Mona klárað kravtíðina til HM

Sum tit kunnu lesa her av susvim.com, so hevur Mona Simonsen á Susvim-stevnuni í dag svomið 400 frí í tíðini 4:27.96, har kravtíðin til HM 2008 í Manchester er 4:28.01. Harvið verða tey 4 sum fara til HM um eina viku ella so: Shaila Millum Garðarnar (SuSvim), Pál Joensen (SuSvim), Kári J. á Høvdanum (FS) og Mona Simonsen (SuSvim). Continue reading Mona klárað kravtíðina til HM

So-so tíðir á DHM í morgun

Pál Joensen svam 200 frí í tíðini 1:53.06, har hansara føroyska met er 1:51.79. Elspa Mørkøre gjørdist nr 2 í 200 rygg við tíðini 2:16.20, har hennara føroyska met er 2:15.15. Men OK, hinvegin svam Pál 200 bringu í tíðini 2:28.09, og Elspa svam 100 rygg á 1:02.81 í 4 x 100 blandað stafettini, har hennara føroyska met er 1:03.78. Continue reading So-so tíðir á DHM í morgun

Pál svam 2:10.34 í 200 firvald

“We meet again!”, hava teir báðir Pál Joensen og Jon Rud nokk hugsað, tá ið teir møttust til at skula svimja á geil 3 og 4 í riðli 3 í 200 firvald. Í 1500 frí í morgun vann Pál klárt; men hesa ferð var tað Jon sum slapp at smyrja hin av, hóast hann (Rud) ikki varð nr 1 í riðlinum (tað var Anders Frahm við 2:00.58), og hóast Pál svam undir føroyska metið. Continue reading Pál svam 2:10.34 í 200 firvald

Libby Trickett undir 24 í 50 frí

Avstralska Libby Trickett (fødd Lenton) hevur í morgun við tíðini 23.97 sett nýtt langbana heimsmet í 50 frí hjá kvinnum, og er harvið fyrsta kvinna undir 24 sekund í 50 metra hyli. Harvið eru átta heimsmet sett á avstralsku úttøkumeistarastevnuni til olympisku leikir; tvey fleiri enn á teirri annars framúrskarandi evropeisku meistarastevnuni. Lesið her á SwimNews.

Continue reading Libby Trickett undir 24 í 50 frí

Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun

Tað er kapping nr 7 á Danske HoldMesterskaber í morgun, og Pál skal svimja í riðli 3 av 4. Til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se. Pál vinnur mest sannlíkt teir 1500, av tí at Mads Glæsner ikki svimur; men tað sæst ikki á skránni, við tað at feløgini sjáldan melda til við tilmeldingartíðum á DHM. Danska juniormetið (hjá Glæsner) er 14:50.72, og seniormetið 14:45.16 Continue reading Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun

Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan

Hann svimur nú 21.28 í 50 frí á langbana, har hann í gjár ‘bara’ svam 21.41 og Alain Bernard sunnudagin setti heimsmet við 21.50. Alexander Popov átti metið á 21.64 frá 1. juni 2000, áðrenn Sullivan byrjaði við 21.56 tann 17. februar í ár, eftir síðani desember 2006 at hava havt eina bestu tíð á 22.00. Øll metini hjá Sullivan og Bernard eru sett í nýggju Speedo LZR Racer draktini. Lesið her á SwimNews.

Continue reading Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan

Páll Finnur Páll nr 3 tá ið tú leitar eftir “svimjing”

Um tú leitar eftir “svimjing” á Google í dag, so eigur hendan heimasíðan fyrstu tvey leinki, áðrenn Páll Finnur Páll koma við “Leyna svimjing” á MySpace. Lýsingin á MySpace er “Páll, Finnur og Páll svimja fullir”, men eg síggi bara fullar menn og onga svimjing. Jeg græmmes.