Tíðindaskriv: Stuðulsavtala millum SSF og Intersport

Svimjisamband Føroya og Intersport hava gjørt tvey ára avtalu um samstarv. Avtalan inniber m.a., at føroyska svimjilandsliðið fram til HM á stuttbana í Dubai, nýtir klæðir av merkinum HUMMEL frá Intersport.

Palli Ziskason, formaður gleðist um, at svimjisambandið hevur fingið ein samstarvsfelaga afturat. Frammanundan eru Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways høvuðsstuðlar hjá Svimjisambandinum. Hetta samtarv hevur verið síðan 2006 og er fyrbilis galdandi til komandi summar, eftir HM á langbana í Italia.

Sí eisini www.ssf.fo Continue reading Tíðindaskriv: Stuðulsavtala millum SSF og Intersport

Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 19-20 apríl

Hey øll

Innbjóðing til

Suðuroyar Sparikassa stevna í Vági 19.-20. Apríl 2008

Allar kappingar eru beinleiðis finalur, men í øllum 50m fara 4 svimjarir víðari til eina opna finalu har útskjiljing er.

Feløgini verða at møta við tveimum hjálparfólkum.

Yvirdómari verður Evald Rasmussen, og kappingarleiðari Reidar Simonsen

Sendið tilmeldingar til reidar kurla susvim.com seinast 17 apríl

Vh SuSvim Reidar

Viðheft eru kappingar og tilmeldings fíla til stevnuna í Vági 19-20 apríl Continue reading Innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa stevnu 19-20 apríl

Sí, ein franskmaður gjørdi “ein Dia” á OL í 1952

“The International Swimming Hall of Fame” hevur nógvar góðar videoir í videoarkivi sínum, sum eg tó tíverri ikki bara fái víst beinleiðis her á heimasíðuni. Til dømis ‘higlights’ frá OL í Helsinki í 1952, har m.a. pápin at franskmanninum sum vann 400 frí leypir útí í klæðum áðrenn riðilin er liðugur. Gott at Jón ikki var har tá 😉

Suðurafrikanska Keri Shaw tikin fyri doping

Tað ljóðar øgiligt, ‘anabolir og efedrin’, men talan er altso um anabolsk evni sum astmatikarar taka (Clenbuterol), og amfetamin-líknandi efedrin sum tú mær vitandi kanst keypa sum handkeyp á apotekinum (nasaspray). Ikki at eg forsvari møguliga doping, men meira fyri at ávara tykkum svimjarar. Havið pappírini í ordan, og ansi eftir hvat tit taka av vanligum heilivági. Nú má Shaw so bíða eftir úrslitunum frá B-royndini, til at vita um hon fer at fáa karantenu, og er í midlar tíð ‘suspenderað’ frá allari svimjing. Lesið á SwimNews og SwimInfo. Continue reading Suðurafrikanska Keri Shaw tikin fyri doping

Nú kunnu tit trygt eta á McDonald’s

Sum tit kunnu lesa her á Jyllandsposten, so lanserar McDonald’s í dag ein nýggjan burgara kallaður “Chicken Olympic”, ið er samansettur í samstarvi við serfrøðingum hjá Team Danmark. Feittprosentið er undir 30, har er grón í og alt møguligt, og tú stuðlar enntá Team Danmark við einari krónu fyri hvønn burgara. Hvat er lívið ikki herligt.

Nýtt heimsmet í 50 rygg hjá monnum

Bretski Liam Tancock setti í kvøld langbana heimsmet í 50 rygg við tíðini 24.47, sum útlegg til innleiðandi 200 rygg á bretsku meistarastevnuni. Týski Thomas Rupprath átti gamla metið á 24.80, sum hann setti í Barcelona á sumri 2003. Tancock svam annars teir 200 rygg í tíðini 2:16.97. Lesið her á SwimInfo.

Italia eisini sett bann ímóti Speedo draktini

Sum Kanada vísa tey til FINA reglu 5.6: “The manufacturers must ensure that the approved new swimsuit will be available for all competitors”. Speedo tekur hetta til eftirtektar, men heitir á at italska svimjisambandið so eisini brúkar somu reglu ímóti nýggjuu Arena R-Evolution og Adidas PowerWeb. Og lovar annars at allir svimjarar fara at kunna skaffa sær eina á HM í Manchester (!). Lesið her á SwimNews.

Heiðursmerkjabýti á Susvim stevnuni

Alright, eg havi nú koyrt RE-fíluna gjøgnum kvørnina hjá mær, og fái tað til at Susvim vann stevnuna við 25 gullheiðursmerkjum, 14 silvur og 3 bronsu. HS varð nr 2 við 20-15-17, og FS varð nr 3 við 17-4-6. Mest vinnandi svimjari var Magnus Jákupsson úr HS, sum vann 5 gullheiðursmerki og 1 silvur. Continue reading Heiðursmerkjabýti á Susvim stevnuni

Avstralskur svimjari bannaður frá HM vegna slagsmál

Eftir øllum at døma verður Nick D’Arcy skiftur út við ein annan avstralskan svimjara, at fara á HM 2008 í Manchester, eftir at hesin kom upp at berjast á eini barr í Sydney. Slaturin sigur at hann breyt nøsina á Simon Cowley, sum eisini er avstralskur svimjari, og avstralska svimjisambandið velur so at straffa hann við at taka hann av HM liðnum. Lesið her á SwimInfo.