Føroyskt met til Pál í 400 frí

Pál hevur beint nú svomið 400 frí í tíðini 3:50.71, sum er næstan 4 sekunds betring av hansara føroyska meti á 3:54.64 frá NJM í Havn í desember. Kári J. á Høvdanum royndi eisini eftir sínum føroyska meti í 50 rygg í morgun, men varð tíverri eitt vet ov stuttur. Kári svam 27.02, har metið er 26.83. Continue reading Føroyskt met til Pál í 400 frí

Save Our Sport – Swimming Science Journal talar at

SAVE OUR SPORT!
BODYSUITS: THE SERIOUS THREAT TO THE VERY NATURE OF COMPETITIVE SWIMMING

So áleypandi er yvirskriftin á hesari greinini í Swimming Science Journal:
http://coachsci.sdsu.edu/swimming/bodysuit/table.htm

Tey nevna at hóast øll fáa somu drakt, so eru tað summi sum fáa meira nyttu av teimum enn onnur. Tað kann vera at tey hava sama skap sum teir svimjarar sum draktin er skapað til at vera skræddaraseymað til (ja, kanska tey vóru ein av hesum útvaldu svimjarum). Men faktiskt er tað øvuta eisini galdandi, at summi kanska fáa meira hjálp burtur úr draktini netupp tí tey annars ikki náttúrliga hava optimala skapið. Continue reading Save Our Sport – Swimming Science Journal talar at

Ábreiðslurnar herðast móti nýggju draktini

Tiltikni australski venjarin Forbes Carlile hevur sent eitt opið bræv til svimjiheimin, har hann sigur at ítrótturin hjá honum verður prostitueraður av nýggju draktunum. Italski høvuðsvenjarin Alberto Castagnetti kallar LZR draktina fyri ‘tøkniliga doping’. Craig Lord á SwimNews koyrir eina hetz sum eg gjarna viðgangi smittar av upp á meg og svimjing.com. Og nú sigur enntá FINA forsetin sjálvur, at tað ikki er ov seint at umhugsa reglurnar fyri hvussu draktir verða góðkendar. Continue reading Ábreiðslurnar herðast móti nýggju draktini

3 heimsmet á fyrsta degi av HM

Kirsty Coventry setti nýtt heimsmet í 400 blandað við tíðini 4:26.52, í kapping har tríggjar fóru undir gamla heimsmetið á 4:27.83. Mennirnir úr USA bukaði Svøríki og hinar í 4×100 frí, og settu heimsmet við tíðini 3:08.44. Og kvinnurnar úr Niðurlondum settu sum ‘Arena’ longu hevur nevnt heimsmet í 4×200 frí við tíðini 7:38.90, í kapping har 4 lið fóru undir gamla heimsmetið á 7:46.30.

Her er finalan í 400 blandað


Continue reading 3 heimsmet á fyrsta degi av HM

Nýtt føroyskt met til Kára, Pál byrjar varliga

Kári J. á Høvdanum hevur eftir øllum at døma sett nýtt føroyskt met í 100 rygg, nú hann svam 57.33 har føroyska metið er skrásett at vera 57.41. Pál Joensen svam hin vegin ikki upp til sítt besta í 200 frí, tá ið hann svam 1.53.26 har føroyska metið hjá honum er 1.51.79.

Photo © Bjarnason 2008 Continue reading Nýtt føroyskt met til Kára, Pál byrjar varliga

Suðurafrikanarar fastir í Heathrow

Ein stórur partur av suðurafrikanska svimjilandsliðnum náddi onga venjing í Manchester nú áðrenn kappingina, av tí at tekniskir trupulleikar vóru í Heathrow. Okkurt við at handan har brúgvin til flúgvaran ikki virkaði, og tey tí máttu bíða eftir vanligari trappu og so gjørdust ov seint til næsta flúgvara. Ljóðar sum ein typiskur flogtúrur hjá Jón Bjarnasyni 🙂

Kelda: SwimNews