Stórsligin Ægir stevna

Klaksvík National 2008 var so sannliga eitt stórt upplivilsi. Alt tað vanliga var upp á pláss, og hartil bjóðaði Klaksvíkar Býrað til døgverða, vit hoyrdu Jógvan við Keldu fortelja frá svimjing í Klaksvík upp í gjøgnum søguna, og finaluparturin varð tað heilt stóra gallashowið. Ljós og ljóð, og replay í slow motion á stórskíggja. Ókeypis frukt og gávukort og steyp til svimjarar.

DSC_0198

Eg skal fara at skriva meira, telja upp heiðursmerkja og vísa til allar tær myndir og videoir sum eg havi frá stevnuni; men beint nú mugu tit noyðast við úrslitalista og RE-fílu (viðfest). Continue reading Stórsligin Ægir stevna

Var Eamon Sullivan dopaður?

Almikið rok er nú serliga í Avstraliu, um at (amerikanski) Gary Hall Jr. hevur sagt at ‘fólk hava rætt til at verða misteinkilig um doping, tá ið tey síggja betringar sum hasar’. Hann sigur gott nokk eisini hann ikki persónliga heldur at Eamon Sullivan var dopaður, men tað lurta avstraliumenn ikki eftir beint nú. Eamon Sullivan setti herfyri heimsmet í 50 frí við tíðini 21.56, hóast hann annars ongantíð hevur verið undir 22 sekund. Lesið her á Timed Finals.

Strekt miðnámsútbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk

Sum tit kunnu lesa her á portalinum, og kanska hoyrdu í Útvarpinum í morgun, so fer Føroya Studentaskúli nú undir strekta students- og HF-útbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk. Skipað verður ikki fyri einum serligum flokki til hesar næmingar, men heldur at teir fáa eina ætlan sum varir eitt ár meira enn vanligu flokkarnir, og so skifta flokk einaferð miðskeiðis í útbúgvingini.

Harvið hava vit nú tveir áhugaverdir leistir til hvussu tú sum svimjari kann fáa tíð til bæði miðnámsútbúgving og ítrótt. Annaðhvørt kanst tú fara til Kambsdalar og ganga í serligum klassa fyri svimjarar, har skúlin hevur sett tíð og orku av til svimjivenjing, og útbúgvingin so annars skal náast innan vanliga tíð. Ella kanst tú lesa í Havn, har tey fyrst og fremst geva miðnámsnæminginum minni at gera í dagligdegnum, og harvið meira tíð tað sum kemur afturat.

Sum tey skriva á Portalinum, so krevur skipanin í Havn, at “eitt ítróttarfelag og avvarðandi ítróttarsamband vátta, at næmingurin telist millum fremstu talent í síni ítrótt, og at viðkomandi nýtir munandi tíð til venjing og íðkan”. Næmingar skulu søkja inn á skúlan sum vant, men hartil leggja bræv við um at tey ynskja at leingja um útbúgvingina. Um umsóknin longu er send, so kann brævið sendast nú eftirfylgjandi. Til ber ikki at skifta aftur til vanliga 3 ára útbúgving, tá ið fyrst næmingurin er farin í holt við strektu útbúgvingina.

Dagskrá og startlisti til Klaksvík National 2008

Viðfestur er startlistin til Klaksvík National 2008, umframt ein dagskrá fyri dagin. Sum nakað heilt nýtt, skipar Ægir fyri døgverða og øðrum millum innleiðandi og finalu, og hartil verða gávukekkar latnir nummar 1, 2 og 3 í hvørjari kapping.

Update: Kjakið fór rættiliga nógv av sporinum her, haldi eg, og eg havi tí bara púra sløkt fyri viðmerkingunum. So følir vónandi eingin seg meira raktan enn annar 🙂 Continue reading Dagskrá og startlisti til Klaksvík National 2008

Eyka kappingar í sambandi við stevnuna í Klaksvík

Hey øll

Viðheft er tilmeldings fíla í sambandið vi eyka kappingar ið verða í Klaksvík komandi vikuskifti.

Talan er um 100m frí hjá monnum. Svomin verður bert ein riðil, tað vil siga teir við bestu tilmeldings tíðunum sleppa við.

Eisini verður 800m frí hjá kvinnum, har er tíðin 10.30 sett sum minsta krav.

Kappingarnar verða svomnar beint eftir innleiðandi kappingarnar leygarmorgun.

Sendið tilmeldingar til reidar [kurla] susvim.com seinast hóskvøldið.

“Aqua Camp”, ein áhugaverdur máti at fáa fleiri at svimja

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so hevur danska svimjisambandið síðani 2004 skipað fyri “Aqua Camp” svimjilegum runt landið, har 7-12 ára gomul børn bæði við og uttan tilknýti til kappsvimjing kunnu fáa ‘eitt gott upplivilsi í vatni’.

Innihaldið á legunum er sovorðið sum vanlig svimjiundirvísing, svimjimerki, lívbjarging, bóltspøl, útspring og synkronsvimjing. Feløgini melda seg til at hava eina sovorðna legu, og svimjisambandið sendir teimum so undirvísingartilfar, hugskot til spøl og ‘merchandise’ at geva børnunum.

Eg giti at ætlanin er bæði at lokka fleiri børn til at svimja, og at fáa eitt sindur av pengum í kassan. Trúgvi eisini at børn sum longu eru í svimjifeløgum hava gott av eini sovorðnari ‘svimjiferiu’, har fokus er fyrst og fremst á at hava tað stuttligt í vatni.

Men týdningarmest beint her og nú, so hevur danska svimjisambandið her bæði tilfar og royndir, sum vit í Føroyum kanska kundu gjørt dælt av. Yngru svimjarar okkara hava flest allir langa summarferiu frá svimjingini, og tað skuldi tí verið lag á manni at brúkt eina viku ella eitt vikuskifti til sovorðið, tá ið venjarar teirra allíkavæl eru tøkir.

Hvat halda tit?

Turið dugir annað enn at svimja

Meðan suðuroyingar hava verið raskir í svimjihylinum, so hava vit eysturoyingar verið til árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk og Flog í Runavík og á Kambsdali. Eg visti at Birita Debes og Astrið Foldarskarð dugdu hetta væl (føroyameistarar og alt), og at Turið Christiansen eisini gekk til fimleik, fyrst har inni onkunstaðni og síðani í Støkk. Men at hon var so góð sum hon var í dag, tað visti eg gott nokk ikki 🙂

Continue reading Turið dugir annað enn at svimja

Enn eitt met á Susvim stevnuni

Malan V. Bærendsen setti í dag føroyskt met í 100 bringu, við at svimja teinin í tíðini 1:15.41. Harvið hevur hon í leypi av vikuskiftinum sett met í bæði 50 og 100 metra bringusvimjing. Í kvøld kl 18:00 skipar Tvøroyrar Býráð fyri almennari móttøku í ítróttarhøllini í Trongisvági, í sambandi við at Shaila millum Garðarnar hevur svomið seg til gullnál. Continue reading Enn eitt met á Susvim stevnuni