NM í Bergen í 2015, og var hetta sostatt ein betring á heili 2,91 sekund.

Vár, Alisa, Signhild og Barbara. Óli Toftum eigur myndina