Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Hálendsku Inge Dekker, Ranomi Kormowidjojo, Femke Heemskerk og Marleen Veldhuis hava við tíðini 3:33.62 sett nýtt langbana heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum, á evropameistarastevnuni í Eindhoven í gjár. Hetta var ein betring uppá næstan 2 sekund, í mun til gamla metið á 3:35.22 frá 2006, sum týskarar áttu. Lesið her á SwimInfo.

Eg havi ikki funnið nakra videobrot enn av hálendsku gentunum, men her er Stefan Nystrand eftir at svensku mennirnir vunnu gull í somu grein:

OK, nú (20. mars) havi eg funnið eina italska video. Fantastiska flott

Continue reading Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu í Vági 28. 29. & 30. mars 2008. Kappingin verður svomin sum ein opin kapping, og úrslitini bólkað til bólk 3, 4, 5 og opnan bólk. Finalurnar eru opnar, altso eingin bólkur. Tilmeldingarfílan kemur seinni í dag. Continue reading Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008

Meira sensurur á svimjing.com

Óókey, eg havi tikið ein post av heimasíðuni afturat, og fólk verða sikkurt bæði ill og glað um tað. Eg haldi bara at hatta kjakið er ov tungt at taka alment beint nú, tá ið vit skuldu til at endurbyggja arbeiðið runt landsliðini og annað. Vit eru endiliga í eini uppgangstíð aftur, so latið vinaliga ikki eitt kjak um nakrar tilmeldingar sáa split í svimjingina. Í øllum førum ikki á hesari heimasíðuni.

Eg eri annars við uppá at vit taka hatta kjakið upp á góðan gamlan manér, sum ein ávísur klaksvíkingur viðmælti á sinni. Øll inn í eitt rúm, og so skeldast so tað brakar, til vit finna eina loysn. Føroyska svimjingin er ein familja, og tað er tí at vit klandrast so. Tí vit leggja nakað í tað. Eg haldi at øll hesi fólkini sum klandrast beint nú, eru ov virðismikil til at skumpa frá sær.

Ja, eg kasti við gróti í mínum glashúsi, tað veit eg væl. Men akkurát í hesum føri eri eg á báðum síðum, og tí haldi eg at tað er mín túrur at royna 🙂

Annars, bara so tit vita tað, so viðføra hesi hendingar, har eg steðgi einum orðaskifti, næstan altíð við at eg fái skeld frá báðum síðum. Fyri at steðga tí, og fyri ikki at hava steðgað tí nóg tíðliga. Tað er einki skeg. So er tað at eg hugsi at tað er ikki tað vert, at eg skuldi bara lokað heilt fyri viðmerkingum; men tað er heldur einki skeg.

Vit høvdu eina góða viku í farnu viku.

EM byrjar týsdagin

Sum kunnugt verður 29. EM nú í Eindhoven í Niðurlondum, týsdagin 18. mars 2008 til og við mánadag 24. mars. Eurosport sendir frá stevnuni; so vítt eg dugi at síggja ‘live’ frá finalunum kl 17:15-19:00 føroyska tíð, umframt samandráttir aðrar tíðir. Sí Televarpið og Eurosport. Til ber eisini at fylgja við ‘live’ á alnetinum, á heimasíðuni www.omegatiming.com og við ‘live webcasting’ á www.europeanchampionships.org/Eindhoven2008/.

FS vann (so syngjandi) Klaksvík National 2008

Fuglafjarðar Svimjifelag vann klárt flestu heiðursmerki á Klaksvík National 2008 í gjár, serliga tí at tey eiga Jóhann Heðinsson, Hildur á Fløtti og svimjarar í eldru bólkunum. 17 gullheiðursmerki har nr 2 fekk 4 og nr 3 fingu 3. Birita Debes úr FLOT setti seg hin vegin tungt á kappingina hjá gentum í nummar 3, við at vinna gull í teimum trimum greinum sum hon luttók í.

DSC_0308
Continue reading FS vann (so syngjandi) Klaksvík National 2008