Gott í gongd á DÅM 2008

So er fríggjakvøldið avgreitt, og okkara hava svomið bara heilt væl. Tað hevur verið eitt sindur trupult at finna seg til rættis í propp-fullu høllini, men eg kann so í øllum førum skriva undir uppá at okkara úr Rituvík hava svomið upp til sítt allarbesta, nú tær betraðu um sína 50 metra tíð við fleiri tíggjundapartum.

DSC00139 Continue reading Gott í gongd á DÅM 2008

Startlistin til DÅM gr. 1 í Kastrup klárur

‘Gruppe 1’ er eldri parturin av ungu svimjarunum, sum hesa ferð kappast hjá Kvik í Kastrup, meðan hini yngru kappast hjá Hørsholm Svømmeklub.

Tey í Kastrup eru klár við startlistanum her á livetiming.dk, sum bendir á at føroyingarnir fáa ein harðan dyst. Havi skimmað listan skjótt í gjøgnum, og dugi ikki at síggja at okkara nakra staðni sníkja seg veruliga langt upp móti toppinum. So well, tað verður mest kapping um at seta persónlig og føroysk met 🙂

Startlistin úr Hørsholm er ikki klárur enn, men teirra síða á livetiming er so her. Continue reading Startlistin til DÅM gr. 1 í Kastrup klárur

Ferðaskrá til DÅM 2008

Fingið frá Rúna:

Hósdagur 12. juni

Fráferð Vága Floghavn.

Møta í Vágum kl. 07.00.

Atlantic Airways, RC450 kl. 8.15

Tá komið er til Danmark verður farið til klubhúsið, hjá svimjifelagnum Kvik Kastrup, har vit fara at gista.

Vit skulu hava soviposa við (madrassir fáa vit í DK).

Mánadagur 16. juni

Heimferð Kastrup Lufthavn.

Atlantic Airways, RC451 kl. 8.35

Vit vera í Vágum uml. kl. 9.55

Íroknað ferðaseðlakostnaðin er: madrassir og ferðing millum svimjihallir. Morgunmatur allar dagar, frokost leygardag og sunnudag, nátturi fríggjakvøld og leygarkvøld. Svimjarar fáa eisini eina blusu í part.

Máltíðir hósdag, frokost fríggjadag og nátturi sunnukvøld eru ikki við í prísinum. Væntandi verður farið í Tivoli sunnukvøld, hetta er fyri egna rokning.

Venjarar á túrinum eru: Petur Heðin á Fløtti, 227022 og Rúni Gaardbo, 217106.

Hjálparfólk eru: Ingvør Mohr, 227773, og Jákup Jacobsen, 213620.

Svimjarar og foreldur eiga sjálvi at hava ferðatrygging til túrin.

PS. Túrurin byrjar og endar í Vágum.

Vinarliga

Venjararnir

Continue reading Ferðaskrá til DÅM 2008

Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu

Japanski Kosuke Kitajima setti í dag nýtt langbana heimsmet í 200 bringu hjá monnum, við at svimja 2:07.51 har tvey ára gamla heimsmetið hjá amerikanska Brendan Hansen var 2:08.50. Kitajima svam í eini Speedo LZR Racer, og skapti forrestin eitt sindur av øsing longu fyrradagin, tá ið hann vísti seg í eini T-shirt við áskriftini “Eg eri svimjarin”, í mótmæli móti at japanska svimjisambandið hevur avgjørt at avmarka sínar svimjarar til einans at kunna brúka svimjidraktir av slagnum Asics, Descente ella Mizuno. Continue reading Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu

SSF Kalendarafundurin 2008: Stórar broytingar í umbúna

Viðfest er brot úr telduposti frá Rúna Gaardbo, stílað øllum feløgum í sambandi við kalendarafundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum var á Viðareiði nú fríggjakvøldið og leygardagin. Yvirskriftin er “Uppskot til nýtt bólkabýti, til at koma í gildi frá 1 sep. 2008 – eisini er uppskot til nýggjan kalendara sambært hesum uppskoti”. Og haldið tykkum fast… har eru stórar broytingar á veg. Continue reading SSF Kalendarafundurin 2008: Stórar broytingar í umbúna