1 gull, 2 silvur og 1 bronsu til HS í DK

Tað gekk bara heilt væl hjá HS á stóru altjóða stevnuni í Esbjerg um vikuskiftið. Guðrun vann gull í 50 frí og silvur í 25 frí, meðan Høgni vann sær eina silvur í 50 rygg og bronsu í 100 rygg. Restin var nokk mest við fyri túrin, men kláraðu seg tó heilt væl í mun til ovurstóra hópin á stevnuni. Síggið úrslit, hagtøl, myndir og video her á westswim.dk, umframt úrslitini aftur her á livetiming.dk. Continue reading 1 gull, 2 silvur og 1 bronsu til HS í DK

Summi kunnu taka testosteron uttan at tað sæst í dopingroyndum (!)

The New York Times skrivar her um eina kanning sum svenskarar hava gjørt, har tey góvu 55 royndarpersónum innspræning við testosteron (mannligt kynshormon), og síðani testaðu tey við vanligu dopingroyndini. Heilir 17 av teimum vístu eingi tekin upp á doping, av tí at teir høvdu eina serliga samanseting av ílegum. SwimNews skrivar eisini nógv um hetta her, í grein um m.a. tað at Gary Hall Jr. er so bersøgin um doping í svimjing. Continue reading Summi kunnu taka testosteron uttan at tað sæst í dopingroyndum (!)

Gary Hall Jr. heldur at draktirnar eru eitt hent skálkaskjól fyri doping

Hann er rættiliga hardcore, fimm-dupulti OL gullvinnarin frá Atlanta 1996 og Sydney 2000: “There’s obviously something there besides technology”, “I don’t want it to take the attention away from the performances but there’s doping going on in sports” og “It’s a convenient distraction for the people who dope and those who aren’t cracking down on it”. Kelda: Reuters

Hey hey, her er bloggan hjá Nystrand

Og hann er rættiliga ágrýtin eisini, her á metrobloggen.se, har hann millum annað skrivar um at hann ikki heldur at betringarnar nú skyldast doping (til tað er breiddin ov stór á hópinum sum nú svimur nógv skjótari í senn), men at tað kanska er draktirnar, OL árið, ella broytingar í hvussu fólk venja. Har eru eisini myndir og video og frágreiðing um hvussu hann venur, umframt møguleiki at seta ein spurning í viðmerkingunum, um man hevur okkurt á hjarta.

Havnar Svimjifelag til Danmarkar at kappast

Svimjifelagið WestSwim skipar nú 2. – 4. maj fyri stórari altjóða svimjistevnu í Esbjerg, við 1845 luttakarum úr 10 londum. Tað er 11. árið at WestSwim skipar fyri hesi stevnu, og Havnar Svimjifelag luttekur sum onkuntíð áður við einum rættiliga stóri hópi. Fylgi við á heimasíðuni hjá WestSwim, á livetiming.dk, ella við evt. at fylgja við beinleiðis ‘videostreaming’ frá kappingini. Continue reading Havnar Svimjifelag til Danmarkar at kappast

Joan Bláfoss vunnið altjóða triathlonkapping í Lissabon

Sum tit kunnu lesa her á sportalinum, vann Joan Bláfoss sína fyrstu altjóða kapping nú seinasta vikuskifti. Kappast varð á hálva ironman teininum, sum er 1.9 km svimjing, 90 km súkkling og 21 km renning. Joan nýtti 4 tímar, 8 minuttir og 24 sekund um teinin, og vann harvið kvinnukappingina og fyrstu virðisløn á 3000 evrur. Sí eisini heimasíðuna hjá kappingini, Lisboa International Triathlon.

David Blaine sett heimsmet í at halda ondina

‘Úthaldniskunstnarin’ David Blaine helt ondina í 17 minuttir og 4 sekund á Oprah Winfrey Show í dag, eftir fyrst at hava anda inn reint oxygen í umleið 23 minuttir. Hetta var nærum ein hálvan minutt longri enn gamla metið á 16 minuttir og 38 sekund, sum Peter Colat setti í februar í ár. Og nei, hann brúkti ikki Speedo LZR 🙂

Continue reading David Blaine sett heimsmet í at halda ondina