Teldan mundi brent saman hjá Bartali uppi á balkongini í gjár, og tí brúka vit bara hendan eina vinkulin í dag. Orsaka forrestin seinkingina; onkur (les: eg) hevði misskilt tíðarætlanina.
Author: rokur
Spurningar ella viðmerkingar til sjónvarpsfólkið ?
So havi eg latið upp fyri at eisini ónevnd kunnu gera viðmerkingar her á síðuni, nú meðan FM koyrir. Vinarliga gerið tó mest viðmerkingarnar her beint til hesa frásøgnina, so at vit finna tær 🙂
Test við ‘live streaming’
Tvey videobrot frá FM innleiðandi
Pál og Sofus byrja sínar 1500 frí
Og her er okkurt tilvildarligt skifti í innleiðandi 4×100 frí hjá gentunum
Massar av myndum á Flickr nú
Ella tað vil siga 144. Gev gætur at tær flestu eru ogn hjá Johan Martini Poulsen, og at loyvi tí eigur at fáast frá honum áðrenn tær verða nýttar aðrastaðni.
3 føroysk met og Susvim hølvar alt av
Kári J. á Høvdanum byrjaði ballið við at betra sítt egna føroyska met í 200 rygg frá 2:06.44 til 2:05.13. Síðani betraði Pál Joensen um sítt met í 200 blandað frá til 2:11.33 til 2:08.85. Og at enda betraði eisini Malan Vitalis Bærendsen um sítt met í 50 bringu frá 34.94 til 34.74. Jóhann Heðinsson setti sum nevnt bólkamet í 50 firvald, og Bjarni M. Petersen svam sum sætti svimjari í 100 frí seg til eina silvurnál við tíðini 57.91. Støðið er høgt 🙂 Continue reading 3 føroysk met og Susvim hølvar alt av
FM køkurin hjá FS
Tey úr Fuglafjarðar Svimjifelag hava ordiliga rigga seg til við skrúvum og spaghettisós á kantinum. Hetta er forrestin aðru ferð at Sonni fær sær (veit ikki nær hann gavst við at eta, men hann svam so 100 frí seinni).
FM 2008 skotið í gongd
Livetiming riggar OK, og svimjararnir svimja bara heilt skjótt. Jóhann Heðinsson úr Fuglafjarðar Svimjifelag hevur sett nýtt bólkamet í 50 frí við tíðini 30,14 sekund (tað er bólkur 3, dreingir føddir 1995-96). Vit leggja myndir upp her á Flickr tá ið tað yvirhøvur ber til. Continue reading FM 2008 skotið í gongd
FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið
Tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um FM í svimjing:
Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur
Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi.Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.
Kappast verður eftir hesi skrá:
- Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
- Leygardag 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
- Sunnudag 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30
Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl
17:45.Vegna Svimjisambandið
Palli Ziskason
Continue reading FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið
Programmið klárt
Svend Åge boðar frá at programmið nú er klárt her á livetiming, yvir hvussu innleiðandi riðlarnir verða svomnir. Allar kappingar sum bert hava ein riðil, eru fluttar til at vera beinleiðis finala um kvøldið.