Dregur út við kanningini av donsku úrvalssvimjingini

BT veit at siga, at kanningini av donsku úrvalssvimjingini verður seinkað nakað, sum annars skuldi verða klár her síðst í oktober.

»Vi havde et ønske om, at undersøgelsen skulle være afsluttet i oktober. Men det er ikke hurtigheden, der i denne sammenhæng er det vigtigste. Vores ønske er, at vi får så grundig en analyse som overhovedet muligt.« […]

Continue reading Dregur út við kanningini av donsku úrvalssvimjingini

Signhild 2:17.84 og nr 10 í 200 rygg á World Cup 2019 í Berlin

Signhild Joensen luttók í morgun í 200 metra ryggsvimjing á World Cup stevnuni 2019 í Berlin, og varð har nr 10 við tíðini 2:17.84. Sí úrslitalistan her

Besta tíð hjá Signhildi í ár er 2:17.30 frá HM í Gwangju í summar, og hin besta yvirhøvur hennara føroyska met á 2:14.01 frá Danish Open í 2017. Sí SwimRankings

Tíðin nú rakk til eitt pláss sum næsti eykasvimjari til finaluna seinnapartin, ífall at tvær av teimum skjótaru melda frá.

Signhild 1:03.19 og nr 11 í 100 rygg á World Cup 2019 í Berlin

Signhild Joensen royndi seg í morgun í 100 metra rygsvimjing á World Cup 2019 stevnuni í Berlin í Týsklandi, og varð har nr 11 av teimum 22 luttakandi við tíðini 1:03.19. Sí úrslitalistan her

Continue reading Signhild 1:03.19 og nr 11 í 100 rygg á World Cup 2019 í Berlin

Signhild til World Cup 2019 í Berlin

Signhild Joensen er í hesum døgum í Berlin í Týsklandi, har hon næstu tríggjar dagarnar skal royna seg á World Cup stevnu. Sí fina.org, umframt beinleiðis stroyming á finatv.live

Signhild í Berlin, hon eigur sjálv myndina

Signhild skal luttaka í teimum trimum rygg-greinunum

Startlistar og úrslit síggjast her á omegatiming.com

Djóni og Sørin fingu handað ILS-flaggið í Durban

Teir báðir Djóni Dalsgarð og Sørin S. Djurhuus eru komnir fram til Durban í Suðurafrika, har altjóða lívbjargingarsambandið ILS í gjár og í dag skipa fyri ársfundi, og frá í morgin fram til og við hósdagin fyri altjóða ráðstevnu um fyribyrging av druknivanlukkum.

Á myndunum niðanfyri eru tað ILS-forsetin Graham Ford og ILSE-forsetin Detlev Mohr sum handað ILS-flaggið til SSF-aðalskriva Djóna Dalsgarð og SSF-nevnarlim Sørin S. Djurhuus, í sambandi við at Svimjisamband Føroya nú er limur í eisini hesum felagsskapum.

Kristiina Heinonen úr Finnlandi eigur myndirnar.

Óli gull eisini í 800 frí á Øst Kortbane 2019

Óli Mortensen vann í gjár gull í eisini 800 metra frísvimjing á
á eystaru donsku økismeistarastevnuni á stuttgeil, tá ið hann í Gladsaxe svam teinin uppá 8:05.60. Hetta afturat at fríggjadagin hava vunnið gull í 400 frí, og leygardagin silvur í 1500 frí, umframt saman við besta liðnum hjá Kvik Kastrup hat hava vunnið silvur í 4×200 frí.

úrslitalistarnar her