FINA avgjørt at draktirnar eru í lagi

Tey siga meira ella minni ‘farið og kopierið Speedo’, nú tað á FINA heimasíðuni stendur: FINA confirmed that all the swimsuits approved so far are complying with the specifications. Tvs. at tað er í lagi at TYR hevur lagt inn neopren í svimjidraktirnar, sum vit annars mest kenna sum tað (flótandi) evnið sum vátdraktir verða gjørdar av, at Adidas vevur uppí ‘powerbands’ til at betra um blóðrensl og eksplosiva kraft, og so framvegis.

Italski Filippo Magnini hevur í dag fingið eina nýggja útgávu av Arena R-Evolution, sum Craig Lord á SwimNews sigur hevur ‘panel’ sum følast meira sum plastikk enn klæði, og sum hann (Magnini) eftir øllum at døma ætlar sær at brúka í 100 metra frí finaluni í morgin. Livst so spyrst. Continue reading FINA avgjørt at draktirnar eru í lagi

3 heimsmet afturat á HM í Manchester

Amerikanski Ryan Lochte hevur sett nýtt stuttbana heimsmet í 100 blandað við tíðini 51.25, í semifinaluni á heimsmeistarastevnuni í kvøld. Simbabviska Kirsty Coventry betraði heimsmetið í 200 blandað við umleið 1½ sekundi, til 2:06.13, og kvinnurnar úr Niðurlondum betraðu um sítt heimsmet í 4×100 frí við nærum 4 sekundum, til 3:29.42. Tilsamans 12 heimsmet eru nú sett á heimsmeistarastevnuni í Manchester, og ein dagur er eftir í morgin. Lesið annars her, her og her á SwimInfo. Continue reading 3 heimsmet afturat á HM í Manchester

Kári 1:01.95 í 100 IM, Shaila 27.07 í 50 frí

Kári J. á Høvdanum hevur í morgun svomið 100 blandað, sum eitt slag av uppískoytis kapping, til at halda seg í gongd. Hann svam 1:01.95, sum er gott men ikki føroyskt met ella nakað.

Shaila svam hin vegin 27.07 í 50 frí løtu seinni, sum er gott! Ókey, nú veit eg ikki hvat hennara persónliga met er, men føroyska metið hjá Elspu er ‘bara’ 26.71, og kjansur er tí seriøst fyri at Shaila fyrr ella seinni kann taka tað. Continue reading Kári 1:01.95 í 100 IM, Shaila 27.07 í 50 frí

Schubert heldur at øll met kunnu rúka á OL í Beijing

Fyri líka sum at seta trumf á alt hetta við nýggju hátøknis svimjidraktunum, so heldur amerikanski høvuðsvenjarin Mark Schubert nú sambært CNN, at øll met kunnu rúka á olympisku leikum í Beijing. 30 heimsmet eru longu sett síðani LZR draktin kom á marknaðin í februar, harav hendan varð brúkt í øllum uttan trimum, og onnur sløg av hátøknisdraktum so vórðu brúkt í restina (Arena R-Evolution í einum føri, og nýggja Mizuno í tveimum). Continue reading Schubert heldur at øll met kunnu rúka á OL í Beijing

2 heimsmet afturat á HM í Manchester

Kroatiski Duje Draganja hevur sett nýtt stuttbana heimsmet í 50 frí við tíðini 20.81, har svenski Stefan Nystrand til nú átti heimsmetið á 20.93. Og amerikanski Ryan Lochte betraði um heimsmetið í 200 blandað við nærum 1½ sekund, tá ið hann svam 1.51.56 har metið hjá ungarski Laszlo Cseh var 1.52.99. Lesið her og her á SwimInfo. Continue reading 2 heimsmet afturat á HM í Manchester

Nýtt heimsmet í 50 firvald hjá kvinnum

Hesu ferð var tað við so lítlum muni sum tað yvirhøvur ber til, tá ið avstralska Felicity Galvez á heimsmeistarastevnuni í Manchester setti nýtt stuttbana heimsmet við tíðina 25.32, har metið hjá svensku Anna-Karin Kammerling frá 2005 var 25.33. Lesið á SwimNews og SwimInfo. Continue reading Nýtt heimsmet í 50 firvald hjá kvinnum

Kirsty Coventry knúst metið í 200 rygg

Simbabviska Kirsty Coventry hevur sett nýtt stuttbana heimsmet í 200 rygg við tíðina 2:00.91, har ‘gamla’ metið hjá Reiko Nakamura frá februar var 2:03.24. Bretska Elizabeth Simmonds fór eisini klárt undir heimsmetið við tíðina 2:02.60. Lesið á SwimNews og SwimInfo. Continue reading Kirsty Coventry knúst metið í 200 rygg

Mona 4.31.33 í 400 frí

Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá Monu. Hon svam teir 400 frí við tíðina 4.31.33 nú í áðni, sum er gott men ikki persónligt met (tað er 4.27.96 sambært top 10 listanum her á susvim.com). Jón skrivaði eitt sindur um teir 800 í gjár í dagbók sína á sudurras.fo og susvim.com, og eftir øllum at døma er hetta bara sovorðið sum hendir, uttan at nøkur beinleiðis frágreiðing er at finna.

Skrá og úrslit hjá føroyingunum á HM

Góð mið: www.susvim.com, www.sudurras.fo, www.manchester2008.org

Shaila millum Garðarnar Mona Simonsen Kári J. á Høvdanum Pál Joensen
mik 9. april 100 rygg
57.33*
200 frí
1:53.26
hós 10. apríl 100 frí
58.74
800 frí
9:12.33
frí 11. apríl 400 frí
4.31.33
50 rygg
27.02
400 frí
3:50.71*
ley 12. apríl 50 frí
27.07
100 blandað
1:01.95
sun 13. apríl 200 frí
2:13.97
200 frí
2:09.88
200 rygg
2:07.84
1500 frí
15:12.88

*føroyskt met Continue reading Skrá og úrslit hjá føroyingunum á HM