Bretar bjóða virðisløn til venjarar at OL vinnarum

Bretska svimjisambandið innførir nú eina skipan við peningavirðisløn til venjarar, um svimjarar teirra vinna heiðursmerki á Olympisku leikum í Beijing 2008. Venjarin fær £10.000 um talan er um gullheiðursmerki, og ávikavist £7.500 og £5.000 um talan er um silvur ella bronsu. Sum tey siga: Svimjarin fær longu eina peningaliga virðisløn, og nú vilja tey eisini viðurkenna arbeiðið hjá venjaranum. Lesið her á SwimNews.

Landsliðsvenjarin farin frá

Frætt er frá álítandi keldu, at landsliðsvenjarin Brian Marshall er farin frá, tí hann ikki kláraði at uppfylla tær avtalur sum vóru millum íslendska og føroyska svimjisambandið. Tað er ikki heilt greitt enn hvussu ið nú verður við samstarvinum millum svimjisambondini bæði, men arbeitt verður við at finna føroysku svimjarunum nýggjan landsliðsvenjara.

Mads Glæsner sjúkur við smittandi livrabruna

Haldi tað eitur so, “hepatitis A” ella “smitsom leverbetændelse”. Danski langteinarin er mest sannlíkt smittaður av kantinumati á venjingarmiðdeplinum í Flagstaff, USA, har hann júst hevur verið á hæddarlegu. Hann kann tí ikki luttaka á komandi EM, men hevur enn góðar vónir fyri OL. Lesið her í Ekstra Bladet.