Pál setti met í 100 blandað

DSC_0223bPál Joensen svam á HS stevnuni í dag 100 blandað í tíðini 1:00.80, og eigur harvið nú øll tey føroysku metini í blandaðari svimjing hjá harrum. Beinir Danielsen úr FLOT átti gamla metið frá 2005, sum var 1:01.17. Pauli Ø. Mohr var eisini heilt nær at seta met í 50 frí í dag, tá ið hann svam teinin í tíðini 24.08, bara 11 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Kristiani Olsen á 23.97. Continue reading Pál setti met í 100 blandað

Pál setti føroyskt met í 100 frí

DSC_0235Nýggja metið er 52.30, og harvið er Pál Joensen skjótasti føroyingur nakrantíð í øllum stuttbana frígreinum uttan 50 frí. Har var sikkurt alt møguligt annað gott eisini á stevnuni, men hon varð rættiliga órógvað her móti endanum, av at EM semifinaludysturin í hondbólti millum Danmark og Týskaland koyrdi inni í HS rúminum 🙂

DSC_0227 Continue reading Pál setti føroyskt met í 100 frí

Eitt føroyskt met á HS stevnuni í morgun

HS stevnan kom bara heilt væl í gongd í morgun, tá ið Pál Joensen longu í øðrum riðli sett nýtt føroyskt met, við at svimja 400 blandað í tíðini 4:34.41. Aðrar tíðir vóru eisini heilt nær at metunum, tá ið t.d. Shaila millum Garðarnar svam undir 30 í 50 firvald (metið er 29.89), og Kári á Høvdanum svam umleið somu tíð sum metið hjá sær í 100 rygg.

DSC_0010 Continue reading Eitt føroyskt met á HS stevnuni í morgun

Jacob Carstensen sett heimsmet

Danski Jacob Carstensen setti farna vikuskifti masters heimsmet í 200 frí við tíðini 1:48.40, tá ið hann luttók á stevnuni East Masters Championships. Hetta var í bólkinum ‘B’, sum eru svimjarar millum 30 og 34 ár. Amerikanski Rowdy Gaines átti gamla metið á 1:50.91, sum hann setti fyri 18 árum síðani. Lesið her á swimnews.dk.

Innbjóðing til HS stevnu 26.-27. januar 2008

Viðfest er innbjóðing og tilmeldingarfíla til HS stevnu komandi vikuskifti. Gevið gætur at tilmeldingarfreistin er longu nú í morgin, hóskvøld 24. januar kl 21. Eftir øllum at døma hava flest øll fingið hesa innbjóðing, sum skulu brúka hana; men síðani eg sjálvur ikki fekk hana fyrr enn nú eg bað um hana, so leggi eg hana bara her á heimasíðuna eisini 🙂

18 føroysk met, 3 gull, 3 silvur, 4 bronsu

So góð var úrtøkan hjá Suðuroyar Svimjifelag á langteinastevnuni Reykjavíkar International 2008. Jón Bjarnason rósti serliga Maluna V. Bærendsen í Útvarpinum, fyri at hava sett 7 føroysk met í trimum greinum og sum heild at hava svomið gott alt vikuskiftið; men helt tó eisini sum heild at tey øll høvdu rós uppiborið. Lesið um metini her á susvim.com.