EM 2024 verður í Russlandi, sigur TASS

Russiska tíðindastovan TASS skrivar her, at EM í svimjing í 2024 verður annaðhvørt í Kazan ella Nizhny Novgorod, sum báðir eru býir nakað eystanfyri Moskva. Sambært TASS verður EM 2022 í Rom í Italia, sum er árið tá ið næsta fleirítrótta-EM annars verður í München.

LEN sjálvi skriva her at tey fara at kunngera vertsbýin fyri EM í 2022 einaferð síðst í november ella fyrst í desember.  Tað ljóðar tó sum um at tað verður ein annar býur enn München, tí LEN tosar um eina fleir-ítrótta-EM-loysn við tveimum býum sum Glasgow og Berlin í 2018.

Í greinini hjá Inside the Games frá í gjár stendur nú at lesa, at vónir vóru um at München skuldi fara at hýsa øllum ítróttunum, og at München eisini søkti um hetta, men at umstøðurnar har ikki livdu upp til krøvini hjá LEN.

“However, in discussions with LEN, it was clear that the existing aquatics facilities in Munich were not sufficient for the current requirements of a European Aquatics Championships and all its disciplines.

“LEN took the decision to look elsewhere for a host city to organise their Championships.

“Depending on the host city selected and date chosen by LEN, and the European Championships 2022 participation requirements being fulfilled, the integration of aquatics would still be considered by the EC2022 Board.”

Nizhny Novgorod photo
Photo by Alexxx1979

Serliga Kazan og Budapest eru sera virknir býir í svimjihøpi, nú hesi næstu árini …

  • 2020 – EM í Budapest i Ungarn
  • 2020 – HMS í Abu Dhabi í SAR
  • 2021 – HM í Fukuoka í Japan
  • 2021 – EMS í ??
  • 2022 – EM í møguliga Rom
  • 2022 – HMS í Kazan í Russlandi
  • 2023 – HM í Doha í Qatar
  • 2023 – EMS í ??
  • 2024 – EM í Kazan ella Nizhny Novgorod
  • 2024 – HMS í Budapest í Ungarn
  • 2025 – HM í Kazan í Russlandi
  • 2027 – HM í Budapest í Ungarn

München fer at hýsa næstu EvropaMeistarastevnur í 2022

Nú má man halda tunguna mitt í munninum – Tí talan er ikki um Evropeisku Leikir hjá evropeisku olympisku nevndini EOC, og eiheldur neyðturviliga um EM í svimjing; men hinvegin um samankoyringina av EvropaMeistarastevnum í fleiri ítróttum sum fyrstu ferð varð roynt í Glasgow og Berlin í 2018.

Lesið her á Inside The Games

Munich has been named as host of the second edition of the multi-sport European Championships in 2022.

Athletics, cycling, golf, gymnastics, rowing and triathlon have also been confirmed for the sports programme in the German city.

All six sports featured at the first European Championships in Glasgow and Berlin last year, alongside aquatics which has not been confirmed for a repeat appearance.

Continue reading München fer at hýsa næstu EvropaMeistarastevnur í 2022

Beinleiðis stroyming frá CAS hoyringini í málinum millum WADA og Sun Yang og FINA

Lesið tíðindaskrivið her av heimasíðu CAS – Tað er nú fríggjadagin hin 15. november 2019 at altjóða ítróttardómstólurin CAS fer at hoyra partarnar í kærumálinum frá WADA, um tað at altjóða svimjisambandið FINA í januar lat Sun Yang sleppa undan dómi, fyri í fjør heyst at ikki hava viljað latið dopingroynd.

sun yang photo
Photo by jdlasica
Continue reading Beinleiðis stroyming frá CAS hoyringini í málinum millum WADA og Sun Yang og FINA

Úttøka til EM á stuttgeil 2019

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út teir svimjarar til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil 2019 sum hava klárað til hesa stevnu, umframt ein seniorsvimjara afturat fyri úrslit yvir 700 FINA stig í hesi árshálvu. EM á stuttgeil 2019 verður í Glasgow í Skotlandi hin 4. til 8. desember 2019.

Glasgow. Image courtesy of Ian Dick, CC-BY-2.0
Continue reading Úttøka til EM á stuttgeil 2019

Føroyingar í finalur eisini 2. dag á ÍM25

Tey hava avgreitt innleiðandi riðlarnar í Hafnarfirði, og verða tað ein hópur av føroyingum sum fara at verða at síggja í finalunum seinnapartin. Íslendarar stroyma finalurnar beinleiðis her á oz.com, umframt at beinleiðis úrslit síggjast her á SwimRankings.net

Continue reading Føroyingar í finalur eisini 2. dag á ÍM25

Úttøka til NM/NJM 2019

Starvsnevnd SSF avgjørdi her í vikuni at taka út teir svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2019 sum hava klárað kravtíð til hesa stevnu, umframt tveir afturat sum kláraðu yvir 600 FINA stig á júst farna FM á stuttgeil 2019. NM/NJM 2019 verður í Tórshavn hin 29. november til 1. desember 2019.

Svimjararnir sum fram til FMS 2019 høvdu klárað kravtíð til NM/NJM 2019

http://www.ssf.fo/ambod/kravtid/yvirlit/

Continue reading Úttøka til NM/NJM 2019