FLOT stevnan flutt eitt vet

Hey Øll somul

Gevið gætur!!!

Av tí at valdagur er leygardagin, hevur FLOT saman við svimjinevnduni, framt eina broyting í FLOT-stevnuni 2008. Hetta so at øll kunnu sleppa á val.

Bólkur 1 svimur í staðin fríggjakvøldið 18. Jan.: upphiting kl. 18.00 og kapping uml. 19.15

Bólkur 2 svimur í staðin leygarmorgun 19. Jan.: upphiting kl. 8.00 og kapping kl. 9.15

Kappingarskráin er tann sama sum áður.

Við svimjikvøðu

Rúni

FLOT

Eigur FLOT stevnan at flytast vegna val?

Sum kunnugt verður FLOT stevnan 2008 nú leygardagin, sum er sami dagur sum løgtingsvalið. Suðuroyingar hava longu gjørt vart við seg á susvim.com, og nú er eisini ein viðmerking á flot.info, um tað óheldiga at vaksnir suðuroyingar harvið ikki fáa møtt.

Hvat halda tit? Er tað rætt at hava stevnuna leygardagin, og harvið útiloka teir suðuroyingar sum eisini ætla sær at atkvøða á valstaðnum leygardag?
Continue reading Eigur FLOT stevnan at flytast vegna val?

svimjing.com uppstigað – 3 ferðir

Huffa puffa, eg havi bíðað við hesum líka síðani einaferð í august. Har kom alt møguligt spennandi í millum, og so endaði tað við at eg nú var tríggjar ‘trygdardagføringar’ afturút. Sum helst skuldu gerast stig fyri stig.

Á well, tað er so gjørt nú, og tað sær út til at tað eydnaðist sum ætlað. Beint nú koyrir heimasíðan eitt sindur spakuligt, men eg giti at tað bara er okkurt fyribils við ambætaranum hara yviri í Kalifornia. Síðan burdi nevniliga heldur koyrt skjótari enn spakuligari, nú eg havi fingið lagt nýggjastu rættingar inn.

Um tit síggja okkurt sum sær heilt galið út, so sigið endiliga frá.

Sløkt fyri WYSIWYG editorinum her á svimjing.com

Tey sum skriva og viðmerkja her á svimjing.com fara nú at uppdaga, at hasin Word-líknandi amboðsbjálkin nú knappliga er burtur. Orsøkin er (sum ikki einaferð), at hetta er eitt eykamótul til heimasíðuskipanina sum eftir innlegging hevur víst seg at viðføra ávísar trupulleikar, og eg helt tí at tíðin var komin til at taka hann bara burtur.

Tey sum skriva skulu nú venja seg við at skriva serliga kotu til at fáa t.d. feitan tekst ella skráskrift, men ein leiðbeining er lukkkutíð beint undir feltinum har man skrivar, sum forklárar hvørjar sniðingarmøguleikar man hevur.

Trupulleikarnir hava annars verið serliga at ávísar teldur ikki hava kunnað skrivað yvirhøvur. Sikkurt tí at tær ikki loyvdu innlegging av hesum serliga ‘FCK editorinum’ ella okkurt sovorðið. Eg rendi meg til dømis inn í trupulleikan á eini telducafé á Rhodos, og avgjørdi tá á staðnum at hetta gekk altso ikki 🙂

Hartil irriteraði tað meg persónliga, at tekstur sum man kopieraði frá t.d. Word kom til at hava sama snið sum har, heldur enn ta snið (og her serliga ta skrifttypu) sum vit nú einaferð hava valt til heimasíðuna. Haldi at heimasíðan gjørdist óruddilig av hesum.

Og at enda var editorurin ein forðing fyri at onnur enn eg funnu útav at seta inn videobrot og myndir. Ein orsøk til at tað hevur gingið so leingi áðrenn eg tók editorin burtur, var faktiskt at eg annars ikki visti hvussu eg skuldi fáa myndir á síðuna bara við standard mátanum. Men tað havi eg altso lært nú, og so var tíðin komin.

Eg skal fara at skriva eina leiðbeining til hvussu man setir inn myndir, kanska longu í kvøld. Og hitt við YouTube verður eisini áðrenn alt ov leingi.

Fyrsta SSF grundskeið í merkjaskipanini avgreitt

Fríggjakvøldið og leygardagin skipaði Svimjisamband Føroya fyri fyrsta føroyska SSF grundskeið í merkjaskipanina, í skúlanum og svimjihylinum við Gøtugjógv. Grundskeiðið umfataði fyrstu fimm merkini, sum føra svimjararnar frá møguliga ikki at vera tryggur í vatni, til at kunna kava, flóta, glíða og taka seg fram. Skipanin er so gott sum 100% grundað á norsku merkjaskipanina, sum undirvísararnir fingu útbúgvin í á vári 2007.

Á myndini síggjast luttakarar og undirvísarar úr Ægir, FS, Reka, Skeggjum, FLOT og HS

Grundskeið 2008 - luttakarar
Continue reading Fyrsta SSF grundskeið í merkjaskipanini avgreitt