Fleiri føroyingar í ÍM25 finalur seinnapartin

Tey hava nú avgreitt fyrstu innleiðandi riðlar á íslendsku meistarastevnuni á stuttgeil 2019, og vóru tað fleiri føroyingar sum svumu seg í finalu.

Tey fýra verða tí at síggja í finalunum seinnapartin, umframt Vár E. Eidesgard (2001), HS sum við 4:17.18 hevur skjótastu tilmeldingartíð í 400 frí fyri kvinnur.

Kommunur slóða fyri skipan við frítíðarkortum til børn

Runavíkar kommuna var fyrst við sínum Spjaldri, og Nes kommuna síðani í hølunum á teimum við sínum Frítíðarkorti, so at børn á eystara armi av Skálafjørðinum nú frá í 2020 fara at hava oyramerktar 2000 krónur í part at kunna nýta til frítíðarvirksemi.

Ófør átøk sum vónandi fara at spjaða seg um landið, gjarna somikið samskipaði at bagatellir verða skúgvaði til viks, so sum hvar ítrivið finst.

Continue reading Kommunur slóða fyri skipan við frítíðarkortum til børn

HS- og Ægir-svimjarar til ÍM á stuttgeil 2019

Sundsamband Íslands skipar nú í vikuskiftinum fyri árliga Íslandsmeistaramótið í 25m laug, sum í ár er í Ásvallalaug í Hafnarfirði frá nú 8. til 10. november 2019. Á stevnuni luttaka eisini 5 føroyskir svimjarar úr Havnar Svimjifelag umframt 4 úr Ægir, og er kjansurin rættiliga góður fyri at tey koma upp ímillum tey bestu.

Ásvallalaug, mynd tikin ísv FINA venjaraskeið í Íslandi í september
Continue reading HS- og Ægir-svimjarar til ÍM á stuttgeil 2019

Kanning av vantrivnaði í donsku úrvalssvimjingini seinkað

TV2 veit at siga, at kanningin av møguligum vantrivnaði í donsku úrvalssvimjingini verður seinkað til einaferð síðst í januar, sum upprunaliga skuldi verða klár nú síðst oktober. Hetta er kanning sum danska ítróttasambandið saman við Team Danmark og danska mentamálaráðið setti í verk, aftaná harðar ábreiðslur frá fyrrverandi landsliðssvimjarum í DR dokumentari í apríl.

Den bliver forsinket. Vi regner med, at den kommer i slutningen af januar. Så vi skal lige have lidt tålmodighed, siger Lone Hansen, direktør for Team Danmark, til TV 2 SPORT.

Nálir handaðar á FM á stuttgeil 2019

Tilsamans vórðu 11 nálir handaðar á hesi føroyameistarastevnu, harav 7 bronsunálir, 3 bronsunálir við stjørnu og 1 silvurnál. Ein bronsunál og 1 bronsunál við stjørnu vórðu frá Ægir-stevnu í oktober, men annars vóru øll hesi avrik frá FM á stuttgeil 2019.

Continue reading Nálir handaðar á FM á stuttgeil 2019

Startlistarnir til FM á stuttgeil 2019

Nú fríggjamorgunin hin 1. november byrjar FøroyaMeistarastevnan á stuttgeil 2019, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir eru klárir og síggjast her á livetiming.se.

Vit gleða okkum til eitt spennandi vikuskifti sum verður avgerandi fyri úttøkuna til NM/NJM í somu høll um mánaðarskiftið november/desember, og fyri úttøkuna til EM á stuttgeil í Glasgow í desember.

Væleydnað FINA venjaraskeið í Íslandi

Nú er greitt at allir luttakararnir úr Føroyum tóku prógv, sum í september luttóku á heimsins fyrsta FINA venjaraskeiði fyri royndar venjarar, í Reykjavík í Íslandi.

Og av tí at vit vóru fimm føroyingar og ein meksikani úr Føroyum, á hesum fyrsta skeiði sum 10 gjøgnumførdu, so er eisini greitt at minst helvtin av øllum FINA venjarum á 3. stigi beint nú eru úr Føroyum 🙂

Continue reading Væleydnað FINA venjaraskeið í Íslandi

Signa Vár gull og silvur eisini 2. dag á INAS Global Games 2019

Lesið her á parasport.fo

Sunnudagin 13. oktobur svam Signa Vár
50 m frí tilm. 34:42 úrslit 32:95 – Silvur
200 m blandað tilm. 3:10.62 úrslit 3:05.45 – non medal event
100 m rygg tilm. 1:28.05 úrslit 1:25.29 – Gull

Mánadagin 14. oktobur:
100 m bringa tilm. 1:47.11 úrslit 1:38.17 – Silvur
50 m rygg tilm. 40.77 úrslit 39.46 – Gull

Her er hon í samandráttinum hjá fyriskiparunum frá degnum í dag