Vár 4:14.59 og nýtt føroyskt met í 400 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í gjár stórt nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, og vann sær norðurlendskt silvurheiðursmerki, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Tórshavn svam hendan teinin í tíðini 4:14.59.

Vár átti sjálv føroyska metið á 4:17.18, frá tá ið hon í summar vann gull á Oyggjaleikum á Gibraltar, so hetta var ein flott betring á 2,59 sekund. Vár er úr Havnar Svimjifelag.

 

Vár E. Eidesgaard, Óli Toftum eigur myndina

Nógv heiðursmerki í Herfølge í morgun

Tey avgreiddu kappingarnar fyri yngstu aldursbólkarnar í 25 metra firvald og bringu, nú í Herfølge-partinum av Køge Open 2019 í morgun, og gekk tað so avgjørt her upp á stáss hjá føroyingunum. Eini 6 gull, 7 silvur og 5 bronsu bleiv tað til, hendan sunnumorgunin.

Ægir-gentur gull, silvur og bronsu í 25 bringu á Køge Open 2019. Juan Jaime Arroyo Toledo eigur myndina.

Continue reading Nógv heiðursmerki í Herfølge í morgun

Fleiri heiðursmerki til føroyingar á Køge Open 2019

Hóast støðið er heldur høgt á Køge Open 2019, so megna ungu føroyingarnir eisini at stinga seg upp í millum viðhvørt. Tilsamans hava tey til nú vunnið eini 6 gullheiðursmerki, 5 úr silvur og 5 úr bronsu, fyrstu tveir dagarnar av trimum í Køge og Herfølge.

Continue reading Fleiri heiðursmerki til føroyingar á Køge Open 2019

Ægir gentur silvur í 4×50 blandað á Køge Open 2019

Ungu damurnar hjá Ægir megnaðu í dag at vinna silvurheiðursmerki og steyp á Køge Open stevnuni 2019, tá ið tær í Herfølge svumu næstskjótast av øllum í aldursbólkinum 12 ár og yngri í 4×50 blandað, við tíðini 2:38.10.

Ægir gentur silvur í 4×50 blandað á Køge Open 2019. Maja Højsted eigur myndina

Tær fýra sum svumu fyri Ægir, vóru Ragnhild Jacobsen (42.03 í 50 rygg), Lea Osberg Højsted (43.15 í 50 bringu), Róa Trygvadóttir (37.13 í 50 firvald) og Durita M. Askham (35.79 í 50 frí)

Føroyskir svimjarar til Køge Open 2019

Føroyskir ungdómar fara nú í vikuskiftinum at kappast á Køge Open, har kappast verður partvís í aldursbólkum í Køge og Herfølge, og síðani við útvaldum finalum í Køge Svømmehal. Sí innbjóðingina her

Føroysku svimjararnir eru einir 16 úr Havnar Svimjifelag, 14 úr Suðuroyar Svimjifelag, 10 úr Ægir og 9 úr Fuglafjarðar Svimjifelag. Tilsamans 49 svimjarar, sum flest allir eru úr yngstu aldursbólkum okkara.

Startlistarnir finnast her:

Startlistar til NM/NJM 2019

Her eru startlistarnir til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú næsta vikuskifti hin 29. november til 1. desember 2019. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans eru tey eini 183 svimjarar sum fara at kappast hesar tríggjar dagarnar í Gundadali – 44 úr Estlandi, 32 úr Finnlandi, 27 úr Danmark, 25 úr Íslandi, 24 úr Svøríki, 16 úr Noregi og 15 úr Føroyum, harav 92 gentur/kvinnur og 91 dreingir/menn.

Sí annars stevnusíðuna á ssf.fo, har vit leggja út viðkomandi leinki til innbjóðing, startlistar, live timing, úrslit og stroyming og tílíkt, so hvørt sum hetta er klárt.

Eingin avgerð í Sun Yang málinum fyrr enn í 2020

Lesið her á Swimming World Magazine

An important line from the conclusion: there will be no decision from the judging panel of Judge Franco Frattini, from Rome, Italy, Panel President; Romano F. Subiotto QC; and Prof. Philippe Sands QC this year. A verdict is expected in January, CAS told the media gathered here this evening.

Meira um Wada vs Sun Yang & FINA hoyringina hjá CAS í morgin

Hoyringin er Fairmont Le Montreux Palace í Sveis. Hon byrjar kl 08:00 føroyska tíð í morgin ári, og endar umleið kl 19:30. Øll hoyringin verður at síggja á heimasíðu CAS – www.tas-cas.org – og er á enskum.

Photo by jdlasica
Continue reading Meira um Wada vs Sun Yang & FINA hoyringina hjá CAS í morgin