Sum tit kunnu lesa her í Norðlýsinum, so verður tað Petur Heðin á Fløtti sum skal standa fyri svimjivenjingunum á ítróttarbreytini hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali komandi skúlaár. Petur Heðin er sum kunnugt høvuðsvenjari hjá Fuglafjarðar Svimjifelag í ár, og hevur drúgvar royndir bæði sum venjari og svimjari. Ætlanin er at svimjivenjingin skal ganga fyri seg í svimjihøllini í Klaksvík.
Author: rokur
‘The Race Club’ víðkar til Brasil
The Race Club hjá Gary Hall Jr. og Sr. fær nú eina deild í Sao Paolo eisini. Hetta er eitt svimjifelag (ella rættari eitt ‘program’) sum skipar fyri venjingarlegum, ‘fitness camps’ og selur videoir og ‘merchandise’ til at kunna stuðla elitusvimjarum við venjingarumstøðum og fíggjarliga. Lesið her á SwimInfo.
Úrslit frá HS stevnuni 1. mars
Viðfestur er endaligi úrslitalistin umframt RE-fíla til WinGrodan. Úrslitið varð at Susvim vann HS stevnuna við 13 gullheiðursmerkjum, 12 silvur og 15 bronsu. Ægir varð nr 2 við 9 gull, 14 silvur og 9 bronsu, meðan Havnar Svimjifelag varð nr 3 við 8 gull, 4 silvur og 3 bronsu. Besti svimjari var Jóhannes Agnarsson úr HS, sum vann 7 gull og 1 silvur.
Innbjóðing til Ægir National 2008
Hey øll somul.
Viðheft er innbjóðing og grodan fíla til Klaksvík National, sum verður leygardagin 15. mars.
Leggið merki til, at innleiðandi er avmarkað til tveir riðlar pr. bólk pr. kapping. Eg sendi startlistan út mánadagin 10. mars, so tit síggja hvussu landið liggur viðv. hvørji skulu manna riðlarnar.
vh
Johan Martin Continue reading Innbjóðing til Ægir National 2008
Innbjóðing til Susvim stevnu
Sum tit eisini kunnu lesa her á susvim.com, so bjóðar Suðuroyar Svimjifelag til stevnu nú vist nokk komandi vikuskifti. Kappingin er serliga ætlað teimum sum hava møguleika at klára kravtíð til HM í Manchester og FM. Lesið annars her niðanfyri. Continue reading Innbjóðing til Susvim stevnu
Pál og Jón framdu ársins ítróttarbragd ár 2007
Lesið á susvim.com og á dimma.fo. Gott at síggja at eisini venjarin verður viðurkendur fyri sín lut í bragdinum. Tey fáa heiðurin tí at Pál megnaði at gerast næstbestur í sínum aldurbólki í 1500 metra frísvimjing í øllum heiminum.
Nýggjur úrslitalisti frá Ægir stevnuni
Viðfesti úrslitalisti skuldi verið rættari enn tann fyrri, og hartil fylgir nú RE-fílan við til tykkara WinGrodan tilmeldingardátugrunnar. Eg skal fara at telja saman heiðursmerki rættiliga skjótt. Kanska ikki í kvøld, men skjótt 🙂
PopSci um nýggju Speedo LZR Racer draktirnar
Popular Science hevur eina rættiliga áhugaverda grein her á popsci.com, um nýggju svimjidraktirnar hjá Speedo. Eftir øllum at døma vórðu hesar draktir brúktar, tá ið Eamon Sullivan herfyri setti heimsmet í 50 frí, Natalie Coughlin í 100 rygg og Kirsty Coventry í 200 rygg.
Continue reading PopSci um nýggju Speedo LZR Racer draktirnar
Reki fingið heimasíðu
Svimjifelagið Reki hevur fingið sær heimasíðu á www.reki.fo
2 heimsmet til Japan í dag
Japanska Reiko Nakamura hevur sett heimsmet í 200 rygg, og Yuko Nakanishi í 200 firvald, tá ið tær í dag svumu ávikavist 2:03.24 og 2:03.12 á japansku stutthyljameistarastevnuni í Tokyo. Tær fingu hvør sínar 2 milliónir yen (umleið 93.000 krónur) frá sponsorinum av stevnuni, fyri at seta hesi heimsmet. Kosuke Kitajima var eisini heilt nær at seta heimsmet í 100 bringu, tá ið hann svam fyrst 57.89 í innleiðandi og síðani 57.62 í finaluni (heimsmetið er 57.47). Lesið her á SwimInfo.